hósdagur 5. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
17
Forkvinnan í Parkinsonfelagnum heldur, at korini hjá Parkinson sjúklingum og
teimum avvarandi kundu verðið nógv betur. Ein av høvuðsuppgávunum hjá felagnum
er, at kunna sjúklingin, tey avvarandi og almenninginum betur um Parkinson.
Korini hjá Parkinson
sjúklingum og teimum
avvarandi eru ikki
nøktandi
Sigurjón EinarSSon
U
m illgruni er fyri, at tú
ert raktur av Parkinson,
kann tað ganga rúm tíð
áðrenn tú fært staðfest
sjálva sjúkuna í Føroyum. Sum nú
er, kann tað ganga 1 - 1½ ár frá tí, at
kommunulæknin ávísir teg til eina
nervasjúkufrøðiliga meting og til
sjálva staðfestingina av Parkinson
sjúkuni. Ikki fyrr enn tá verður sjúkl
ingurin settur í viðgerð. Eftir hetta,
kann tað so ganga eitt hálvt ár ella
upp til eitt ár, áðrenn sjúklingurin
kann fáa næstu viðtalu, og tað heldur
forkvinnan í Parkinsonfelagnum,
Durid Johannesen, vera alt ov leingi.
Her átti tað at verið soleiðis, at
bíðitíðin til 1. viðtalu var í mesta lagi
tveir mánaðir. Síðani skuldi tað gingið
hægst 2-3 mánaðir innan næstu
viðtalu, har mann kundi mett um,
hvussu heilivágurin virkar og at tað
samstundis er eitt gott høvi hjá øllum
pørtum at tosa saman um, hvussu
viðkomandi hevur tað og hvussu
sjúkan ávirkar, heldur Durid.
Eisini heldur forkvinnan í Par
kinsonfelagnum, at tað hevði lætt
um hjá sjúklingum og teimum av
varandi, um samband fekst við eitt
parkinsontoymi longu við fyrstu
vitjanina. Hetta kundi verið seg
lækni, sjúkrarøktarfrøðingur, fysio
terapeutur, ergoterapeutur. Á henda
hátt kundi tað verðið lættari at fingið
ávíst til sálarfrøðing, talulærara, uro
log, kostráðgeva osfr., har síðani varð
mett um støðuna og tørvin, so hjálp
og vegleiðing kundi blivið løgd væl
til rættis.
Eitt annað, ið eisini kundi verðið
bøtt um, er langa bíðitíðin at koma
til serlækna. Forkvinnan í Parkinson
felagnum sigur, at tey samskifta við
Landssjúkrahúsið um støðuna, og
har verður roynt at bøta um tað. Sum
nú er, kemur ein serlækni av sjúkra
húsinum í Bispebjerg í Danmark til
Føroya við jøvnum millumbili, og tað
er heldur ikki nøktandi, heldur for
kvinnan.
Seinastu tvey árini hava vit havt
fleiri fundir við leiðsluna á Lands
sjúkrahúsinum og við landsstýris
mannin í heilsumálum um tænastu
støðið til fólk, ið hava Parkinson.
Semja er um, at tænastustøðið
innan sjúkuøkið sum heild ikki er
heilt nøktandi, og í juni í ár fingu vit
bræv frá Landssjúkrahúsinum um,
at tey eru ígongd við at taka fleiri
stig, sum vónandi kunnu bøta um
støðuna. Enn er so stutt fráliðið til
at meta um, um tað er blivið betri.
Okkara limir tosa framhaldandi um,
at bíðitíðin er long og at tað er trupult
at fáa svar, tá tey ringja um okkurt.
Serlæknin er bert til taks, tá hann
er í Føroyum, og um fólk ringja um
okkurt, so mugu tey ofta bíða við at
fáa svar til hann er aftur í Føroyum,
sigur Durid.
Korini hjá teimum
avvarandi er heldur
ikki nøktandi
Parkinsonfelagið roynir at hava eitt
gott samskifti við sínar limir, og
heldur javnan limafundir runt um í
landinum, har felagið kann fáa innlit
í, hvussu tað gongur hjá limunum,
hvørjir tørvirnir eru og hvørji ráð
kunnu gevast hvørjum øðrum, um
framt at vegleiðing um at liva við
sjúkuni eisini verður veittur. Her
kemur javnan fram, at tey avvarandi
ikki føla seg fáa neyðugu hjálpina.
Tey verða brúkt sum hjálparfólk, men
mangla ofta at fáa neyðugu kunning
ina um, hvat Parkinson er og ger við
tann sjúka. Tey avvarandi eru tann
dagligi stuðulin, men vita ofta ikki,
hvat hetta snýr seg um. Tí kenna tey
seg ofta, eins og tann sjúki sjálvur,
púra útslitin. Tí má meira kunning
til, heldur forkvinnan.
Nýggj vitan sigur, at helvtin av
viðgerðini fyri Parkinson er heilivág
ur, hin helvtin er venjing og kunning.
Ávísar støður kunnu tykjast sum stór
ir trupulleikar, men við eitt sindur av
kunning, var tað ikki so galið hóast
alt, heldur Durid Johannesen.
Kunning er vegurin fram
Forkvinnan í Parkinsonfelagnum
heldur eisini, at fólk vita ov lítið um
Parkinson sjúkuna, og ofta verða
tey sjúku misskilt. Tey vera hildin
at vera tvør, ser ella drukkin. Eisini
verður ofta hildið, at tann sjúki ikki
er heilt klárur, og halda seg aftur at
venda sær til viðkomandi ella heldur
venda sær til tann avvarandi hjá
sjúklinginum, hóast tey eru eins og
áður í sinninum. Durid heldur, at ein
av uppgávunum hjá felagnum er at
kunna og varpa ljós á, hvat Parkinson
er og ger við tann sjúka, soleiðis at
hetta lættir um gerandisdagin hjá tí
sjúka og tey avvarandi.
Bara tað, at tann sjúki kann hava
trupult við at “hava fleiri bóltar í luft
ini í senn” er týdningarmikið at vita.
Tingini skulu vera eitt sindur róligari,
og ikki so nógv í senn. Sum t.d. tað at
vera til ein stóran føðingardag, har
fólk tosa um nógv í senn og skifta
evni alla tíðina. Tað kann vera ør
kymlandi fyri tann sjúka, sigur for
kvinnan.
Durid Johannesen heldur eisini,
tað verða týdningarmikið hjá teim
um avvarandi at vita, at tey kanska
skulu leggja gerandisdagin eitt sindur
øðrvísi til rættis. Alt tað vanliga kann
virka strævið fyri tann sjúka, og tí
lættir tað um, at eitt nú útvarps- og
sjónvarpstól eru sløkt, so meira friður
er til staðar, meðan sitið verður til
borðs.
Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum