hósdagur 15. oktober 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. oktober 2015
sosialurin 119
20
– Sjálvandi havi eg eisini mínar
meiningar um hvar skúlin hevði
riggað best. Men tað er tað vit hava
politikarar til. Eg haldi teir skulu bara
taka avgerð og koma í gongd, sigur
Andrea.
Mest umráðandi fyri hana er, at
støða verður tikin og farið verður
undir at arbeiða við verkætlanini. Tí
tørvurin – hann bara veksur.
– Eg haldi tað órógvar virksemi hjá
Musikkskúlanum, at man ikki tekur
eina avgerð og heldur seg til tað. Tí
tann tíðin man brúkar uppá at kjak
ast hendan og handan vegin, hevði
verið betri brúkt til at byggja skúlan,
sigur Andrea.
Hon vísur á, at umstøðurnar hjá
Musikkskúlanum í dag als ikki nøkta
tørvin, og tí er umráðandi at skjøtul
verður settur á nýggja bygningin,
sum skal húsa ungum tónleikarum
framyvir.
Mong eru góð við skúlan
Ein orsøk til, at fleiri hava sterkar
hugsanir um Musikkskúlan er helst,
at tey eru mong, sum brenna fyri tí
virksemi, sum skúlin bjóðar. Og tað
er at fegnast um. Tað sæst eisini aftur
í virkseminum, tí tørvurin í dag er
sera stórur. 600 næmingar ganga á
Musikkskúlanum í Havn, og bíðilistin
er langur.
– Vit mugu hava ein skúla, sum í
minsta lagi kann húsa teimum, sum
ganga á skúlanum í dag, og helst enn
fleiri, so vit fáa bilbugt við bíðilistan,
greiður Andrea frá.
Hon vísur á, at tað innan karm
arnar í skúlan er breið semja um, at
skipanin við bíðilistunum skal endur
skoðast. Men óansæð mannagongdir,
so er tørvurin størri enn Musikk
skúlin klárar at nøkta.
– Eitt er ein nýggjur bygningur.
Men vit hava sanniliga eisini tørv á
størri játtan, so fleiri lærarar kunnu
setast í starv, sigur Andrea.
Ein fyritreyt fyri at fáa enn
fleiri næmingar inn um skúlagátt í
Musikkskúlanum er, at tað eru fleiri
lærarar, sum kunnu taka sær av
næmingunum. Og eisini her er tørvur
á politiskum vilja.
– Tað gjørdi einki, um skúlin fekk
eina hægri játtan alt fyri eitt, stað
festir Andrea.
Visjónin er
at fylgja við
Tey flestu eru á einum málið um, at
skúlin hevur týdning fyri samfelagið
á fleiri økjum. Mangar kanningar
vísa, at tónleikur hevur jaliga ávirkan
á innlæring hjá børnum, og tí kann
tónleikaundirvísing nýtast við fleiri
endamálum fyri eyga.
– Eg vóni, at vit í framtíðini kunnu
arbeiða meira saman við fólkaskúl
unum, so at vit soleiðis kunnu fáa
tónleik út til enn fleiri børn, sigur
Andrea Heindriksdóttir.
Musikkskúlin hevur nógvar góðar
siðvenjur, sum rigga væl og sum
nýggi stjórin hevur ætlanir um at
varðveita. Men neyðugt er eisini, at
Musikkskúlin fylgir við tíðini og har
við ungdóminum.
– Alt rundan um okkum broytist
við øgiligari ferð, og sjálvandi skal
skúlin fylgja við í tí gongdini, sigur
Andrea Heindriksdóttir.
Hennara visjón er at byggja á tær
sterku súlur, sum skúlin hevur staðið
á hesi seinastu mongu árini. Men
samstundis er umráðandi at fylgja
við tíðini.
– Vit skulu byggja á tað, sum hevur
riggað væl higartil, og samstundis
flyta okkum frameftir, sigur Andrea.
Eitt nú er heimurin innan tónleik
og tøkni í støðugari menning, og um
ráðandi er, at Musikkskúlin eisini
hevur fingurin á pulsinum hvat tí
viðvíkur.
– Tað eru nógv viðurskifti innan
tónleik og tøkni, sum krevur eina
skúling ella eina innlæringarfasu, so
at tey ungu læra at arbeiða við tí. Tað
kann vera alt frá ljóðviðger, at gera
tónleik á teldu, upptøkur og so fram
vegis, sigur Andrea.
Tá ið hon sjálv fór undir sína
tónlistarligu útbúgving var markið
heldur skarpt teknað. Antin vart tú
rútmiskur tónleikar ella vart tú klass
iskur tónleikari. Í dag eru tey ungu tó
meira fleksibul.
– Tey ungu eru ikki í kassum, eins
og vit vóru tað. Tey flyta seg inn á øll
hugsandi økir innan tónleik og tað
má Musikkskúlin eisini taka hædd
fyri, sigur Andrea.
Enn hevur hon ikki tikið við
starvinum, men visjónirnar hevur
hon havt við sær og útbygt, síðani
hon byrjaði sum lærari á skúlanum
í 1992. Fram til 1. november hevur
Andrea ætlanir um at seta seg inn
í umsitingarligu skipanirnar í skúl
anum, men 1. november er dagurin,
tá ið nýggi stjórin tekur við og lunnar
verða lagdar undir ein nútímans og
samstundis siðbundnan Musikk
skúla.
barbara@sosialurin.fo
»Eg vóni, at vit í framtíðini kunnu arbeiða meira saman
við fólkaskúlunum, so at vit soleiðis kunnu fáa tónleik
út til enn fleiri børn«
Andrea Heindriksdóttir
– Tað órógvar virksemi hjá
Musikkskúlanum, at man
ikki tekur eina avgerð og
heldur seg til tað. Tí tann tíðin
man brúkar uppá at kjakast
hendan og handan vegin,
hevði verið betri brúkt til at
byggja skúlan, sigur Andrea
Heindriksdóttir, sum 1.
november tekur við sum stjóri
í Musikkskúlanum í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
savnsMynd
tónleikur