hósdagur 12. november 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
7
fibrosu, lat hann ikki ósigurin frá
byrjan taka ræði á sær, men varðveitti,
og varðveitir framvegis trúnna um
sigurin. Við sjúkuni er neyðugt at fara
serstakliga væl við sínum likami, og
við taekwondo tykist Høgni finna
meiningina við at fara sær væl við
sær sjálum.
– Man kann sikkurt siga, at okkurt
er líka millum tað, at ansa eftir sær
sjálvum við cystiskari fibrosu, og tá ið
man ger taekwondo, ásannar Høgni,
sum stundum verður tarnaður av
sjúkuni, tá ið hann venur upp til
kappingar.
Farna mánað rakk Høgni finaluni
á taekwondostevnu í Rødovre, og tók
til takkar við silvurheiðursmerkinum
og DM-luttøkuplássi. Til DM stutt
eftir hitti hann sama dronginum í
bronsudysti, og hesiferð varð Høgni
sigursharrin. Tó hevði sjúkan argað
Høgna nakað nógv upp til kapping
ina, og var hann sannførdur um, at
úrslitið kundi havt verið enn betur.
Hann tapti nevniliga fyrsta dystin
móti dronginum, sum fór við gull
inum. Møguliga gullheiðursmerki
hevði verið um hálsin á Høgna, hevði
hann ikki verið darvaður dagarnar
áðrenn kappingina.
– Men eg taki tað ikki tungt. Hetta
var fyrstu ferð, at eg var við til eina
DM kapping, og man plagar ikki at
vinna nakað í fyrsta umfari. Tey, sum
vunnu gull og silvur høvdu øll verið
við minst tríggjar ferðir fyrr. Tað er
bara at læra frá hesari kappingini,
og koma sterkt aftur næstu ferð. Tað
er viktugt at reisa seg aftur, leggur
Høgni afturat.
Næsta mál í huganum
– Tað snýr seg slettis ikki um kapp
ingarnar í veruleikanum. At blíva
betri og koma upp á næsta stigið
er tað týdningarmesta innan tae
kwondo. Kappingarnar eru bara til
stuttleika, sigur Høgni, sum hevur
sett sær fyri at fáa »2. dan«, ið er
næsta torleikastig eftir svarta beltið
í taekwondo.
Byrjanarstigið innan taekwondo
er hvíta belti, meðan tíggju ymist litt
belti ímynda næstu níggju grund
stigini. Seinasta, og fremsta grund
stigið er svarta beltið, sum Høgni
longu 11 ára gamal bindur um lívið,
tá ið hann fer til venjing. Tó er ein ikki
liðugur við menningina, tá ið svarta
beltið er rokkið – tá resta framvegis
tíggju sonevnd »Dan« stig. Minst
eitt ár skal vera millum fyrsta dan
og annan dan, síðani tvey ár vera
millum annan dan og triðja dan og
soleiðis leingist tíðarrúmið millum
hvønn dan. At røkka síðsta, og tíggj
unda daninum er ein ósannlík lívs
verkætlan, ið einans heilt fá hava
megnað. Á sama hátt berjist Høgni
ótroyttiliga við síni ósannlíku, virknu
lívsverkætlan. Um vikuskifti skal
hann gjøgnum enn eitt grundarstig,
tá ið skurðviðgerð bíðar honum í
Danmark vegna sjúkuna.
– Nú skulu vit niður í 16 dagar, og
tað er operatión, men eg hevði ikki
gjørt tað, um tað ikki hevði hjálpt mær
frameftir, sigur djarvi ungi stovnarin
av egnum taekwondofelagið í Søldar
firði.
mortan@sosialurin.fo
Framhald á næstu síðu
Taekwondo
■ Samansettur stríðsítróttur, við íblástri úr Japan.
■ Fleiri »Kwan« skúlar í Korea íðkaðu egnar útgávur av ítróttinum í
40unum.
■ Í 1950unum gjørdist Taekwondo ein ítróttargrein fyri seg í Korea.
■ Heitið ber trý orð á koreanskum: Tae Kwon Do. Leysliga týtt; hættir at
sparka innan stríðsítrótt.
■ Ítróttin leggur serligan dent á sparkiteknikk, men fevnir eisini um brúk
av nevum.
■ Í 2000 gjørdist Taekwondo ein olympisk ítróttargrein.
»Man kann sikkurt siga, at okkurt
er líka millum tað, at ansa eftir sær
sjálvum við cystiskari fibrosu, og tá
ið man ger taekwondo«
Myndir: Privat
Trý ára gamal fekk Høgni Kunoy Dávason staðfest cystiska
fibrosu, eftir fleiri ógvusligar sjúkralegur í byrjanini av lívinum