hósdagur 15. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. oktober 2015
sosialurin 119
22
kostráð
Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur
Sunnari barnaføðingardag
Soul Made 10 ár
Soul Made Faroe Islands brandið verður 10 ár, og tað sæst aftur í
handlinum fram til leygardagin klokkan 16.00. Handilin í Tróndargøtu
bjóðar ymiskt til matna hósdag, fríggjadag og leygardag og onkur
avsláttur verður av vørunum.
Hetta hendir
um vikuskiftið...
Eitt ár størri og eitt ár betri! Enn ein føðingardagur fyri framman, men hvat
skal ein finna uppá! Vit vaksnu sameina ofta føðingardagar við eitt væl
borðreitt borð við alskyns køkum og góðgæti, og harvið halda vit, at soleiðis
ynskja okkara børn somuleiðis at hátíðarhalda dagin. Men er tað nú so?
Børnini verða ofta illa uppløgd av stóru mongdini
av sukri, og hava ikki somu orku at stuttleika
sær og spæla við hini børnini. Sambært danska
Heilsustýrinum eta 6 út av 10 børnum ov nógv
sukur. Ein barnaføðingardagur er ein hátíðar
dagur, og tí skal sjálvsagt eisini vera pláss fyri
eitt sindur av søtum, men um mongdin av sukri
er ov stór, tekur tað plássið frá tí heilsugóða
matinum. Mælt verður til, at maturin, ið borð
reiddur verður, er heilsugóður og gevur orku.
Afturat tí søta kann ein hava leskiligar rættir, har
ein gevur rúmd fyri grønmeti, frukt og fullkorni.
Her eru nøkur hugskot:
Høsnarungafrikkadellur við
broysknum rákostsalat afturvið
Áleið 40 stk.:
400 g hakkaðum høsnarunga, 1 ½ tsk. grovum
salti, pipar, 45 g havragrýn, 2 eggjahvítar, ½ rivin
leykur, ½ - 1 dl. skúmað mjólk, ½ tsk. oregano,
½ tsk. timian, smør + olivenolju til at steika í.
Alt hetta skal rørast saman, formast við einari
teskeið til smáar frikkadellur og steikjast á
pannuni. Borðreið við rákostsalati afturvið. Rív
gularrøtur og hvítkál groft. Koyr síðan rosinur og
saftina av eini appelsin í og blanda væl saman.
Fruktspjót við alskyns fruktum
Legg spjótini í vatn áleið 1 tíma áðrenn tey skulu
nýtast. Lat barn títt velja tær fruktir, ið honum/
henni lystir. Eitt nú súrepli, banan, víndrúur,
jarðber og ananas hóska seg væl. Sker fruktina
í bitar. Nýtir tú bananir og súrepli, koyr so eitt
sindur av sitrónsaft útyvir, soleiðis at fruktin ikki
gerst brún. Koyr síðani fruktina á spjótið.
Fullkornspylsubreyð
Áleið 20 stk.:
4 ½ dl. flogvum vatni, 25 g ger, 300 g
grahamsmjøl, áleið 300 g hveitimjøl, 1 tsk. salt,
10 pylsur skornar í helvt. Rør gerina í flógva
vatninum. Koyr grahamsmjøl, tað mesta av
hveitimjølinum og salti í. Elt deiggið, og koyr
restina av hveitimjølinum í eftir tørvi. Lat deiggið
ganga í 30 min. Pakka pylsurnar inn í deiggið,
soleiðis at pylsuendarnir eru fríðir í báðum síðum.
Grønmetisstavir
Sker alskyns grønmeti í stavir og koyr teir í
pen eingangsgløs. Nýt grovt grønmeti, eitt
nú gularøtur, reyðrøtur, brokkoli og blomkál.
Heimagjørt hummus og guacamole hóska seg
væl afturvið.
Grønmetisbollar
Áleið 30 stk.:
25 g ger, 5 dl vatn, 1 dl hvíta, 1 ½ tsk salt,
150 g grahamsmjøl, 150 g fullkornsspelt, 650
g hveitmjøl, 350 g rivi grønmeti: Antin 350 g
gularót ella 150 g reyðrót og 200 g gularót.
Rør gerina í flógva vatninum. Koyr hvítan í,
og síðan grønmeti og rør væl. Koyr restina av
tilfarinum í. Elt deiggið væl. Lat ganga í 1 tíma.
Ger til bollar og lat teir ganga í 45 min. afturat.
Bakað við 200 hitastigum í 20 minuttir.
Preiðið hesaferð
Lat børnini sløkkja tostan
í vatni, ístaðinfyri saft. Ger
vatnið meira innbjóðandi og
litríkt við frískari frukt og
ísterningum.
Tú skal nýta
Bakkar til ísterningar, ½ pk. víndrúum
Fryst ísterningarnar og víndrúurnar í seinasta
lagið dagin fyri veitsluna. Borðreið vatn í kannum
við ísterningum og frystum víndrúum.
mangt og hvat
Teitur
og Osgood
í Norður
landahús
inum
Teitur vitjar leygarkvøldið
í Klingruni í Norður
landahúsinum við síni
nýggjastu tónlistaverk
ætlan, har hann spælir
saman við viðurkenda
danska trummuleikar
anum Kresten Osgood.
Tiltakið byrjar klokkan
19.30.
Teitur gav sína fyrstu fløgu
út í 2002, og hevur síðan tá
framført í mestsum øllum
heiminum og fingið holla
altjóða viðurkenning.
Síðsta útgávan hjá Teituri
»Story Music« frá 2013 varð
tikin upp í eini gamlari
ísfabrikk í Føroyum, og
hevur »storytelling« sum
høvuðstema.
Danski trummusláarin
Kresten Osgood hevur
seinastu 16 árini verið sera
virkin í danska tónleikalív
inum, og er skýrdur at vera
»tað besta, sum er hent í
donskum jazzi síðan 80ini«.
Avmarkað pláss er til hesa
forkunnugu konsertina.so
her er nógv at gleða seg til!
Konsert...
Modellmynd