Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 23 John Lennon í Spaniastovu Nú kemur væl dámda John Lennon tiltakið, ið fylti Spaniastovu fleiri ferðir, í Reinsaríið. Millum annað framføra Pætur við Keldu, Rani Nolsøe, Hans Andrias Jacobsen og Jón Jacobsen. Eisini heldur Andras Sólstein fyrilestur um Lennon. klumman Barbara Holm Fyri bróstini! »Har er eingin bíðilisti í løtuni, t.v.s at tær kvinnur, ið vera ávístar til skanning, sleppa framat beinanvegin«. Hesi vóru boðini frá sjúkra­hús­stjóranum, Johnny í Grótinum, í sam­band við temasíðurnar um bróstkrabba aðra­staðni í blaðnum. Eingin bíðilisti? Vit, sum eru limir av Facebook bólkinum »mammo­grafi í Føroyum«, eru helst vitandi um tað ørkymlan og vónbrot, sum mangar kvinnur við bróstkrabba ella við knykli uppliva javnan í Føroyum. Bíðilistin hevur verið langur, og fleiri kvinnur hava fingið tíð, fyri síðani at fáa útsett tíðina, tí eingin lækni var í Føroyum júst tá. Kanst tú ímynda tær at hava ein knykil í bróst­ inum, ella at hava fingið staðfest bróst­krabba, og ikki sleppa framat hjá læknanum? Nei, tað kann eingin, sum ikki hevur roynt tað. Eg kann bara ímynda mær hvørjir tankar fara ígjøgnum høvdið á einari kvinnu – ella fyri so vítt øll, sum hava havt ella hava illgruna um krabba­mein – tá ið man ikki sleppur til lækna. Men nú er bíðilistin burtur, sigur sjúkrahús­ stjórin. Og samstundis síggja vit, at Løgtingið hevur játtað eyka fígging til at lata allar kvinnur millum 50 og 69 ár skannast regluliga fyri bróstkrabba. Tað er ein byrjan, eingin ivi um tað. Men nú vit skriva oktober, og dagarnir eru í tekninum hjá bróstunum – latið okkum for ólukkan lata allar kvinnur sleppa framat mammografikanningini! »Eg fekk bróstkrabba tá eg var 36 ár«, skrivaði ein kvinna herfyri á áður­nevnda Facebook bólki. Ja, bróstkrabbi ella krabbamein annars spyr ikki um aldur. Hví skulu vit bíða til vit eru 50 ár fyri at sleppa til reglu­liga kanning? »Allar kvinnur við ávísing sleppa framat beinan vegin«, sigur Johnny. Um tú hevur ill­gruna, onkuntíð hevur varnast eina óvanliga buglu her ella har í bróstinum, ella bara er bangin fyri, at okkurt kann henda, so er tað nú, at tú skalt fara til tín kommu­ nulækna. Kanska tað ikki er bara bara at fáa eina ávísing til mammo­ grafi kanning, men ivaleyst eru mangir kommunu­læknar, sum skilja álvaran í kensluni av, at ein knútur situr í bróstinum, sum ikki skal vera har. Og tit politikarar – fín byrjan, men vælsignaðu finni pengar til at senda allar kvinnur til reglu­ligar mammografikanningar! Tað kostar meira at lata vera. Ribe Big Band Ribe Big Band vitjar í Føroyum í oktober, og kemur í hesum sambandi á Reinsaríið at spæla konsert leygarkvøldið kl. 20.00. Og bólkurin vitjar í Norðurlandahúsinum Sunnudagin millum 16.00 og 17.00. Heini Lützen í Reinsarínum Sunnukvøldið klokkan 20.00 fara fer Heini Lützen saman við íslendskum tónleikarum at halda tilbiðjanarkonsert í Reinsarínum. Langhylurin letur upp Langhylurin í Vági letur upp leygardagin klokkan 10.00. Sama dag ber til at svimja í hylinum og til hátíðarløtuna fyrrapartin verða røður, tónleikur og okkurt yvirraskilsi. Modellmynd