Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. november 2015 sosialurin 128 19 Barnadansur Havnar Dansifelag og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansi, ið er eitt afturvendandi tiltak, har børn saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans. Tiltakið verður fríggjakvøldið klokkan 20.00. klumman Barbara Holm Halló! Ikki stjala november! F"Yesss, sól og gott veður". Tað var tað eg hugsaði ein morgun í vikuni, tá ið eg (kanska íðan ov seint) togaði persiennurnar upp og varnaðist tað vakra veðrið. Sólin skein oman og niðan og ikki eitt lot var at hóma í trøunum. Lyktarpelarnir uttanfyri sóu eisini út til at syngja sítt seinasta vers í øllum storminum í døgunum frammanundan, so gott var at síggja, at nú fingu lyktarpelarnir og vit onnur eina fríløtu frá ilsliga vetrarveðrinum. Herligt! Eg støvaði sólbrillurnar av og koyrdi mær oman til arbeiðis í miðbýnum í Havn. Glað, nøgd og við hasum "veðrið í Føroyum er slett ikki so galið kortini" huglagnum. Men hvat? Tættari miðbýurin kom, størri gjørdist undranin í mínum lítla bili hendan morgunin allar fyrst í november. Eg mátti taka sólbrillurnar av, seta ferðina niður og gána. Lyktarpelarnir høvdu yvirhøvur ikki fingið frið! Onkur hevði roynt at kvala teir við grønum granni! Sovorðið nærmast movember formað, yvirskegga-grann. "Okey, bíða nú. Kanska hetta er bara beint her", hugsaði eg. "Kanska er tað onkur orsøk til, at júst hendan síðugøtan hevur fingið ein feril av jóladámi yvir seg. Tað er neyvan allastaðni". Til mítt stóra skuffilsi vísti tað seg tó, at hetta movember líknandi grøna tingið ikki bara var á síðugøtuni. Neinei, allur miðbýurin var tiltaklaður við grønum yvirskeggum, og har, sum einki grønt sást, sóust hinvegin arbeiðsmenn í stigum við grønum í hondini. Eina løtu royndi eg at yvirtala meg sjálva um, at tað helst var onkur kulur máti hjá Tórshavnar Kommunu at sýna stuðul til movember rørsluna – yvirskegga mánaðurin, sum varpar ljós á prostatakrabba. Men tá eg varnaðist, at sjálvt vindeyguni á bryggjubakka vóru avtaklað við granni – í ikki-yvirskegga formi - , mátti eg ásanna, at movember helst einki hevði við sakina at gera. Hesin annars so deiligi, kærkomni, harttiltrongdi sólskinsdagurin varð dripin í føðingini við tí "in-your-face" áminningini um, at tað er vetur. Sólbrillurnar av aftur, og nærmast í illsinni til arbeiðis. Halló tit, tað er november. Mánaðurin, har tey festligu halda Halloween og menn fáa sær yvirskegg, tey tíðarpressaðu halda ein jólafrokost og summi okkara ferðast og annars hugna okkum við góðum føroyskum mati. Hetta er ein hugnaligur mánaður. Hetta er ikki jólamánaðurin, og hví kunnu vit ikki eiga november í frið? Stakkals lyktapelar og stakkals vit. Tvangsinnløgd til at síggja grønt grann og nissur og Gud viti hvat í tveir heilar mánaðir. Eg nokti at kalla hatta grøna fyri jólapynt. Tað heitið kann tað fáa, tá ið jólamánaðurin er her, og vit faktist hava tørv á JÓLApynti. Og Gud hjálpi okkum, um útvørpini fylgja Tórshavnar Kommunu, og vit nú eisini skulu tvangsilsinnleggjast til fleiri mánaðir av "Let it snow, let it snow, let it snow". Føroysk framleiðsla í Norður­landa­ húsinum Dramakonsertin “Rósa Maria” byggir á søgu hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála, við sama heiti. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði hennara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstirnar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í dramakonsertini. Konsertin verður fyrstu ferð á skránni mikukvøldið klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum. Reduced to Ash í Reinsarínum Reduced to Ash hava verið millum mest spennandi nøvnini á tungmálmspallinum seinastu árini. Hetta er agressivur melodiskur deyðsmálmur úr Tórshavn. Bólkurin trein á pall á fyrsta sinni í 2013 og blásti fólk um koll við sínum eirindaleysa og brutala ljóði. Bólkurin hevur útgivið fyrsta staklagið av komandi fløguni, sum verður útgivin seinni í ár. Hetta er onnur konsertin av konsertrøðini Reinsaríið Tutlar, ið er komin í lag í samstarvi millum Reinsaríið og plátufelagið Tutl. Síðan Tutl varð sett á stovn í 1977, hevur felagið fevnt víða tónleikaliga frá jazzi til popp, frá rokki til fólkatónleik og frá klassiskum til tungmálm. Leygarkvøldið klokkan 21.00