hósdagur 15. oktober 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 119
24
Matgerð
KOLAČIĆI
Mítt nýttárlyfti fyri komandi ár fer at vera at fáa
mær fleiri vanar og fleiri traditiónir; og eg eri longu
byrja. Eingin orsøk at bíða til nýggja árið kemur
TJÓÐHILD PATURSSON
H
vønn leygardag royna
vit at gera okkurt serligt
burturúr morgunmat
inum. Vit hugna okkum
í køkinum, gera morgunmat og seta
pitsadeiggi at ganga til um kvøldið;
leygardagur er nemliga eisini vorðin
pitsadagur. Pitsa saman við mostir,
Karl og Ragnu – men tað venda
vit aftur til eina aðraferð. Fyrst til
morgunmatin. Hendan morgunin
spurdi eg Ýr hvat hon hevði hug
til, eg væntaði at hoyra okkurt av
tí vanliga: røregg, spejlegg, bananís
(hatta má eg eisini venda eftur til!)
ella jarðberjasmootie. Men nei, hon
svaraði: »Mamma, kunnu vit gera
kolačići?». Kola…hvat? »Kolačići, eg vil
hava kolačići«. Eg royndi at fáa barnið
at greiða mær frá hvat hon meinti
við, men eftir tvær misseydnaðar
royndir at fáa mammu sína at fata
hvat kolačići var fyri nakað, fór hon at
gráta og rýmdi ill inn í kamarið.
Ikki fyrr enn hon var farin fekk
eg fatur á tí serbiska tónalagnum í
orðinum. Kolačići, tað má vera okkurt
hon hevur fingið at eta niðriundir hjá
Teodoru og Taru. Nú hevur Ýr búð í
Svøríki í ein heilan mánaða, men hon
tosar meira serbiskt enn svenskt. Tað
búgva tvær fittar serbiskar gentir
niðriundir hjá okkum, Teodora og
Tara. Tær eru eisini júst fluttar til
Svøríkis. Teodora (6 ár) tosar bert
serbiskt og lítlasysturin Tara (2 ár)
tosar næstan ikki – men Ýr hevur lært
hana eittsindur av føroyskum. Og Ýr,
ja, hon skilur nú eisini eittsindur av
serbiskum.
Seinni sama dagin spurdi eg Sanju,
mammu Teodoru og Taru, um hon
kendi nakað til kolačići. Hon flenti
at míni útalu og fortaldi at kolačići
merkir ‘ein lítil køka’ á serbiskum.
Ímeðan tey leita sær eftir einum
øðrum bústaði, búgva Tara, Teadora,
mamman og pápin í einum lítlum
studentakamari niðriundir; og har
er eingin ovnur. Tí hevði hon funnið
uppá at bakað breyð á pannuni; og
við eittsindur av flormelis útyvir ótu
genturnar eina rúgvu, segði hon.
Tað er stuttligt hvussu ymsar
mentanir eru. Her hjá okkum høvdu
flest fólk nokk snerkt eftir at man við
sukuri royndi at fáa børnini at eta
enn meira av ljósa hveitibreyðnum.
Men Sanja sum júst er flutt til Svør
íkis, og enn ikki er vorðin ávirkað av
heilsunormunum her, hugsar ikki
so. Fyri hana er tað fantastiskt at
kunna geva børnunum nokk, at tær
eta nógv, og ikki líða neyð.
Eg hevði nokk ikki bjóða Ýr hetta
hvønn dag – og tað ger Sanja nú
heldur ikki; men av og á haldi eg at tað
er gott at loyva sær hugna og at njóta
– óansæð hvat okkara heilsunormar
siga okkum – júst nú.
Sanja gjørdi kolačići sama kvøldið
og kom uppá við nøkrum til okkara
eisini. Mmmhh… eg skilji væl Ýr. Eg
vil eisini hava kolačići til morgunmat
komandi leygardag - gott at vit hava
tilflytarar, sum kunnu vísa okkum
á nýggj mathugskot, og ríka okkum
lívið.
Kolačići
- uml 10 stk
Kolačići er bara hveitideiggj, stokt
á pannuni, drýssað við flormelis. So
hetta er ikki nøkur beinleiðis upp
skrift, men heldur eitt leygardags-
hugskot.
Tú kanst brúka júst tað upp
skriftina uppá bollar/breyð sum tú
hevur hug til. Mær dámar væl hesa,
tí at eg kann seta hana at ganga
kvøldið fyri. So er deiggið klárt, tá ið
vit vakna leygarmorgun (kl 6.00 – áh,
onkuntíð, onkuntíð, onkuntíð sakni
eg leygarmorgnar uttan børn. Men
bara onkuntíð – serliga beint í løtuni
sum eg vakni, við einum fótasparki
í høvii og einum »Mamma kom nú
upp, tað ER morgun nú!«). Og so koyri
eg eisini kardemummu í, men kanel
ella rosinur riggar óiva eisini væl.