Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 15 Fegnast um kanningartilboð Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, fegnast um, at eitt týðandi stig nú er tikið móti regluligari røntgenkanningum av føroyskum kvinnum fyri bróstkrabba Mortan Østerø »Mammografi-screening« hevur verið millum heilt nógv nýttu orðini í fjølmiðlunum seinastu árini vegna stóra ónøgd við mannagongdirnar á økinum. Eitt skifti kundu kvinnur, sum óttaðust bróstkrabba, bert sleppa til kanningar við ávísing frá kommunulækna, um tær høvdu greið sjúkueyðkenni. Januar mánað í ár varð hetta tillaga soleiðis, at allar kvinnur við ávísing frá kommunu­ lækna kundu fara til kanningar, hóast ógrundaðan illgruna um bróst­ krabba. Tað var í 2008, at ein ar­beiðs­ bólkur varð settur at orða før­oyska krabbameinsætlan. Ætlanin varð handað táverandi heilsu­málaráð­ harranum, Akseli V. Johannesen, árið eftir, og millum tilmælini var, at allar kvinnur skuldu sleppa til røntgenkanningar fyri bróstkrabba. Í farnu viku kom hetta eitt týðandi fet nærri einum veruleika, og tað fegn­ast Jákup N. Olsen, formaður í Krabba­meinsfelagnum um. – Sum nú er, er ikki nakað ítøkiligt tilboð, men kvinnurnar noyðast sjálvar at fara til kommunulæknan at fáa eina ávísing. Við tíðindunum úr Heilsu- og innlendismálaráðnum fara kvinnur nú at verða kallaðar inn til kann­ingar, og tað er eitt stórt stig á røttu leið, sigur Jákup. Aldurin ger mun Tað verða kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár, sum fáa tilboð um at lata seg kanna fyri bróstkrabba. Taka tær av, kunnu tær fara til kann­ingar annaðhvørt ár. Í fleiri av norður­ lendsku grannalondunum er tað sami aldursbólkurin, sum fær tilboðið – orsøkin er, at hesar eru í størsta vandabólkinum. – Tá ið frískar kvinnur verða bodnar til kanningar, er tað lættari hjá teimum at taka av tilboðnum, enn tá tær sjálvar skulu taka stig til at lata seg kanna. Kvinnurnar kunnu vera sjúkar uttan at vita av tí, ella hava ógreið sjúkueyðkenni og tískil lata vera við at fara til screening. Krabbameins­felagið hevur ynskt kann­ingar­tilboðið, tí á tann hátt kann krabbin staðfestast fyrr og harvið bøta um útlitini fyri at basa krabb­ anum, sigur Jákup N. Olsen. Formaðurin í Krabbameins­ felag­num vísir á, at royndirnar tala fyri, at hesin aldursbólkurin er í størsta vand­anum fyri at fáa bróst- krabba. – Vit samskifta nógv við krabba­ meinsfeløg kring okkum, og roynd­ ir­nar hjá teimum flestu vísa á, at bróst­krabbi oftast kemur fyri í hes­ um aldurs­bólkinum. Talan er ikki um aldurs­mismun í so máta, men heldur, at man hevur tikið skyn­som atlit. Kvinnur, sum ikki eru í aldurs­ bólk­inum, kunnu framvegis venda sær til kommunulæknan og fáa eina ávísing, sigur formaðurin í Krabba­ meins­felagnum. – Kemur upp á tal at breiðka aldurs­bólkin, fara vit sjálvandi at stuðla tí, leggur hann afturat. Landssjúkrahúsið hevur nú lýst eftir einum onkologi at taka sær av krabbameinsviðgerð, og eftir ætlan inniber ein avtala við Ríkissjúkra­ húsið, at serlæknin verður í Føroyum tveir dagar um vikuna, í mun til tann eina dagin fjúrtanda hvønn dag. Skulu sleppa til kanningar Ein av atfinningunum móti kann­ ing­unum, hevur verið, at tosið um bróstkrabba er farið av sporinum og skundar undir óneyðuga nógvar frískar kvinnur at lata seg kanna. Tað leggur stóra arbeiðs- og kostnaðar­ byrðu á Landssjúkrahúsið, ið kann føra við sær longri bíðitíðir og møgu­ liga halda kvinnunum í upplagda vanda­bólkinum frá kanningum. Av tí sama komu eisini strangari ásetingar fyri hvørji sjúkueyðkenni skuldu gera seg galdandi áðrenn ein kvinna slapp til kanningar. Strongu leiðreglurnar eru tó sleptar aftur, og kvinnur við grundaðum og ógrundaðum illgruna um bróstkrabba kunnu nú kannast eftir ávísing frá kommunulækna. – Tað er greitt, at ávísir vansar eru við kanningunum, men fyrimunirnir viga tyngri. Ein og hvør kvinna sum fær staðfest bróstkrabba tíðliga í sjúku­gongdini kann roknast sum ein vinn­ingur, og hevur tá betri umstøður at gerast leys av krabbanum aftur, sigur Jákup N. Olsen. Hann vísir á, at í Føroyum fáa áleið 25 konufólk staðfest bróstkrabba um ári, meðan lutfalsliga fleiri doyggja av honum her enn aðrastaðni. – Eingi greið svar eru um hví so er, og sjálvandi kann hagfrøðiliga óvissan spæla inn. Um lutfalsliga fá konu­fólk lata seg kanna, og tey flestu av hesum lata seg kanna ov seint, gevur tað eisini eitt útslag í hag­tøl­unum, sum sigur at nógvar lut­fals­liga nógvar kvinnur doyggja av bróst­krabbanum. Tað kunnu vit ikki nóg greitt vátta, og vísindaligar kann­ingar verða gjørdar í løtuni, sum kunnu siga okkum hvørt krabbin er meiri agressivur hjá føroyskum kvinn­um, sigur formaðurin í Krabba­ meins­felagnum. mortan@sosialurin.fo – Tá ið frískar kvinnur verða bodnar til kanningar, er tað lættari hjá teimum at taka av tilboðnum, enn tá tær sjálvar skulu taka stig til at lata seg kanna, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum Krabbameinsfelagið savnsmynd