Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 24 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Væl smakkandi kaffi av alskyns sløgum N ú hava øll í matstovu- og cateringvinnuni møguleikan at bjóða kundum sínum tað besta av tí besta sum finst innan væl smakk­andi kaffi av alskyns sløgum. Í framsýningarhølunum hjá heil­ søluni Blika í Akranesgøtu í Havn er innrættað ein sera hugnalig kaffi­ stova, sum bert er ætlað til starvsfólk og kundar hjá Blika. Hølini eru nýinn­ rættað og eru samstundis ein fram­ sýning av diskum og møblum, sum Blika selur. Í kaffistovuni eru nýggjastu og mest modernaðu kaffimaskinurnar hjá Nestlé Professional. Vit vitjaðu hjá Blika og royndu tey ymisku sløgini. Fyri okkum vanligu kaffidrekkarar er talan um ein annan heim av væl­ smakk­andi kaffiblandingum av so nógv­um ymiskum sløgum, at tað er ein sonn uppliving. Við neyvum útvaldum tilfari og tekniskari perfektión tryggjar Nestlé eins kaffikvalitet við hvønn einasta kopp. Alt verður roknað út niður í minsta smálut. Maskinurnar eru so framkomnar at um ein nýggj uppskrift kemur upp á t.d. ein serligan jóladrykk, so verður uppskriftin innstallerað í allar Nestlé maskinurnar í landinum samstundis. Nestlé maskinurnar eru ikki til sølu men verða leigaðar, soleiðis at kundin skal einans gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, alt eftir hvussu nógv ár maskinan verður leigað. Nýggjar kanningar vísa, at ein triðingur av øllum kaffi, ið verður selt í dag á kaffistovum og aðrastaðni, er spesialkaffi. Vit eru sera spent upp á hetta nýggja konseptið. Við hesum hava vit veruliga nakað spennandi at bjóða okkara kundum, sigur Eyðun Hansen stjóri í Blika. Framsýningin hjá Blika í Akranesgøtu Bøkur til heystferiuna Hesa vikuna er heystferia og kanska stundir til at lesa eina góða bók. Her eru nøkur boð upp á, hvat tú kundi lisið í heystferiuni Bókin um tað góða Carl Johan Jensen hevur skrivað skald­ søgu, sum bæði í vavi og stíli er lættari at fara í gongd við. Frásøgumaðurin sigur okkum, at um hálvan tíma verð­ ur andlát hansara. Hesar minuttir, ið eftir eru, rekir hann sína fløktu og dravutu lívsleið uppaftur. Hann greinar í afturlitinum, hví hann er end­ a­ður í teirri støðu, hann er í. Í einum slavnum kjallarakamari í Havn, har hann um hálvan tíma fer at and­ast. Bókin er ein ferð inn aftur í upp­v­ øksturin og upphavið, ta indri­missi­ ónsku lívsógleðina, ið stjórnaði barna­ árunum, til tann órættvísa lúsingin, ið sang í heysinum á honum alt lívið, kær­leikan, ið avlagaðist, og hvussu um­støðurnar róku hann fyri sær út hag­ar, hann ongantíð hevði ætlað sær. Stórverk á føroyskum Hundrað ára einsemi er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hug­flogi, alla tíðina á markinum mill­ um søgu og søgn. Hundrað ára ein­ semi, sum Gabriel García Marquez skriv­aði, er ein av teimum stóru skald­ s­øg­unum í heimsbókmentunum. Mari­ anna Hoydal týddi til føroyskt. Bergenfólk Norski rithøvundin Tomas Espedal er ein tann sterkasta røddin í norður­ lendsk­um skaldskapi. Per­són­ligu skald­søgurnar, har hann bland­ar upp­ livingar og skaldskap í frásøgn­unum, eru framúr. Espedal skrivar einfalt, men framúrskarandi, og setningarnir sita so væl, at tú stundum mást steðga á og njóta teir. Bergeners snýr seg um fólk í heimstaðnum, og Espedal brúkar sum vant seg sjálvan og sínar upplivingar í sermerkta mát­ anum at skriva og siga søgur. Jarðnáðir Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jørðini. Her verð­ur kærleikin tikin fyri í mongum brigd­ um: kærleikin millum makar, mill­um systkin, millum börn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum ment­ anum. Í skaldskapi og list. Hetta er ein ferð um kærleikan og kor kærleikans í tíðini, sum er, og í tíðum, sum vóru, úti sum heima. Við støði í egnum lívs­ royndum skapar høvundurin lesar­ anum eina mynd av íslendskum sam­felagi og íslendskari samtíð frá út­sýnis­staði kærleikans, dýpkaða við skuggum úr heimspeki, fornfrøði og øðrum mentum, ikki síðst kvinnufrøði. Carl Johan Jensen týddi skaldsøguna hjá Oddný Eir Ævarsdóttir til føroyskt. Tað sum ikki drepur Hendan bókin hevur skapt nógv kjak og er umstrídd. Orsøkin er, at hon er framhald av Millenium bókarøðini hjá Stig Larsson, sum er deyður. David Lager­crantz hevur skrivað fjórðu bók­ ina í røðini, og tað eru øll ikki so fegin um. Í øllum førum hevur hann skapt enn eina spenningssøgu í universinum hjá Lisbeth Salander og Michael Blom­ kvist. Hesaferð er Salander í holt við eitt álop sum teldusníkur, samstundis sum Blomkvist fær frænir av einari stórari søgu. Kanska skal bókin lesast, áðrenn tú gert tína endaligu hugsan um Lagercrantz og hansara framhaldi av Millenium røðini. Tangodansarin Arturo Pérez-Reverte Á náttartíð í 1928 fer eitt dampskip gjøgnum Atlantshavið. Umborð ljómar tangotónleikarin, og á dansigólvinum hittast ein kvinna og ein maður úr hvør sínu herðashorni – lívsnjótarin Max og yvirklassakvinnan Mecha. Næstan 10 ár seinni hittast tey aftur á fronsku rivieruni, tá kríggj hóttir Eruopa. Og næsta 40 ár seinni hittast tey til eina talvkapping í Italia og líta aftur á lívið, sum tey hvør sær hava livað. Blóð í kavanum Jo Nesbø Tað eru fáir høvundar, ið skriva betri krimisøgur, enn norski Jo Nesbø, sum seinastu árini er blivin eitt altjóða navn. Í hesari bókini sigur hann søguna um Olav, sum er leigudrápsmaður og einsamur. Tá ið hann umsíðir kemur í samband við sína dreymakvinnu, hevur hann ein trupulleika. Hon er kona stjóra hansara, og hann hevur fingið til uppgávu at drepa hana. Ein krimi! Ljósið vit ikki síggja Anthony Doerr Eitt putlispæl av lagnum og søgum savnast í hesari bókini, har vit fylgja fronsku Marie-Laure LeBlanc, týskal Werner Pfennigs og einum einsamallum manni, sum ongantíð fer úr heimi sínum. Øll hava sítt at stríðast við, og lívið er langt frá einfalt og lætt hjá teimum. Ein spennandi og vøkur skaldskap um lagnur og avgerðir í lívinum.