hósdagur 5. november 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
15
um sjúkuna, meðan hon verður al
samt sjónligari í lívinum hjá manni
hennara.
– John William er ein týpa, ið kann
virka eitt sindur sløvur. Tí virkar tað
ikki so ógvusligt, tá hann ikki fylgir
við í eini samrøðu ella ikki svarar
beinanvegin, ið annars eru eyðkennir
av sjúkuni. Tað er ikki ógvusligt, tí
hann er tann týpan. So eg má læra
meg at tilpassa hann. Tá vit til dømis
tosa í telefon, so má eg ikki leggja ov
tíðliga á. Eg minnist, at eg gjørdi tað
einaferð, og tá ringdi hann aftur,
og segði, at hann var ikki liðugur at
snakka við meg. Síðani tá, havi eg
verið meira ansin, tá eg tosi í telefon
við hann.
Joan og John William hava kunn
að bæði familju og vinir um, hvussu
tað er at vera í einum sosialum sam
anhangi við einum persóni, ið hevur
Parkinsonsjúkuna. Tá fólk eru savn
aði saman, hevur prátið mangan
lyndi til at ganga skjótt, og nógv evnir
verða viðgjørd. Tað kann vera trupult
hjá einum, ið hevur Parkisonsjúkuna,
greiðir Joan frá.
– Ein persónur við Parkinson kann
gott tríva í eitt evni, ið flest onnur
eru liðug við. Tá er týdningarmikið,
at vit geva teimum við Parkinson tíð,
og ikki seta niður á tey, tí tey ikki fáa
alt við. Tað er slett ikki tað, at tey eru
ófólkalig.
Bað Jesuspápa taka
sjúkuna vekk
Saman hava hjúnini fýra børn, ið eru í
aldrinum fýra til átjan ár. Hóast Joan
ikki hugsar um sjúkuna til dagligt, so
upplivir hon til tíðir, at tað merkir
børnini.
– Børnini snakka av og á um sjúk
una. Millum annað, tá eg legði sonin
at sova eitt kvøldi, bað hann meg biðja
við sær til Jesuspápa, at hann skal
hjálpa babba og taka sjúkuna vekk. Tí
nú kláraði babba ikki so væl at koyra
langar biltúrar, ella koyra hann, tá
hann skuldi spæla fótbólt á Toftum.
Vit hava tó skift til automatiskt
gear, so John William megnar betri
at koyra nú.
Sjálv hugsar Joan ikki so nógv um,
at maðurin er sjúkur, men hon hevur
tosað við børnini um framtíðina, og
hvat tað inniber, at pápin er sjúkur.
n dag í senn
framhald