hósdagur 5. november 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. november 2015
sosialurin 128
18
Familjudagur í Pálshøll
Leygardagin er Føroya fyrstu langhylur karmur um eitt
familjutiltak við hoppiborgum til børnini, massagu til tey vaksnu
og pitsa og øðrum til matna aftaná. Tiltakið byrjar klokkan 10.00
leygarmogrun.
kostráð
Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur
Matarskipan á dagstovnum
Hetta hendir
um vikuskiftið...
Tað er lættari at skapa góðar
karmar fyri máltíðina, tá børnini eru
samlaði um eina felags máltíð.
Tá børnini eta eina felags máltíð eggja tey hvønn
annan til at vera forvitin og til at tora, at royna
nýggjar rávørur og rættir. Tá máltíðin verður
gjørd inní dragandi og hugnalig, har tað er góð
tíð til at eta og har tað verður tosa um tað, ið etið
verður, so mennist matardirvi og matardannelsi
hjá børnunum. Við einari matarskipan á dag
stovnunum verður tosað meira um matin. Mat
urin skal rættast runt, og børnini koma hvørjum
øðrum við. Tey hava eina felags uppliving og
kunnu tosa um, hvussu maturin smakkar.
Dagstovnurin á Argjum
Í farnu viku var eg á vitjan á Dagstovninum á
Argjum. Har hava tey drúgvar royndir við mat
arskipan, ið hevur virkað tey seinastu mongu
árini. Her sleppa foreldur nemliga frá at smyrja
matpakkar til børnini, tí fimm dagar um vikuna
verður borðreitt við leskiligum mati.
Eg prátaði við Nainu, sum arbeiðir í køkinum.
Hon greiður frá hennara hugburði til mat, og
hvussu umráðandi tað er fyri hana, at maturin,
ið borðreiddur verður, sær leskiligur út, er heilsu
góður og fjølbroyttur samstundis sum hann
mettar. Hon leggur seg eftir at borðreiða við
heilsugóðum viðskera – eitt nú verður borðreitt
við fiski og fiskaviðskera dagliga. Fiskur, so sum
laksur, toskur, knettir, fiskafrikadellur og fiska
viðskeri, so sum fiskapylsa, makrel í tomatsós,
toskarogn og sild verður nýtt dagliga. Hvønn
dag verður borðreitt við fýra ymiskum sløgum
av viðskera og rugbreyði, og broytist matarskráin
somuleiðis hvønn dag.
Henda dagin eg var og vitjaði, var ovnbakaður
laksur á skránni. Afturvið vóru eplir, bleytstoktur
leykur, trý sløg av rótfruktum og rugbreyð.
“Nummi, laks!”
Eg var so heppin, at sleppa at eygleiða hesi fittu
børnini meðan tey ótu. Tað fyrsta, ið eg beit
merki í var hvussu ófør børnini vóru at eta og
ikki minst at royna leskiligu rótfruktirnar, ið
stóðu frammanfyri teimum. Tað var somuleiðis
eyðsæð, at laskur var nakað, ið tey eru von at eta,
tí har var einki “ýlakk, hattar dámar mær ikki!”
og “hvat er hattar fyri nakað?”. Eisni var stuttligt
at hoyra vøggustovubørn útala orðið “laks”, og
fortelja hvussu deiligt tað er, at tey fáa laks uppá
breyð í dag. Á vøggustovuni fortelja tey m.a., at
børnini eta tað, ið verður borðreitt. Tey uppliva
somuleiðis ikki at børnini eru kræsin.
“Børnini eru ikki kræsin”
At basa kræsni hjá børnum kemur ikki av sær
sjálvum. Tað er ein stór uppgáva hjá bæði náms
frøðingum og hjálparfólkum at duga at seta orð á
matin, hvørjum hann smakkar av, hvussu hann
sær út og hvaðani hann kemur. Ístaðinfyri at
nýta orðið “kræsni”, nýt so heldur orðið “mat
ardirvi”, og tosa við børnini um hvussu djørv
tey eru, tá tey tora at royna nýggjar matvørur.
Her spælur námsfrøðin ein stóran leiklut og tá
ið máltíðin verður nýtt sum eitt námsfrøðiligt
amboð, so kann hon geva børnunum nógv. Tað,
at børnini sjálvi sleppa at velja hvat tey vilja hava
upp á breyð, sleppa at smyrja á breyðið og hava
møguleika at royna fjølbroyttan mat kann geva
teimum førleikar, ið tey kunnu fáa stóra gleði
av seinni í lívinum. Góðir matarvanar, vitan
um heilsugóðan mat, góðir borð- og etivanar, at
hjálpa hvørjum øðrum og at uppliva máltíðina,
sum eina hugnaliga løtu saman við øðrum eru alt
jalig árin av einari tílíkari matarskipan.
mangt og hvat
Bukkakokk
í Sirkus
Fríggjakvøldið kl 18.00
setur Sirkus gongd á
eitt nýtt, afturvendandi
tiltak. Bukkakokk kallast
tað og snýr seg um, at
Sirkus annanhvønn
fríggjadag bukka ein
kokk, ein matelskara av
onkrum slag, at borðreiða
ein specialitet ala seg
sjálvan. Ein specialitet,
sum tú annars ikki fært í
býnum. Pop-up matgerð
og kokkagleði fyri
bíligan penga. Kokkurin
til fyrsta tiltakið eitur
Ingilín D. Strøm. Ingilín
fer at borðreiða við
"knallgrønum spinat
crépes, ið eru eins sunnar,
sum tær ljóða, og smakka
hamrandi væl". Saman
við teimum vera ræstir
søteplafalaflar við strokum
av súrligari tahini sauce
og frísku kryddurtunum
koriander, myntu og chili.
Umframt hetta bryggjar
Ingilín heimagjørt
ingiferbrús.
Matgleði...
Nainu’sa skúlarugbreyð
• 50 g ger
• 3 dl lunkað vatn
• 2 súsk. olja
• ½ tsk. salt
• 2 súsk. myrkan siropp
• 200 g rugmjøl
• á leið 250 g hveitimjøl
At pensla: Eitt sindur av olju
og 2 súsk. sesamfræ
Framferðarháttur:
Rør gerina út í lunkaða vatni.
Koyr olju, salt, siropp og
rugmjøl í. Koyr hveitimjøl í
so við og við, og elt til eitt
smidligt deiggj. Rullað deiggið
til eina pylsu og deil í uml. 18
stykkir. Forma stykkini til smá
skúlabreyð, og lat tey heva
á leið 30 minuttir. Penslað
skúlabreyðini við olju, stroy
sesamfræ útyvir. Bakað í
ovninum á 200 hitastigum í
15 minuttir – mitt í ovninum.
Preiðið
hesaferð:
Myndirnar vísa tríggjar
ymiskar matarskráir. Eg
haldi, at hesar matarskráir
vísa sera væl, at tað ikki
nýtist at borðreiðast við
einum stórum sjálvtøkuborði
fyri at bjóða børnunum
heilsugóðan mat, ið bæði er
fjølbroyttur og sum mettar.