Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 21 Tórshavnar Kamarkór er úti við nýggjari útgávu, ið ber heitið »Kvøldtankar«. Við hesari útgávu, vísur Kamarkórið okkum á, at tekniska støði í føroyskum kórsangi er høgt, tá hugsað verður um, at kórsangur er eitt frítíðarítriv her á landi SIGURJÓN EINARSON Ú tgávan »Kvøldtankar« er útgivin í samband við, at Tórshavnar Kamarkór í ár hevur verið virkið í 30 ár. Á útgávuni eru 14 føroyskir sangir. Nakrir eru eldri og væl kendir, meðan flestu sangir ikki hava verið á nakrari útgávu áður. Allir eru teir tó sangir, sum eru ella hava verið partur av sangskránni hjá kórinum seinastu tíðina, ið nú eru á nýggju útgávuni. Millum nýggju verkini, sum eru útsettir til Kamarkórið, kunnu nevnast m.a. Unn Patursson, ið hevur staðið fyri »Skermar«, ið Gunnar Hoydal hevur skrivað orð til. Tróndur Bogason við »Fluguni«, har Marjun Syderbø Kjelnæs eigur orðini. Leif Hansen og »Árringar og Æðrar«, ið Carl Jóhan Jensen hevur skrivað orðini til. Atli Kárason fyri »Flóvin Bænadiktsson«. Og síðani hevur kórleiðarin, Stephen (Berharður) Wilkinson, eisini ognað kórinum tvær enskar yrkingar, sum eru týddar til føroyskt á fløguni, »Tætt Saman og Móti Vári«. Umframt hesi, eru eisini verk eftir Kára Bæk og Sunnleif Ras­mussen, ið hevur sett sangin »Aldan« eftir Waagstein út fyri kór av nýggjum. Útgávan ímyndar eina løtumynd yvir kórlandslagnum í Føroyum fyri tíðina, við tað at verk, sangir og út­ setingar eru ymisk, bæði tá tað kemur til huglag og hóskandi ferð, men eisini tá tað kemur til nýskipan og gamlan sið. Og tað er eitt Kamarkór í stór­ formi, ið er at hoyra á nýggju út­ gáv­uni. Fyrr í ár vann Kamarkórið heið­urin fyri bestu framførsluna á kórfestivalinum – ið er ætlaður sum íblástur hjá ymisku kórunum til at finna uppá eitthvørt, sum kann gera teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt – og tað var hetta, Kamarkórið vann fyri teirra framførslu, ið vísti neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Tað er nú hetta, sum áhoyrarin sleppur at hoyra á útgávuni »Kvøldtankar«, ið Tutl gevur út. Kvøldtankar hjá Kamarkórinum vísir tað besta, føroyskur kórsangur hevur at bjóða fyri tíðina. Tað yvi­r­ skip­aða ljóðið er gott og í javnvág, og tí er eingin av røddunum dominerandi. Hetta má kórleiðarin eiga stórt rós fyri. Tað er eins og kórleiðarin hevur verið heilt og fast til staðar undir venjing, og tí eri eg eisini vísur í, at hann eigur at vera nøgdur – at sangurin verður borin somikið væl fram á útgávuni. Kórleiðarar eru ong­an­tíð heilt nøgdir, tí soleiðis eiga teir at vera, kanska bara soleiðis heilt natúrligt. Men tað virkar til, at kór­leiðarin hevur undirvíst sínum sangarum væl, tí sangirnir verða fram­førdir sannførandi og við sjálvs­ áliti. Bernharður Wilkinson hevur verið leiðari hjá kórinum seinastu sjey árini, og hesa tíðina hevur kórið sungið nógv nýtt føroyskt tilfar, um­ framt nýggj og eldri útlendsk verk. Undir Bernharði hevur Kamarkórið nátt nýggjar hæddir, tá tað ræður um tónleikaliga dugnasemið og áhaldandi menningina á tekniska økinum. Alt hetta ger, at Kamarkórið egnar seg at syngja krevjandi og tekniskar sangir sum eitt nú »Flóvin Bænadiktsson«, »Nú Rísur«, »Tætt Sam­an«, »Flugan«, »Kvøldtankar«, »Árringar og Æðrar« og »Skermar«, ið trøllabindur áhoyraran við frá­líka kórljóðinum og fólksliga rein­leik­ anum. Fyrr í summar var kvæðaráðstevna í Norðurlandahúsinum, har enda­ málið við tiltakinum var at vísa øðr­ vísi tulkingar av kvæðum. Tá varð komið eitt sindur inn á, hvussu tað kann bera til at tulka kvæðini í eitt nú tungmálmstónleiki. Her haldi eg, at tey bæði kvæðini, ið eru útsett til Kamarkórið – »Flóvin Bænadiktsson« og »Ólavur Riddararós« – eisini ger eitt frálíkt ískoyti til júst hetta við nýtulkingum, har kórið blandar gamal og nýtt, siðvenju og kórsang. Um­framt føroysk kvæði, verður Kingo eisini nýtulkaður í sanginum »Lover nu Herren«. Um komið verður aftur til fyri_ brygd­ið; at ein kórleiðari ongantíð er heilt nøgdur, so er ikki nógv at fílast at á útgávuni. Tað einasta atfinningarsama á útgávuni – og nú eri eg í smáborgarliga horninum – er, at tað kanska kundi verið strammað eitt sindur upp, tá setningarnir enda og vit viðhvørt fáa hesi ...ssst, ssst- ljóðini, ið kunnu vera til ampa fyri áhoyr­aran, tá ein er til kórkonsert. Rokni tó við, at sera dugnaligi kór_ leiðarin hevur skil á hesum og ger sítt til at minna sínar “næmingar” á júst hetta allatíðina. Kvøldtankar fær fýra út av fimm stjørn­um. TÓNLEIKUR TEKNISKIR »KVØLDTANKAR« Á HØGUM STØÐI ★★★★★ Ummæli