Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 6 persónssøga høgni Setir seg ímóti líkindunum Cystisk fibrosa og Teakwondo Mortan Østerø U ttanífrá er tað ótrúligt, at Høgni yvirhøvur er før­ur at luttaka og kapp­ast á høgum stigi inn­an kropsliga krevjandi ítróttin, taekwondo, men sjálvur var hann arg­ur um úrslitið frá seinastu kapp­ ing­ini. Hann kundi staðið á einum hægri skamli móti kappingarlokið, var tað ikki fyri sjúkuna hjá sær. Trý ára gamal fekk Høgni Kunoy Dávason nevniliga staðfest cystiska fibrosu, eftir fleiri ógvusligar sjúkra­ legur í byrjanini av lívinum. Við diagnos­uni var møguligt at gera okk­ urt við sjúkueyðkennini, og drúgv­ar viðgerðir gjørdust partur av hansara gerandisdegi. Fyriuttan kurar, kann­ ingar og skurðviðgerðir, skal Høgni dagliga seta minst tríggjar tímar av til viðgerð. Hann hevur alla orsøk at fella í fátt vegna keðiligar lívstreytir, men svartskygni tykist verða fremm­ andaorð fyri Høgna. Heldur er tað treiskni og viljin at megna okk­urt ser­ligt hvønn dag, sum setir dags­ skránna. Heilivágurin skal bara takast, soleiðis, at Høgni kann gera tað hann hevur hug til – taekwondo. Taekwondo í viðførinum Bert fýra ára gamal fór Høgni undir at treiskast móti sjúkuni hjá sær og byrjaði at venja kung fu, tá ið familjan Kunoy búði í Kina. Ári eftir fluttu tey til Singapor og har fall valið á kore­ anska stríðsítróttin taekwondo. – Tað var ordiliga deiligt at sleppa at gera ítrótt, men kung fu er meiri ein kinesiskur ítróttur, meðan tae­ kwondo er ein koreanskur ítróttur. Tae­kwondo var eisini í Singapor, so tað bleiv bara til tað, tá ið vit fluttu har, sigur Høgni. Pápi Høgna, Dávur Kunoy Høgna­ son, hevur havt eitt arbeiði við nógvari ferðing, og hevur fam­iljan tískil búð í fleiri ymiskum lond­um. Hóast skiftandi umhvørvi, hevur taekwondo tó altíð verið ein kon­ stant­ur í lívinum hjá Høgna síðani hann byrjaði, fimm ára gamal. Uttan mun til hvørjum landi hann búði í, var taekwondo partur av skemanum. Tá ið tey fyri lítlum ári síðani skuldu flyta til Føroyar, rann Høgni seg í tann trupulleikan, at útbreidda ítróttargreinin ikki kundi íðkast í Føroyum. – So mátti eg bara byrja eitt felag sjálvur. Eg havi valt ymiskt burtur­úr teimum mátununum at gera tae­ kwondo uppá, sum eg havi prøva í fleiri londum, sigur Høgni, sum bert 11 ára gamal undirvísir 80 børnum um vikuna í taekwondo. Summi av børn­unum eru heilt upp í 15 ár, og um vikuskifti undirvísir hann for­ eldr­unum. – Men tað er einki problem. Eg hugsi slettis ikki um, at tey eru eldri enn eg, og tey eru ordiliga røsk at lurta eftir og tíma væl at venja. Tað er mega kul, og snýr seg um venjingina, saman­hald og at hava tað stuttligt – ikki um aldurin, sigur hann. Meiri enn ein ítróttur Taekwondo varð upprunaliga flutt til Korea umvegis ymsar japanskar stríðsítróttir, tá ið Japan hevði hersett Korea í 40unum. Í byrjanini treivst tae­kwondo í fleiri ymiskum útgávum, men sum fráleið varð hon savnað undir eini einstakari ítróttargrein. Hóast ítróttargreinin lærir fólk sjálv­ verju við hegnisligum sløgum og spørk­um, áleggur hon íðkarunum at sýna hvørjum øðrum virðing og at vera bæði lýdnir og eyðmjúkir. Stór­ur dentur verður tískil lagdur á, at íðkarin dugir at skilja seg sjálvan frá hend­ingum, sum ein sjálvur ikki hev­ur tamarhald á. Verður man fyri ein­um ósigri, skal man styrkja seg, og herja á aftur, tí á sær sjálvum kann man hava tamarhald. Ella sum Høgni. Tá hann fekk staðfest cystiska So mátti eg bara byrja eitt felag sjálvur. Eg havi valt ymiskt burtur­úr teimum mátu­nunum at gera taekwondo uppá, sum eg havi prøva í fleiri londum« Hóast 11 ára gamli Høgni var merktur av síni sjúku, tá ið hann luttók á DM í taekwondo fyri kortum, kom hann heim við bronsuheiðursmerki um hálsin Mynd: Privat