Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 13 ringasta eg veit. Tá eg fyrst seti meg við telduna, so blívi eg sitandi, eins og øll onnur. Men tað stressar meg øgiligt, so eg royni at halda meg burtur, sigur Tróndur. Onkuntíð er tað hart. Tað við­ur­ kenn­ir Tróndur. Hart, at lívið skal leggj­ast so nágreiniliga til rættis, og hart, at einki rúm er fyri spontaniteti. Men tað er eisini hart av øðrum or­ søk­in. Kenslurnar taka yvir Fyri ein mann sum Trónd Nolsøe eru kenslur ikki akkurát tað, sum hann tímir allarbest at tosa um. Men hann má viðurkenna, at kenslurnar mang­ an hava verið í klemmu seinastu 15 ár­ini. Serstakliga er tankagongdin broytt. – Eg eru blivin bleytar og sartari. Eg toli minni av, og eri farin at hugsa heilt øðrvísi. Í veruleikanum toli eg illa mótgang, sigur Tróndur. Neilig tíðindi ávirka Trónd. Og tí ger hann tað hann kann fyri at halda seg frá tí. – Eg vil hava tað stuttligt. Tað er tað einasta, sum hevur týdning. Eg fiski, dansi og íðkið ítrótt tá eg kann, greiður hann frá. Og so ger hann nógv fyri at vitja góðar vinir, tá ið tíð­in loyvir tí. – Eg vildi ynskt samfelagið var eitt sindur øðrvísi. Fólk hava ikki tíð at liva í dag, tí tey eru sosial á in­ ternetinum og hava so nógv um oyr­ uni. Eg vildi ynskt tað vóru fleiri fólk, sum eg kundi vitjað, sigur Tróndur. Og júst handan kenslan - einsemi – er tann kenslan, sum hevur størstu ávirk­anina á Trónd. – Eg kenni meg einsamallan, og eg havi ov fá fólk rundanum meg. Eg havi sjálvandi nógv vinfólk og fam­ ilju, men nógv orka ikki at vera sosial, sig­ur Tróndur. Og onkuntíð hevur Tróndur tørv á at tosa, men tað er ikki altíð bara sum at siga tað. – Eg havi nakrar góðar vinir at tosa við, men tað er eingin, sum setur seg nið­ur at tosa við meg, sum hevur somu sjúku sum eg, sigur Tróndur. "Hendan morgunin ringdi eg til ein mann í Runavík, sum hevur fing­ ið staðfest parkinsonsjúkuna nýliga. Hann var so øgiliga glaður fyri prátið", greið­ur Tróndur frá. Hann kennir á egnan kropp hvussu tað er, tá ið tú situr einsamallur við ein­ari sjúku og einum lívi, sum tey fæstu kunnu seta seg inní. Og tí ger hann sjálvur nógv burturúr at tosa við aðrar par­kin­sonssjúklingar. – Eg koyrdi sjúkrabil, livdi sunt og íðkaði nógvan ítrótt. Eg hvørki drakk ella roykti. Og kortini varð eg raktur av hesum. Tað er trupult at góð­taka, men tú venur teg við alt, sigur Tróndur, nú samrøðan er at enda komin. Fyri hann hevur tað týdning at hjálpa øðrum við par­kin­sonssjúkuni. Mangir før­oy­ ing­ar hava sjúkuna, men tí­verri er ov lítið samband millum sjúkl­ing­ arnar, heldur Tróndur. Parkin­sons­ felagið er tó eitt sterkt felag, sum ger stóran mun í lívinum hjá par­kin­ sonsjúklingum, og tað er tí, at Trónd­ ur leygarkvøldið skipar fyri tiltaki til frama fyri felagnum. “Eg vil hava tað stuttligt. Tað er tað einasta, sum hevur týdning. Eg fiski, dansi og íðkið ítrótt tá eg kann”” “Eg eru blivin bleytar og sartari. Eg toli minni av, og eri farin at hugsa heilt øðrvísi. Í veruleikanum toli eg illa mótgang”” Elis, Tróndur & Jens Lisberg við bólki Leygarkvøldið klokkan 23.00 verður Dansifrøi karmur um eitt country tiltak, og allar inntøkurnar frá tiltakinum fara til Parkinsonsfelagið. Jens Lisberg spælir til dans saman við bólki sínum, og Elis Poulsen og Tróndur Nolsøe leggja plátur á. »“Teldan er eitt tað ringasta eg veit. Tá eg fyrst seti meg við telduna, so blívi eg sitandi, eins og øll onnur. Men tað stressar meg øgiligt, so eg royni at halda meg burtur”«