Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 11 Vikuskiftis Sosialurin setur hesuferð fokus á bróstkrabba ikki sluppu á bíðilistar róptu varskó, ið elvdi til nógv rok í fjølmiðlunum og legði stórt trýst á politikkararnar. – Tá ið ljós verður varpað á støð­ una og tørvurin er stórur á eini heilsu­tænastu, rópa fólk harðari, og politiska játtanin fylgir oftani við. Tað hevur víst seg í hesum førinum, at nú varð gjørligt at tryggja øllum kvinn­ um rætt til at lata seg kanna fyri bróstkrabba, sigur stjórin á Lands­ sjúkra­húsinum, nú áleið 2 milliónir krónur eru oyramerktar til mammo­ grafi screening. Uppsøgn ávirkar ikki bíðitíð Fyri fleiri kvinnur hevur tað verið ser­stakliga ørkymlandi at merkja knyklar ella líknandi í bróstinum, uttan at sleppa til kanningar beinan­ vegin, ella at verða settar á drúgvan bíði­lista. Í løtuni er eingin bíðilisti, og við nýggja tilboðnum er ætlanin at kalla fyrstu kvinnurnar inn longu í desember. Hóast tað kemur tó illa við, at ein røntgenlækni júst hevur sagt seg úr starvi, veitir Johnny í Grótinum vissu fyri, at uppsøgnin ikki kemur at ávirka mammografi screen­ingarnar. – Tað er sjálvandi harmiligt, at missa starvsfólk, men skipanin og játtanin til bróstkrabba kanningarnar er gjørd fyri seg. Tað vil siga, at hon verður ikki ávirka av broytingum aðra­staðni í starvsfólkahópinum – ein radiologur verður settur til hetta arbeiðið óansæð. Nú vóna vit, at somikið av umsóknum koma til røntgen­starvið, at vit fáa manna bæði størv­ini, sigur stjórin á Lands­sjúkra­ hús­inum. mortan@sosialurin.fo – Undan nýggju avtaluni vórðu meiri enn helvtin av krabbameinssjúklingunum sendir uttanlands til viðgerðar, men nú sleppa fleiri undan at ferðast av landinum, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum Mynd: modellmynd modellmynd Mynd: Álvur Haraldsen Nær skal man kannast? Aldur og genetiskur arvur økir um vandan við bróstkrabba, men nógvar kvinnur fáa staðfestan bróst­krabba av óvissum orsøkum. Pína merkist seint í sjúku­ gongd­ini, meðan fyrstu sjúku­eyð­ kenn­ini eru knyklar í bróstinum. Onnur eyðkenni kunnu verða húðar­broytingar á bróstunum, blóð ella væta kemur úr vørtunum ella hovnir knyklar merkjast í arm­ holuni. Hóast nógvar kvinnur merkja knyklar, vætusavnan ella smáar forkálkingar í bróstunum, er talan í fleiri førum ikki um illkynjaðar broyt­ingar. Kanningin Kertilsvevnaðurin í bróstunum skal liggja flatur móti røntgen­tól­ inum, og tí verða naknu bróstini trýst mill­um tvær plátur, meðan røntgen­myndin verður tikin. Summ­ar kvinnur boða frá pínu meðan myndin verður tikin, men pínan hæsar skjótt av aftur. Sjúkan Tað kann ganga rúm tíð áðrenn fyrstu krabbameins­kykn­ur­nar vaksa seg til ein knykil. Í fleiri før­ um verða krabba­meins­kyknurnar ongan­tíð til krabba­meins­sjúku. Tó er vand­in, at krabba­meins­ kyknur­nar breiða seg til eitlar­nar í arm­holuni, og ferðast runt í kropp­inum. Viðgerð Knykilin og vevnaðurin kring knykilin verða tikin burtur. Ein annar møguleiki er at taka alt brósti burtur (mastektomi). Eftir skurðin fáa kvinnurnar bjóð­ að stráluviðgerð og/ella heili­vág til tess at minka um vandan fyri at sjúkan kemur aftur. Positivt við kanning ■ 6 av 1.000 luttakarum í røntgenkanningum verða bjargaðar undan krabbameini. ■ Verður krabbin funnin tíðliga, eru viðgerðar­ tilboðini betri, og heilivágurin virkar minni tyngjandi á sjúklingin. Negativt við kanning ■ Krabbi, sum ikki vildi ment seg til sjúku, ofta funnin, og kvinnur fáa óneyðugar skurðviðgerðir. ■ Vísir røntgenkanningin broytingar, verður kvinnan vanliga kallað inn aftur til nærri kanningar, hóast krabbin í nógvum førum er góðkynjaður. ■ Allir krabbar síggjast ikki á røntgen myndum, og tískil kunnu kanningar geva sjúkuraktum eina falska vissu fyri at vera trygg. Fakta ■ Um 200 føroyingar fáa staðfest krabbamein árliga ■ Í meðal eru 25 tilburðir av bróstkrabba staðfestir um ári ■ Við nýggja tilboðnum, er ætlanin at kanna 2.500 kvinnur árliga ■ Nýggja ætlanin kemur at kosta um 2 mió kr. Kelda: Sundhedsstyrelsen.dk Krabbameinsfelagið