hósdagur 5. november 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
16
parkinson
– Til dagligt hugsi eg ikki um, at
hann er sjúkur. Tað eru dagar, har eg
slett ikki hugsi um tað. John William
er tann, hann er. Sjúkan er har, man
sær og hoyrir tað, tá hann gongur og
koyrir, men eg hugsi ikki um tað, tí eg
eri við honum hvønn dag.
– Men nú ein dagin sat eina dótt
urin í rúmi sínum og hugdi eftir ein
um videobroti um Parkinson, og um
hvat sjúkan ger. Eg legði merki til, at
hon skrivaði tað niður, ið hon sá. Har
stóð millum annað: ”Sjúkan verð
ur bara verri og verri.” Hon er bara
trettan ár. Tá mátti eg fara og tosa við
hana um sjúkuna og pápa hennara.
Eg kundi kanska verið betri til at
práta við børnini um tað, sigur Joan.
Ein dag í senn
Tað kann vera torført, tá ein ólekilig
sjúka soleiðis rakar eina familju.
Framtíðardreymar, fíggjarstøðan og
nógv annað skal hugsast ígjøgnum
einaferð aftrat, og ringt er at spáa
um framtíðina.
Joan hevur tó valt, at lata framtíð
ina vera framtíðina, og hugsavnar seg
heldur um dagin í dag.
– Eg royni at hugsa um tað posi
tiva. Hitt má takast sum tað kemur.
Tað hjálpir ikki mær at hugsa ov nógv
um tað, ið kann tykjast at vera keði
ligt. Vit taka ein dag í senn.
– Eingin ynskir hetta. Øll høvdu
ynskt at vit sluppu undan, men sjúk
an kann raka øll. Men man kann velja
at venda tað til okkurt positivt. Sjúka
og mótstøða er ikki bara negativt,
men okkurt positivt kann spyrjast
burturúr. Eg havi lært tað, at man má
liva ein dag í senn. Tað nyttar ikki at
hugsa um, hvar man verður um eitt
ár. Tað veit man ikki, so verð bara glað
fyri dagin í dag.
– Tað er ikki tað, at eg ikki vil hugsa
um tað. Eg kenni bara á mær, at um
eg hugsi ov nógv um sjúkuna, ella
hvussu hann sá út fyri fimm árum
síðani, so verði eg bara kedd. Tað fái
eg ikki brúkt til nógv, tí tað verður
aldrin so aftur.
– Um eg um fimm ár má hjálpa
honum at lýna jakkan, so má eg gera
tað. Tað er verri hjá honum, tí tað er
hann, ið livir við sjúkuni. Eg má bara
stuðla honum. Men at hoppa tvey ár
fram í tíðina, tað kann eg ikki brúka
til nakað sum helst. Sjúkan hon
versnar. Hon kann útvikla seg seint
ella skjótt, men hon bara versnar.
Joan dylur tó ikki fyri, at íkomna
støðan kann vera torfør fyri eina
unga familju við fleiri børnum. Møgu
leikin fyri, at John William ein dag má
steðga at arbeiða og tær fíggjarligu
fylgjurnar, ið tað kann innibera, eru
eisini tiknar hædd fyri.
– Eg havi sagt við John William, at
um hann ikki klárar at arbeiða long
ur, og um vit ikki klára at gjalda alt
tað, ið vit mugu, ella búgva har vit
búgva, so mugu vit fyrihalda okkum
til nýggju støðuna. Vit fara tó aldrin
út á gøtuni at búgva.
John William er
enn tann sami
Hóast tað eru tvey ár síðani, at John
William fekk staðfest sjúkuna, so
metir Joan ikki, at sjúkan hevur
broytt mannin hjá sær stórvegis.
Tvørturímóti heldur hon, at John
William er tann sami í dag, sum áðr
enn hann varð sjúkur.
– John William er tann sami. Hann
er kanska broyttur í eygunum hjá
øðrum, men í mínum eygum, so er
hann tann sami. Av og á haltar hann,
tá hann gongur, men hann er tann
sami. Um eg hugsi nógv um hetta
og framtíðina hjá okkum báðum,
so verði eg kedd. Men eg síggi hann
hvønn dag, so eg hugsi ikki um tað.
Tað er vanligt, at tá maðurin skal
traðka fram og siga okkurt í Betesda,
til eitt brúdleyp ella í Zarepta, at fólk
spyrja um heilsustøðuna, tí hann rist
ist so illani. Men tað er líka nógv nerv
ar, sum tað er sjúkan, ið darvar mann
inum. Hinvegin er hon klár yvir, at
maðurin fer at broytast næstu árini,
og tað fær avleiðingar.
– Mín hugburður til John William
er ikki broyttur. Eg hugsi, at eg má
flyta meg við sjúkuni. Um hann ikki
klárar ymiskt seinni í lívinum, so
átaki eg mær ta rolluna. Tað klári
eg, tí mammurollan minkar við ár
unum, so hvørt sum børnini verða
meira vaksin og klára seg sjálvi.
Nógv við Parkinsonsjúkuni enda
sum røktarsjúklingar. Tað hugsi eg
um, men tá havi eg flutt meg hartil,
at eg eisini klári tað.
Sjálv metir Joan ikki, at lívið hjá
hjúnunum er dramatiskt broytt.
Nakrar smávegis broytingar eru
gjørdar, tí maðurin má ansa betri
eftir sær sjálvum, men annars klárar
hann tað sama sum áður.
– Sjúkan ávirkar ikki okkara
hjúnalag ella tað intima millum okk
um. Lívið er tað sama, bara nú við
sjúkuni. Vit liva tað sama lívið sum
áður, men vit leggja dent á øðrvísi
ting. Nú liva vit ein dag í senn og
hugsa ikki ov langt fram í tíðina.
Havi ikki brúk fyri
áminningum
Nógv fólk spyrja bæði Joan og børn
ini um sjúkuna. Tað er ikki altíð líka
lætt fyri familjuna, og mangan er tor
ført at vita, hvat rætta svarið er.
– Tað er torført at svara spurn
ingum, um hvussu hann hevur tað.
Hann hevur tað gott, men hann verð
ur aldrin frískur aftur. So alt er rela
tivt, sigur Joan.
Joan viðgongur tó, at tað er tor
ført, tá fólk, ið meina tað væl, geva
henni áminningar, um hvat er
týdningarmikið at minna John Willi
am á.
– Hann er ein vaksin og vitigur
maður, ið skilur hesi tingini, so sig tað
við hann. Eg eri ikki millummaðurin
millum John William og øll onnur.
Fólk mugu sjálvi tosa við hann. Sjálv
andi eri eg góð við John William, og
fólk meina tað ikki so ringt, men eg
klári illa slíkar viðmerkingar.
– Tað er hann, ið hevur sjúkuna
í kroppinum og má liva við henni.
Hann veit nær tað gongur væl, og nær
tað stendur verri til. Eg má fyrihalda
meg til, at maður mín er sjúkur, ikki
til sjúkuna sjálva. Eg má stuðla hon
um, men ansa mær, at eg ikki taki
tað á meg sjálva. So eg havi ikki brúk
fyri hasum áminningunum. Eg minni
hann á ymiskt, men tað er, tá eg havi
hug at siga okkurt við hann. Eg havi
eina rúgvu av øðrum tingum, ið eg
má minnast til. Eg havi eini full hús
við fýra børnum, ið skulu hava rein
klæðir, mat, hjálp við skúlatingum og
so nógv annað.
Ein trygd í bønini
Trúgvin fyllir nógv í lívinum hjá John
William og Joan, og bæði hoyra tey
heima til brøðrasamkomuna í Klaks
vík, Betesda. Hóast tað mangan er í
slíkum førum, at trúgvin veruliga
verður roynd, so ivast tey bæði ikki í
trúnni. Tvørturímóti, so er tað í bøn
ini, at Joan finnur frið.
– Tað er ein partur av lívinum, at
vit trúgva at Jesus hjálpir okkum
gjøgnum alt. Um kvøldarnar biður
John William meg eisini biðja fyri sær.
Har er ein trygd í bønini, man verður
meira róligur. Tað er líka natúrligt fyri
meg at tosa við Jesus um sjúkuna,
sum tað er at snakka við onnur. Vit
merkja eisini, at fólk í samkomuni og
onnur biðja fyri honum.
– Eg minnist bara tvær ferðir, at
eg havi verið ræðuliga kedd um støð
una. Har eg havi ligið og grátið fyri
meg sjálva. Tað hevur verið tá, eg
havi hugsað um húsalán, trygging og
onnur viðurskiftir. Hvussu man skal
fáa allar endarnar at røkka saman,
nú maðurinww er sjúkur. Men hvat
kann eg brúka stúran til? Vit eru bæði
trúgvandi. Læknarnir hava fingið ein
góðan heila frá Jesuspápa, og teir
granska og hjálpa tað teir kunnu. Teir
gera sítt og Jesus ger sítt.
hallur@sosialurin.fo