Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 11 í Føroyum sum kunnu greiða frá ein­um størri parti, kanska serliga í teimum familjunum har fleiri til­bur­ð­ ir eru, sigur Maria Skaalum Petersen. Eru ymiskar orsøkir til ymisk útrykk? Hóast tað enn ikki er eydnast enda­ liga at staðfesta hví títtleikin av par­ kin­son­sjúku er hægri í Føroyum enn í grannalondunum, er innlitið í sjúk­ una vorðið nógv størri – Vit granska ikki bert í hví summi fólk fáa Par­kin­ son og onnur ikki, men millum ann­ að eisini hví sjúkueyðkennini eru ymisk, hví sjúkan mennir seg skjótt hjá summum og seinni hjá øðr­um, og hví nøkur fólk blíva sjúk fyrr enn onnur. Tí tá ið sjúkan sær so ymisk út hjá ymiskum sjúklingum, so er vert at seta sær spurningin um tað møguliga eisini eru ymiskar orsøk­ir handan sjúkuna, sigur Maria Skaal­ um Petersen. Eitt áhaldandi arbeiði Maria Skaalum Petersen fegnast um at fígging partvís er fingin tilvega til at halda fram við arbeiðinum. – Granskingin heldur fram, men er nú skipað sum eitt áhaldandi arb­ eiði, heldur enn ein tíðaravmarkað verk­ætlan. Fólk verða boðin við í kann­ingina, so hvørt sum nýggir til­burður av Parkinson verða stað­ fest­ir. Ikki bert sjúklingar men eis­ini familjulimir at sjúklingum verða boðnir við í kanningina. Í summ­um familjum er títtleikin av par­kin­sonsjúku hægri enn í øðrum familjum, og tí er vert at kanna um tað ber til at staðfesta eina ílegu, sum er or­søk til høga títtleikan. Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í føroyska sjúkra­húsverkinum, Ílegusavnið, Neuro­logiska ambulatorium á Lands­ sjúkrahúsinum, Syddansk Uni­versi­ tet og University of British Columbia, Kan­ada. Í hesi verkætlanini verður tí serliga hugt at ílegum; men um­ hvørv­is­ávirkan verður sjálvsagt eisini kann­að og tikin við, greiðir Maria Skaal­um Petersen frá. Hevur tú parkinsonsjúku og hevur áhuga í at luttaka í kanningin, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Skaalum Petersen á maria@health.fo ella ringja tlf. 316696 Hesi hava eisini luttikið og ella luttaka í gransking um parkinson í Føroyum: Luttakarar: Sára Bech, lækni undir serlæknaútbúgving í neurologi, Súsanna Crooks, granskingarsamskipari, Gunnvá Clementsen, sjúkrasystur, Poul Joensen, neurologur, Matthew Farrer, professari úr Kanada, Jan Aasly, neurologur úr Noregi, Beate Ritz, lækni og epidemiologur úr California, Pál Weihe, yvirlækni, Lene Wermuth, neurologur úr Danmark, Jónrit Halling, granskari, Philippe Grandjean, professari úr Danmark, Debes H. Christiansen frá Heilsufrøðuligu Starvsstovuni, Anne Vibeke Schmedes, biokemikari og Flemming Nielsen, analysu kemikari úr Danmark. Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í føroyska sjúkrahúsverkinum, Ílegusavnið, Neurologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, Syddansk Universitet og University of British Columbia, Kanada. Neurologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum Hevur tú parkinsonsjúku og hevur áhuga í at luttaka í kanningin, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Skaalum Petersen á maria@health.fo ella ringja tlf. 316696 Um Parkinson Parkinson er ein óbøtilig sjúka í miðnervalagnum. Ristingar er hitt kendasta sjúkueyðkennið. Orsøkin til sjúkueyðkennini er, at ov lítið dopamin verður gjørt í ávísum pørtum í heilanum. Dopaminið riggar vanliga sum millumliður millum nervakyknur í heilanum. Tá ið ov lítið dopamin verður gjørt vísir hetta seg fyrst og fremst sum ristilamningur. Kroppsligu ristingarnar - og annað ið eyðkennir Parkinson Tað eru ristingar ið flestu fólk seta í samband við Parkinson, men sjúkueykennini kunnu eisini vera onnur. Partvís lamming ella trekleiki í rørslu er vanligt, umframt stívleiki í kroppinum. Armar og bein eru ofta verst rakt. Stívleiki og trekleiki í beinunum sæst ofta aftur í gongulagnum. Afturat teimum motorisku trupuleikinum, eru eisini onnur vanlig fyribrygdi, sum kanska ikki eru so sjónlig fyri umheiminum; hetta kann vera nógvur sveitti, nógv spýtt, harður magi, trupuleikar við røddini, trupulleikar at lata vatnið og minni evni til kynsliga samveru. Sinnisligar ristingar - eyðkenna eisini Parkinson Parkinsonfelagið skrivar á heimasíðu síni at sinnisligi parturin av Parkinson ofta verður burturgloymdur ella bert roknaður sum eftirvirkni av sjúkuni. Tey nevna sinnistyngd og sinnisligan trekleika sum vanligt fyrikomandi. Vitið og minnið verður ikki rakt av sjúkuni, men av tí at tey flestu sum gerast sjúk eru eldri fólk, kann ávirkan á minnið eisini vísa seg og gera tað tyngri at dragast við sjúkuna. Bøtast, men ikki lekjast Enn finnst eingin viðgerð ið kann grøða sjúkuna. Tó finnst ymiskur heilivágur sum kann linna um sjúkueyðkennini og trupuleikarnar ið stavast av teimum. Heilivágurin virkar við at beinleiðis ella óbeinleiðis vaksa um dopaminið í heilanum. At venja vøddar og rørslur, møguliga saman við fysioterapeuti, kann eisini virka linnandi. Harafturat finnast ymisk hjálpartól, ið kunnu vera til nyttu. Orsøkin ivasom Tað eru serliga tilkomin og eldri fólk ið fáa Parkinson, hóast heilt ung fólk eisini kunna vera rakt. Einki kynsmynstur sæst í sjúkutíttleikanum, tí bæði kyn verða rakt líka ofta. Tað finnst eingin blóðroynd ella onnur kanning, ið kann staðfesta sjúkuna. Sjúkan verður ávíst við læknakanning. Stívleikin í limunum er tá eitt høvuðstekin. Orsøkin til at fólk fáa Parkinson er ivasom. Í Føroyum hevur verið og verður kanna í møguligum ílegu og umhvørvisorsøkum til parkinson. Enn eru eingin greið svar. Hetta kann lesast meira um her í blaðnum. Kelda: parkinson.fo Hvaðani stavar navnið? Sjúkan er uppkallað eftir James Parkinson. James Parkinson var enskur lækni. sum í 1817 fyrstu ferð gjørdi vart við sjúkuna. Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð viðgera Parkinsonsjúkuna og teir fordómar, sum føroyingar merkja á hesum øki.