Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 10 tema Bróstkrabbi Bróstini í fokus Stórar broytingar eru tíbetur at hóma á økinum í før­oyska sjúkrahúsverkinum. Í dag er eingin bíðilisti til mammo­ graf­i­kanningar á Lands­sjúkra­ húsinum, og Løgtingið hevur júst játtað eyka fígging til at lata kvinnur millum 50 og 69 sleppa til regluligar kanningar fyri bróstkrabba. Men fyri summar er tað ov seint. Mangar kvinnur fáa stað­ fest bróstkrabba áðrenn, og tað er ikki altíð eins lætt at varnast ein knykil í bróstinum. Allar kvinnur merkja størri og minni knyklar í bróstinum við jøvnum millumbili. Tá ið menstratiónin er ávegis, merkja summar fleiri knyklar, og hjá øðrum er tað aðrar tíðir av mánað­inum, at bróstini gera um seg og broyta skap. Hvussu veitst tú so nær tú skalt lata teg kanna? Fyri 49 ára gomlu Evy Toftegaard Nielsen var tað ein til­vildarlig løta hon legði hondina á brósti, meðan hon lá í songini og las eina bók, sum var startskotið til hennara sjúkralegu. Hon merkti ein knút í bróstinum, og fór til lækna. Í temasíðunum hesaferð kanst tú lesa um Evy og hvussu tað kendist at fáa ræðuligu boðini frá læknanum. Tú kanst eisini lesa samrøðu við Krabbameinsfelagið og við sjúkrahússtjóran, sum vilja uppraðfesta kanningar og eftirkanningar av krabba­ meins­raktum kvinnum. Hóast vit skriva oktober, og tí varpa ljós á bróstkrabba, so er eingin ivi um, at alt krabba­mein – í bróstinum ella aðra­staðni – er eins ræðu­ ligt fyri tann, sum verður raktur. Og ikki minst fyri tey av­varð­andi. Seinastu árini hava alsamt fleiri føroyingar súkkla til Paris fyri at savna pening inn til krabbameinsrakt børn. November stendur fyri framman og tá er tað prostata­ krabbi, sum er í fokus. Og óansæð hvar sjúkan rakar, so rakar hon hart og púra náði­ leys. Vit síggja framstig í játtanini til regluligar kanningar fyri bróst­krabba, men hetta er ikki nóg mikið. Mangt krabbamein kann takast burtur, um tað verður uppdagað nóg tíðliga, siga serfrøðingarnir. Men fyri at uppdaga krabba er neyðugt, at fólk sleppa til kanningar. Og hvat kundi verið meira natúr­ ligt at kravt í einum ríkum væl­ferðar­samfelagið sum Føroyum, enn at allir borgarar sleppa til regluligar kanningar fyri krabba, og um ikki annað, so at allir borgarar, sum fáa ávísing frá kommunulækna, sleppa skjótt framat serlækna um enn tað er í Føroyum ella í Danmark. Vit hóma framstig, men latið okkum seta enn meira inn fyri at tryggja, at krabbi bæði í bróstinum og aðrastaðni við verður uppdagaður og við­ gjørdur beinan vegin. Oktober er mánaðurin, tá ið bróstini verða sett í fokus, og vit tosa og skriva um bróstkrabba og tær ræðuliga avleiðingar, sum hendan sjúkan hevur fyri kvinnur í støðuni Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Mortan Østerø O ktobermánaður varpar ljós á bróstkrabba kring heimin, og longu fyrsta dagin í oktober átti Lands­ sjúkra­húsið eini góð boð at byrja mánaðin við. Nýggj samstarvsavtala varð gjørd við Ríkissjúkrahúsið, ið merkir, at størri partur av krabba­ meins­viðgerðini kann fara fram í Føroyum. – Hetta er veruliga ein kollvelting innan krabbameinsøki, sum vit eru ógvuliga fegin um. Undan nýggju av­taluni vórðu meiri enn helvtin av krabba­meinssjúklingunum sendir uttan­lands til viðgerðar, men nú sleppa fleiri undan at ferðast av land­ inum, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum. Talan verður um fýra ymiskar ser­læknar, ið skiftast um at vera á Lands­sjúkrahúsinum tveir dagar um vikuna. Serlæknarnir skulu eftir ætlan eisini taka sær av eftir­kann­ing­ um av fólki, sum eru sloppin av við krabba­meini. 2.500 kvinnur til kanningar Slaka viku eftir, at boðað varð frá av­ tal­uni við Ríkissjúkrahúsið, frættist úr Heilsu- og innlendismálaráðnum, at allar føroyskar kvinnur millum 50- 69 ár fáa nýtt tilboð um kanning fyri bróst­krabba. Sambært hagstovuni eru áleið 5.000 kvinnur í hesum aldurs­bólkinum búsettar í Føroyum, og kvinn­urnar skulu sleppa til kann­ ingar annaðhvørt ár. – Vit lýsa í løtuni eftir einum radiologi (røntgenlækna, red.) og einum radiografi (at greina mynd­ ir­nar, red.), sum skulu taka sær av mammo­grafiscreeningini burtur­av. Sam­bært kanningum úr granna­ lond­unum skuldi ein radiologur megna at gjørt 10.000 kanningar um ári, og tískil átti tað at latið seg gjørt at framt 2.500 røntgenkanningar fyri bróst­krabba í Føroyum, sigur Johnny í Grótinum. Seinastu árini hevur føroyska heilsu­verki verið fyri atfinningum um júst sínar mannagongdir við­víkj­ andi kanningum fyri bróstkrabba. Kvinn­ur á bíðilistum, og tær, sum Tá ið ljós verður varpað á støðuna og tørvurin er stórur á eini heilsu­tænastu, rópa fólk harð­ ari, og politiska játtanin fylgir oftani við« Kollvelting fyri krabba­- sjúklingar Stjórin á Landssjúkrahúsinum stór­fegnast um batnaðu viðurskiftini fyri krabbameins­ sjúklingar, sum nú kunnu fáa viðgerð í Føroyum í størri mun enn áður Samstarvsavtala Landssjúkrahúsið