hósdagur 15. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. oktober 2015
sosialurin 119
14
– Tað hjálpti mær ógvuliga nógv,
at eg hevði ein fylgjara við mær. Ser
liga í sambandi við eftirviðgerina í
Danmark. Systur mín tók ein heilan
mánaða úr kalendaranum, og kom
við mær til alt. Tað hevur havt stóran
týdning fyri meg. Og tað eri eg takk
som fyri.
Bróstini og kvinnan
Flestu kvinnur kunnu vera samdar
um, at bróstini eru ein óloysiligur
partur av tí, at vera kvinna. Og eru
trupulleikar við bróstinum, so kann
tað ivaleyst ávirka bæði sjálvsálit og
útsjónd.
– Hjá nógvum ávirkar tað ikki
útsjóndina so nógv sum tað gjørdi
hjá mær. Fyrst legði eg ikki so nógv
í, at eg misti vortin. Eg var bara glað
fyri at vera komin livandi frá tí, og at
sárið nú var lekt.
– Eg tatoveraði ein nýggjan vorta
á, greiður Evy frá.
Skurðurin eydnaðist tó ikki so
væl, og sárið sá tí ljótt út. Tí var eg
eydnusom tá ið nýggi bróstaskurðs
læknin Kristján Skúli byrjaði at ar
beiða á Landssjúkrahúsinum.
– Eg fekk seymað ein nýggjan
vorta á, og bróstini blivin gjørd eins.
Mín knykil var so stórur, at tað sást
munur á bróstunum, eftir at knykilin
var tikin úr. Har var so tómt og flatt
øðrumegin. Tað havi eg fingið rættað,
og nú líkjast bróstini aftur. Og tær eru
ordiliga penar í dag, sigur Evy.
At Kristján Skúli byrjaði at ar
beiða á Landsjúkrahúsinum hevur
veruliga verið fantastiskt fyri nógvar
okkara. Hann hevur hjálpt óteljandi
kvinnum. Føroyskar kvinnur sum fáa
bróstkrabba hava í dag, hava møgu
leika fyri at fáa skorðið knykilin út
og umskapa bróstið samstundis, alt
í einum skurði. Hetta ger alt nógv
lættari.
Hvat kundi eg
gjørt øðrvísi?
Í tíðini eftir, at hon varð staðfest frísk,
hugsaði Evy nógv um hví júst hon
fekk krabbamein og hvat hon kundi
havt gjørt øðrvísi. Eingin í teirra
familju hevði fyrr havt krabbamein,
so tað var komið óvart á øll, tí eingin
hevði hugsað tankan um at tað kundi
henda.
– Eftir stráluviðgerðina í Keyp
mannahavn, skuldi eg hava hormon
viðgerð, men eg takkaði nei. Eg hevði
lisið um øll hjáárinini, sum kundu
standast av tí, og hetta vildi eg ikki
útseta meg sjálva fyri, sigur Evy.
Nógvar kvinnur, sum hava havt
bróstkrabba, kenna seg ikki sjúkar
fyrr enn í eftirviðgerðini, tí at
hormonviðgerðin ávirka tær so nógv.
– Eg havi ongantíð kent meg
sjúka. Eg var ongantíð sjúk. Ístaðin
fyri hormonviðgerina valdi eg at liva
sunnari. Tað skuldi vera mítt íkast. Eg
gavst við at roykja og drekka vín. Eg
fór at eta sunnari og røra meg meira
– tað gjørdi eg í øllum førum tá, beint
aftaná, sigur Evy.
Hon leggur dent á, at hóast hon
frávaldi hormonviðger, so vil hon
avgjørt ikki viðmæla øðrum at gera
tað sama.
– Hetta var mítt val, og eg vil ikki
ráða nøkrum til at velja hormonvið
gerina frá, tað er jú tað sum læknarnir
viðmæla. Men hetta var tað sum var
best fyri meg, sigur Evy.
Lívið eftir bróstkrabba
Smeiturin, sum lítla pappírið við
orðinum »cancer« á, hevði fyri Evy,
ávirkaði sjálvsagt ikki bara hana.
Hon minnist aftur á reaktiónina hjá
børnunum.
»Áh, er tað krabbamein? Eg helt
tað vera kreft!« segði sonur Evy lætt
aður, eftir at hon hevði forklárað
honum hvat ið feilti henni.
– Krabbamein ljóðar nógv fittari
enn kreft, leggur Evy afturat.
Evy hevur tvey børn sum vóru
ávegis inn í tannáringaárini, tá ið hon
fekk staðfest bróstkrabba.
– Eg haldi at eg gjørdi alt tað rætta.
Eg fortaldi børnunum alt sum tað var,
og tey vóru við, einu ferðina eg var í
Danmark til stráling. Áðrenn hevði
eg víst teimum ein film um stráling,
soleiðis at tey vistu hvat tað var. Eg
haldi at tey eru komin væl burturúr
tí, sigur Evy.
Í dag merkir Evy, at hon er broytt.
Lívið er merkt av størri tilvitsku um
hvussu brádliga alt kann enda.
– Eg raðfesti øðrvísi. Eg fari ógvu
liga sjáldan til sovorðið eg ikki tími.
Eg fáist mest við ymiskt, sum eg
haldi vera stuttligt. Eru tað fleiri ting
eg skal samstundis, so velji eg altíð
tað, sum bara er einaferð. Slíkt, sum
heilt víst ikki kemur aftur. Og so livi
eg meira nú, um tað er okkurt sum eg
ordiliga vil, so lati eg ikki møguleikan
fara framvið. Eg raðfesti tað sum er
nú, og serliga slíkt, sum ongantíð
kemur aftur. Tað er ordiliga bevíst. Eg
royni at lata vera við at hugsa: hatta
kann eg altíð gera. Og heldur hugsa:
Tað er ikki vist at tað kemur aftur;
og so leypi eg avstað. Og eg minnist
hvussu eg einaferð stýrdi fyri at
gerast 30 ára gomul, í dag bara gleðist
eg yvir skjótt at verða 50.
Náttúra og vakurleiki er eisisni
vorðin øðrvísi, heldur Evy, og hon sær
í dag vakurleika nógv støð, sum hon
annars kanska ikki hevði sæð hann.
Men tað fylgir eisini nógvur ótti
við tíðini eftir. Nógv blíva sjúk aftur,
og til stráluviðgerð á Ríkissjúkrahús
inum hitti Evy nógv, sum vóru har
fyri næstu, triðju ella fjórðu ferð. Og
andlátini í útvarpinum eru eisini
vorðin øðrvísi, tí av og á eru tað fólk,
sum vóru har, og tað minnir Evy á, at
hon enn er til.
– Vit vóru fýra sum fylgdust nógv
í Danmark, tá ið vit vóru til strálu
viðger. Av okkum fýra er tað í dag
bert eg sum eri á lívi. Fyrstu tíðina
eftir at eg var vorðin fríst, bar eg
ógvuliga bangin. Eg helt meg alla tíð
merkja okkurt í bróstinum.
Eg var í heilum úti á
Onkologisku deild.
Hvørja
ferð
menstratiónin
nærkaðist, so
var eg vís í
at eg føldi
okkurt, og
bleiv bangin
– til eg hugdi í
kalendaran og
skilti hví, sigur
Evy.
Tey á Onkolog
isku deildini hava verið
fitt, og altíð hjálpsom. Evy
kennir á sær, at hon altíð kann ringja
um hon gerst bangin.
Evy hugsar minni og minni um,
at hon hevur havt krabba, og nú seks
ár eru liðin síðani skurðviðgerðina, er
óttin næstan farin.
– At byrja við hugsaði eg nógv um
tíðina. »Bara eg nái konfirmatiónina
hjá Bjørg, ella bara nái hetta og hatta«.
So krevji eg ikki meira av lívinum. Eg
hugsi minni og minni so. Og sjálvt
krabbameinið hugsi eg slettis ikki um,
eg havi næstan gloymt tað. Men tað
kemur enn. Eg hevði silvurbrýlleyp
her fyri, og tá hugsaði eg: Ja, nú náddi
eg eisini tað, sigur Evy.
Hvussu framtíðin sær út veit
eingin okkara, men vist er, at Evy og
familja hennara í dag taka hvønn dag
sum eina gávu.
post@sosialurin.fo
tema Bróstkrabbi
Hóast nógvar kvinnur
merkja knyklar, vætu
savnan ella smáar for
kálkingar í bróstunum, er
talan í fleiri førum ikki um
illkynjaðar broytingar
»Eg leyp útí tað, og fór í brúdleyp. Har vóru øll tey eg
kendi, so nú var sloppið, og eg kláraði aftur
at vera úti ímillum fólk«
Evy Toftegaard Nielsen
Privatmynd
– Hetta var mítt val, og eg vil ikki ráða nøkrum til at velja hormonviðgerina frá, tað er jú tað sum
læknarnir viðmæla. Men hetta var tað sum var best fyri meg, sigur Evy Toftegaard Nielsen