hósdagur 5. november 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
10
TEMA
Tjóðhild Paturson
H
óast vit hava granskað
10 ár, kunnu vit ikki út
nevna eina orsøk til høga
títtleikan av parkinson
sjúku í Føroyum. Spurningurin er
ógvuliga samansettur. Man kann
siga, at spurningurin er eitt stórt
putlispæl, og at granskingin nú er
í holt við at finna fram tey brotini,
sum møguliga eru partar av myndini.
Maria Skaalum Petersen, Phd og
granskari hevur staðið á odda fyri
arbeiðinum heilt frá byrjanini, og var
í 2005 við til at staðfesta høga parkin
sontíttleikan í Føroyum.
Grindin kann vera ein
brikkur í putlispælinum
– Tá ið vit fóru í gongd við arbeiðið
funnust hypotesir um at skaðilig
evni, so sum PCB og kviksilvur, kundi
vera ein av orsøkunum til parkinson
sjúku. Av tí at vit vistu um høga inni
haldið av kyksilvuri og PCB í tvøsti
og spiki, var tað vert at kanna, um
nakað samband var ímillum grind í
kostinum og parkinsonsjúku, greiðir
Maria Skaalum Petersen frá. Tað var
sostatt ikki fyri at útskelda grindina at
farið var í holt við kanningararbeiðið,
men heldur tí at tað var tann vegin
onnur gransking peikaði.
Í grein sum varð almannakunn
gjørd í 2008 (Maria Skaalum Petersen,
Jónrit Halling & onnur), varð víst á
eitt samband ímillum tvøst og spik í
kostinum og parkinsonsjúku. Tað var
kosturin í vaksna lívinum, heldur enn
ávirkanin av kosti í móðurlívi, sum
tyktist at ávirka.
D-vitamin mangul,
ikki eitt týðandi brot
í putlispælinum
Í 2014 (Maria Skaalum Petersena,
Sára Bech & onnur) varð grein al
mannakunngjørd, sum viðgjørdi,
um D-vitamin mangul kundi verið
ein orsøk til høga títtleikan av parkin
sonsjúku í Føroyum. Gransking uttan
lands hevur víst, at D-vitamin tykist
at hava verjandi ávirkan á nervalagið,
og at sjúklingar við parkinson hava
lægri D-vitamin virðir enn frísk fólk
uttan sjúkuna (kontrollar). D-vitamin
kann hava ávirkan á sjúkueyðkenni,
sjúkugongdina og møguliga eisini
vandan fyri at fáa sjúkuna; tí bleiv
tað kanna, sigur Maria Skaale Pet
ersen. Men hóast tey ikki kundu
avvísa eitt veikt samband, kundi
D-vitaminmangul ikki nýtast sum
brot í putslispælinum í royndini at
skapa eina mynd av orsøkini til høga
títtleikan av Parkinson í Føroyum.
Kendar parkinson-
ílegur passa heldur
ikki til putlispælið
Tað finnast ílegur, sum eru kendar
fyri at hava samband við Parkinson.
Tað kundi hugsast at føroyingar,
við tøttu familjubondunum, høvdu
hægri títtleika av onkum av hesum
ílegunum. Men niðurstøðan frá
kanning í 2014 (Maria Skaalum Pet
ersen, Ilaria Guella & onnur) er, at
tað ikki ber til at siga, at sjáldsamir
íleguvariantar, sum áður hava verið
knýttir at Parkinssons sjúku í Før
oyum, hava stórvegis týdning fyri
útbreiðsluna. – Tað er tó einki løgið
í hesum, tí vanliga kunnu kendar
ílegur ikki greiða frá meira enn 5-10
% av sjúkutilburðunum. Tað kann tó
hugsast at tað finnast aðrar ílegur
Hví er títtleikin av
Parkinson hægri
í Føroyum enn í
grannalondunum
– Brot úr putlispælinum
Parkinson
Parkinson
og vit
Tað er spurningurin, sum
fleiri granskarar hava sett sær
seinastu árini. Men enn hevur
tó ikki eydnast at finna fram
til orsøkina. Ivaleyst eru tær
fleiri, og sum Maria Skaalum
Petersen, ph.d og granskari
vísur á, so eru fleiri viðurskifti
kannað og útilokað sum
orsøkir til høga parkinsontalið
í Føroyum, og framvegis sita
hópin av granskarum dagliga
og arbeiða við at finna fram
til hví tað rakar føroyingar
harðari.
Men fyri parkinson
sjúklingar kring landið er fyri
so vítt líkamikið hví sjúkan
rakar. Mest umráðandi fyri
teir er, at almenningurin
fær eitt betri forstáilsi fyri
hvussu gerandisdagurin er
fyri ein við parkinsonsjúkuni.
Í temasíðunum hesaferð kanst
tú lesa um Trónd Nolsøe av
Tvøroyri, sum seinastu 15 árini
hevur livað við parkinson
sjúkuni.
– Vit hava øll lyndi til
at halda, at sjúkan einans
merkir ristandi hendur, men
veruleikin er, at sjúkan er
ógvuliga hørð við tey, sum hon
rakar, sigur Tróndur millum
annað.
Onkrir dagar eru betur
og aðrir verri. Tað ásannar
Joan Steinberg Joensen úr
Klaksvík, sum seinastu árini
hevur upplivað mann sín John
William Joensen stríðast við
sjúkuni. At forstáilsi mangan
vantar millum fólk, kennir hon
alt til.
Og júst tað er eisini
niðu–rstøðan hjá Parkinson
felagnum. Korini hjá parkin
sonsjúklingum og teirra
avvarðandi eru ov vánalig í
Føroyum í dag, og sum heild er
almenningurin illa upplýstur
um støðuna. Eisini kann tað
taka upp til tvey ár at fáa
staðfest sjúkuna í Føroyum,
hóast vit vita, at hetta er
ein sjúka, sum rakar okkum
meinari enn aðrar tjóðir.
Les um lívið við parkinson,
um at vera avvarðandi hjá
einum parkinsonsjúklingi og
um gransking á økinum í dag, í
temasíðunum hesaferð.
Góðan lesihug.
barbara@sosialurin.fo
Hví eru føroyingar harðari raktir av
ristandi sjúkuni enn aðrir heimsborgarar?
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum