Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 12 Tjóðhild Patursson Í 2009 fekk tá 43 ára gamla Evy Toftegaard Nielsen tað frá­ boðan, sum helst allar kvinnur bera ótta fyri. »Tú hevur bróst­ krabba«. Verðin fór í svart, og Evy sá fyri sær, at deyðin bankaði á dyrnar. Tað byrjaði alt ein morgunin Evy lá í songini og las eina bók. Brádliga varn­aðist hon okkurt á bróstinum, sum buglaði eittsindur meira upp enn restin. – Eg hevði ongantíð hugsað tankan um bróstkrabba áður, men í tí eg sá hetta óslætta á bringuni, fleyg tankin ígjøgnum høvdið, sigur Evy. Hon merkti eftir, og tað kendist hart. Hon fekk eisini dóttir sína at kanna tað, og jú, okkurt hart var heilt víst í bróstinum. – Seinni royndi eg fleiri ferðir at síggja knykilin aftur. Royndi at venda hendnan vegin og hin vegin, men tað riggaði ongantíð. Eg sá bara knykilin hasa einu ferðina. Tað kendist sum, at okkurt tá royndi at siga mær tað, hugleiðir Evy. Cancer! Evy fór beint til læknan. Hon bíðaði í átta dagar áðrenn hon slapp framat til mammografi. – Átta dagar er einki, tað veit eg væl nú. Og ein knykil veksur sjálvsagt einki uppá átta dagar. Men tá eg bíðaði kendist tað ræðuliga leingi, greiður hon frá. Tað bleiv staðfest hjá læknanum, at Evy hevði ein knykil og hon varð send til víðari kanningar. Tað gingu síðani nakrir dagar ella nakrar vikur. – Tað kennist sum, at alt er tann ber toka, eg minnist ikki hvat hendi nær. Eg minnist ikki um eg bíðaði eftir svari í dagar ella í vikur, sigur Evy. Men úrslitið kom vegin fram, og Evy varð kallað inn til samrøðu við læknan. – Eg minnist bara at hann segði ‘illavorðin’, síðani tosaði hann eina løtu afturat, men eg hoyrdi einki. So fór hann út. Á borðinum hjá lækn­ anum lá eitt pappír, eg lúrdi niður í tað. CANCER stóð sum svar uppá roynd­inar eg hevði tikið, greiður Evy frá. Var sannførd um at hon fór at doyggja Verðin fór í svart av lítla pappírinum við tí ræðuliga orðinum á; og Evy var vís í, at hon fór at doyggja skjótt. Hví skuldi hon sleppa undan? Hví skuldi hon ikki eisini doyggja av krabba­ mein, eins og so mong onnur? – Inni í mínum høvdi planlegði eg jarðarferðina. Hvørjir sálmar skuldu verða sungnir og hvør skuldi bakað, sigur Evy flennandi. – Ja, eg kann flenna at tí nú, men eg var veruliga í kreppu tá. Eg trúði at krabbamein var sovorðið man doyði av, og at blíva frísk sá eg ikki sum ein møguleika, sigur hon. Hon minnist aftur á fyrstu vikuna. Tað var tann harðasta tíðin. Evy bara græt og helt seg fyri seg sjálva. – Mær dámdi ikki at fara út ímillum fólk. Eg goymdi meg heima hjá mammu. Tað kendist sum, at orðið »kreft« varð prentað inn í pann­ una á mær, sigur hon. Men eftir fyrstu vikuna gjørdist tað støðugt betur, og hóast hon enn var sannførd um, at hon fór at doyggja, ja, so endurvann hon hugin at fara út ímillum fólk. – Eg leyp útí tað, og fór í brúdleyp. Har vóru øll tey eg kendi, so nú var sloppið, og eg kláraði aftur at vera úti ímillum fólk, minnist Evy afturá. Skurðurin tók knykilin Eftir vitjanina hjá læknanum varð Evy løgd undir skurð, og knykilin tikin burtur. – Tað fyrsta eg spurdi, tá ið eg vaknaði var: Er tað fari út í lymf­ ur­nar. Tað var tað ikki. Eg var yvir­gearað. Ordi­ liga glað. Eg fekk vónina um lívið aftur, nú vænt­ aði eg at tað fór at ganga, sigur Evy. Og tað gekk. Evy hevði ikki longur krabba. Hon slapp undan kemo­við­gerð, men fekk strál­ ing í tveir mán­aðir. Alt gekk væl. Men skurðurin hevði sett síni spor. Sárið lekti illa. Tað sá ógvuliga ljótt út. Hon bleiv løgd undir skurð aftur fleirir ferðir, og at enda máttu tey skera bróstvortina av. – Eg vildi ikki missa vortin, men at enda tók læknin meg av ræði, so at siga, og tað eri eg ógvuliga takksom fyri í dag, sigur Evy. Inni í mínum høvdi planlegði eg jarðarferðina. Hvørjir sálmar skuldu verða sungnir og hvør skuldi bakað. Eg trúði at krabba­ mein var sovorð­ ið man doyði av, og at blíva frísk sá eg ikki sum ein møgu­leika« Evy Toftegaard Nielsen Trúði eg fór at doyggja – Eg minnist bara, at hann segði ‘illavorðin’, síðani tosaði hann eina løtu afturat, men eg hoyrdi einki. So fór hann út. Á borðinum hjá læknanum lá eitt pappír, eg lúrdi niður í tað. CANCER stóð sum svar uppá royndinar, eg hevði tikið. Orðini eigur 49 ára gamla Evy Toftegaard Nielsen, sum í 2009 fekk staðfest bróstkrabba tema Bróstkrabbi Í meðal eru 25 tilburðir av bróstkrabba stað­ festir um ári Framhald á næstu síðu