Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 14 tema Parkinson – Tað er ikki tað, at eg ikki vil hugsa um tað. Eg kenni bara á mær, at um eg hugsi ov nógv um sjúkuna, ella hvussu hann sá út fyri fimm árum síðani, so verði eg bara kedd. Tað fái eg ikki brúkt til nógv, tí tað verður aldrin so aftur, sigur Joan Steinberg Joensen. Fyri tveimum árum síðani fekk maður hennara, John William Joensen, staðfest Parkinsonsjúkuna. Hallur av Rana F yri tveimum árum síðani varð friðarliga tilveran hjá Joan Steinberg Joensen og hennara fýra børnum skak­ að, tá maður hennara, John Willi­am Joensen, fekk tey tungu boð, at hann hevði Parkinsonsjúkuna. Støð­an hjá familjuni var heilt ser­ støk, tí vanliga fáa fólk ikki staðfest Par­kin­son­sjúkuna fyrr enn tey eru um 60 til 70 ára aldur. Men John William Jo­en­sen var í besta aldri, og teirra fýra børn vóru millum fýra og sekst­an ár, tá pápin fekk staðfest óleki­ligu sjúk­una. Joan Steinberg Joensen greiðir frá, at tað kom óvart á familjuna, tá ið mað­urin fekk staðfest sjúkuna. – Eg var vanliga við John Willi­am, tá hann byrjaði at ganga til kann­ing­ ar. Hann var kannaður fyri alt møgu­ ligt, tí læknarnir vistu ikki hvat var gal­ið. Tann eina dagin lá ikki fyri hjá mær at fara við honum, so John Willi­ am fór einsamallur til læknan. Eft­ir ætlan skuldi hann bara fáa úr­slit­ið av einari roynd, men tá hann kom til læknan fekk hann at vita, at hann hevði Parkinsonsjúkuna. – Eg ringdi so til hansara, fyri at frætta hvat læknin hevði sagt. ”Lækn­in sigur, at eg havi Parkison”, var svar­ið, eg fekk. Eg segði bara: ”ha?”, og hann svaraði púra róligur, at tað var tað, ið læknin hevði sagt. Boðini frá manninum komu óvænt­að á Joan, ið er kedd av, at mað­ ur hennara skuldi fáa hesi tungu boð tann dagin, hann var einsamallur hjá lækna. – Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga. Eg var slett ikki fyrireika til hetta, og tað var hann heldur ikki. Eg haldi tað vera synd í honum, at hann var ein­samallur, tá hann fekk at vita, at hann hevur eina ólekiliga sjúku. Tá Joan Steinberg Joensen hevði tos­að við mannin, fór hon beina leið til arbeiðis, har hon fortaldi sínum starvs­feløgum um sjúkuna. – Lívið steðgaði ikki upp. Aftaná eg hevði tosað við John William, fór eg til arbeiðis. Tey spurdu meg, um hvussu tað gekk, og eg svaraði, at eg júst hevði tosað við John William, og at hann hevði fingið staðfest Par­kin­ son. Tey skiltu ikki hvussu eg kundi siga tað, uttan at bróta saman ella gráta. Men um man ímyndar sær, at ein fær ein frammaná, fer ein tá at gráta ella stendur man bara púra óskilj­andi? Vistu lítið um sjúkuna Áðrenn maður hennara fekk staðfest Par­kinson, visti Joan lítið um sjúkuna. Systk­inabarn mammu hennara hevði sjúk­una, so hon kendi til nøkur av eyð­kennunum, men hevði ikki sett seg meira inn í sjúkuna enn so. Men at tað var ein álvarsom sjúka, gjørdist skjótt greitt. – John William kom heim, og setti seg at leita á Google og lesa ymiskt um sjúkuna á netinum. Hvat hann nú kundi vænta og hvat sjúkan gjørdi o.s.fr. Tá eg spurdi hann, hvat hann las, vildi hann ikki siga annað, enn at tað ikki var uppbyggjandi lesnaður. Joan hevur so líðandi lært meira Joan Steinberg Joensen – Vit taka ei