Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 12 tema Fólk hava ov lítið forstáilsi – Eg kenni tað sum, at fólk ikki hava forstáilsi fyri sjúkuni og hvussu hon ávirkar sjúklingarnar. Bara tað, at onkur biður meg møta onkrastaðni eitt ávíst tíðspunkt sigur nokk. Ein parkinsonssjúklingur kann ikki fylgja klokkuni, sigur 60 ára gamli Tróndur Nolsøe, sum seinastu 15 árini hevur livað við Parkinsonsjúkuni. Barbara Holm L eygardagin er stórt tiltak í Dansifrøi í Havn við alskyns tónleiki og und­ir­ haldi annars. Hvat er enda­ málið? Jú peningur skal savnast inn til Par­kin­sonsfelagið. Og tað er júst or­saka av hesum tiltakið, at Trónd­ ur Nolsøe av Tvøroyri hevur valt at stilla seg fram, og greiða frá lív­in­ um sum parkinsonssjúklingur. Men hendan fyrsta morgunin vit royna at fara ígjøgnum hansara upp­liv­ing­ar, mugu vit steðga. "Eg fái ikki reiði­ liga tosað nú", sigur Tróndur Nols­øe í tele­fonini av Tvøroyri. Hatta siga helst mong okkara í ymiskum sam­ an­hang­um, men fyri Trónd er tað bók­stav­ligt. Hann fær ikki tosað, og tað er orsaka av sjúkuni, sum hevur darv­að hann seinastu mongu árini. Men dagin eftir eydnaðist, hóast Trónd­ur nakrar ferðir mátti leggja horn­ið frá sær eitt bil og samla sær megi til at tosa víðari. "Eg royni sum fræg­ast, men sig bara til um tú ikki skil­ur meg ordiligt", leggur Tróndur fyri við at siga. Sjúkan, sum nú er ein fast­ur partur av lívinum, byrjaði fyri 15 ár­um síðani á Tvøroyri. Tróndur hevur altíð verið ein virk­ in ítróttarmaður, og hann var tiltikin fót­bólts­spæl­ari hjá TB, og verður iva­leyst enn verður minstur fyri sín­ar framúr eginleikar á vøllinum. Hann hevur eisini spælt hondbólt og svomið, og júst hansara tilknýti til ítróttin gjørdi, at hann varnaðist okk­urt ikki var, sum tað skuldi. Hann stóð sum málverji fyri TB um tað mundið hann varnaðist sjúk­una. Tá fóru allir bóltar innum á hans­ara vinstru síðu. Týðiligt var, at reak­ti­ónsførleikarnir vinstrumegin vóru vánaligir. – Eg minnist teir skeldaðu meg út, tí teir hildu eg tvætlaði bara, minnist Trónd­ur flennandi aftur á. Men tað var ikki bara skemt. Um hetta mundið starvaðist Tróndur sum portør hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hann hevði kunnleika til ymiskar sjúk­ur, og tað gekk ikki leingi áðrenn hann fekk varugan av, at okkurt var gal­ið við sær. – Eisini í svimjing vísti sjúkan seg. Eg kavaði, men eg kom ongantíð upp har eg ætlaði, tá ið eg kavaði. Eg fann útav, at styrkjan var niðursett og timingin altíð skeiv, sigur Tróndur. Eitt kvøldið Tróndur hugdi at sjón­ varpi, tók hann hondina upp til øksl­ ina. Hann hevði brádliga ilt í økslini og pínan bara versnaði. Eftir eina løtu flutti pínan seg til mjadnarnar, og hann avgjørdi at søkja sær hjálp. Trónd­ur varð sendur í skannara og blóð­ro­yndir vórðu tiknar, men einki úr­slit var at síggja. Tróndur fór til neuro­log á Landssjúkrahúsinum, og har var greitt frá, at orsøkin til allar hend­ingarnar var parkinsonssjúkan. Tróndur varð sendur til Bispebjerg Sjúkra­hús, har hann fekk serstaka við­gerð og fekk upplæring í heili­vág­ in­um og lívsstílinum annars, sum par­kin­sonssjúkan førir við sær. Hart at viðurkenna Hóast tey flestu okkara kenna nakað til parkinsonssjúkuna, so hava vit tó neyv­an eitt veruligt innlit í hvussu sjúk­an rakar. Og soleiðis var eisini hjá Tróndi Nolsøe. Hann var upprunaliga av tí fatan, at parkinsonssjúkan ein­ ans merkti ristandi hendur. Meira hann setti seg inní sjúkuna og hjá­ár­ in­ini av henni, truplari gjørdist tað at við­ur­kenna veruleikan. – Eg helt tað bara vóru ristingar, men tað er so sera nógv annað eisini, sum er verri enn sjálvar ristingarnar, sig­ur Tróndur. Parkinsonssjúkan kemst av, at tær vant­ar dopamin í heilanum. Og tað viðførir, at tú gerst móður av ongum. – Tú skalt ikki stressa teg ov nógv, og skal leggja dent á at hava tað gott í ger­andisdegnum. Annars gerst dag­ ur­in óúthaldiligur, sigur Tróndur. Heilivágurin og kostvanarnir hava alstóran týdning fyri par­kin­ sons­sjúkl­ingar. Tekur tú heilivágum skeivt tíðspunkt, ella etur tú skeivan mat, ja so merkist tað. – Tá eg fekk sjúkuna spurdi eg lækn­an, um hann kundi siga mær hvussu sjúkan kundi útvikla seg seinni. Hann vildi ikki greiða mær frá tí, tí tað fór bara at ræða meg, segði hann, greiður Tróndur frá. Og júst tað - ræðslan fyri tí ókenda – var úrslitið hjá Tróndi Nolsøe, tá ið hann setti seg at lesa um sjúkuna, um hvussu hon møguliga fór at útvikla seg, og um hvussu heilivágurin ávirk­ aði kroppin. Í dag eru tað 15 ár síðani, at Trónd­ u­r fekk staðfest sjúkuna, og harvið hev­ur hon útviklað seg nógv síðani. – Í dag eru morgnarnir tað ring­ asta. Eg taki ikki heilivág um náttina, so tað tekur mær langa tíð at koma úr songini. Vøddarnir knýta seg tí teim­ um vanta ilt, so tað tekur mær langa tíð at koma upp, sigur Trónd Nolsøe. Dagurin byrjar tí við venjing fyri at fáa gongd aftur í kroppin. Men um­ ráð­andi er eisini at ansa sær, tí verður ov nógv gjørt burturúr, so merkist tað rest­ina av degnum. Náttin hjá Tróndi er mangan hørð, tí tað er ikki bara sum at siga tað at sovna. Hann fær tó heilivág frá lækn­anum sum skal hjálpa honum at sovna, men hesin heilivágur viðførir, at hann vaknar nakrar ferðir um nátt­ ina og skal á vesið. Teldan er vandamikil Fyri mong okkara er tøknilig útgerð av alskyns slag ein fastur partur av lív­in­um. Men fyri Trónd Nolsøe er internetið og teldan av tí ónda. Par­ kin­sonssjúkan er ein neurologisk sjúka, og situr tú við telduna, ja so órógv­ar tað heilan enn meira. – Teldan er eitt tað Eg vildi ynskt samfelagið var eitt sindur øðrvísi. Fólk hava ikki tíð at liva í dag, tí tey eru sosial á internetinum og hava so nógv um oyruni.”