Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 10 tema Harðskapur móti kvinnum Harðskapur og fordómar Vikuskiftis Sosialurin hevur verið í samband við fleiri kvinnur, sum hava verið fyri harð­skapi í parløgum teirra, men eingin vil trína fram og greiða frá sínari søgu. Orsøkin er heilt einfalt, at tær stúra fyri teim­um for­dómum, sum fólk hava um kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi. »Tey fara at halda eg eri veik og býtt, tí eg fann meg í tí«, siga tær allar sum ein. Og tað er eitt faktum, sum flestu okkara iva­leyst hava hoyrt. At mong okk­ara halda, at kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, eru veikar. Men støðan er akkurát tann øvugta. Tær kvinnur, sum vit hava verið í samband við, eru høgar sum lágar. Summar hava høga útbúgving og leiðarastarv, meðan aðrar hava onga út­ búgv­ing, og arbeiða í handli. Fleiri eru almennir persónar, og fleiri eru ikki. Summar hava børn og aðrar hava ikki. Summar hava havt ein keði­ ligan barndóm, og summar hava ikki. Tað ber illa til at stað­festa nakað, sum hesar kvinnur hava til felags uttan tað eyð­sýnda – tær hava verið fyri harðskapi. Men hví hendir tað? »Tað er tann sálarligi harð­skapurin, tað at verða niður­brotin so líðandi, ið tekur harðast uppá kvinnur. Eg plagi at samanlíkna tað við, tá man sleppur ein frosk á eina glóð­heita plátu. Hann loypir upp frá beinanvegin, tí hann følir hitan. Men um man leggur hann á eina kalda plátu og letur hann standa í frið og náðum, meðan man koyrir hitan frá, so hoyknar hann spaku­liga undir hitanum. Hann missur sína kraft«. So­leiðis lýsir Súsanna Skaale, sálar­frøðingur tað til­gongd, sum harð­skaps­ raktar kvinnur fara í gjøgnum. Tað byrjar so smátt, og endar óhugs­andi. Tað, sum vit á Vikuskiftis Sosialinum hava fingið staðfest við sjey tumma seymi hesa vikuna er, at hesar kvinnur eru alt annað enn veikar og býttar. Tær eru sterkar. Sterk­ ari enn tey flestu, tí tær hava upplivað tað óhugsandi, at liva í ótryggleika hvønn einasta dag, og tær eru komnar burturúr tí. Men tað eru allar kvinnur ikki. Kvinnu­húsið hevði 539 frá­boðanir um harðskap í fjør, og í ár er ikki øðrvísi. Mangar kvinnur liva undir harðskapi hvønn dag í Føroyum, og hóast samfelagið hevur gjørt munagott arbeiði innan hetta økið seinastu árini, so eru vit als ikki komin á mál, sam­bært Katrini á Neystabø, aðal­skriv­ ara í Amnesty. Hóast mangir tilburðir um harðskap, vil eingin kvinna leggja navn til sína søgu um harð­skap. Men Vikuskiftis Sosialurin verið í samband við eina kvinnu, sum dulnevnd greiður frá tí ræðuliga lívi hon hevði, meðan hon livdi við harð­skapi. Hesaferð kanst tú lesa átta síður um harðskap á tema­ síð­unum, nú altjóða dagurin móti harðskapi júst er farin fram­við. Latið okkum vóna, at vit í framtíðini ikki hava tørv á at markera hendan dagin í Føroyum. »Eg vil ikki standa fram alment, tí eg eri bangin fyri hvat fólk fara at halda um meg«. Hesin setningurin er tann, sum vit á Vikuskiftis Sosialinum hava hoyrt oftast hesa vikuna Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Tjóðhild Patursson Í 2014 fekk Kvinnuhúsið saman­ lagt 539 fráboðanir frá um harð­skap móti kvinnum. Kvinnuhúsið bjóðar kreppu­ miðstøð, har kvinnur í neyð kunnu búgva í eina tíð. Har afturat bjóða tey ráðgeving og samrøðubólkar fyri kvinnur, sum hava verið og/ella eru fyri harðskapi. – Av teimum sum búgva á Kvinnu­ húsinum er meira enn helvtin, sum ikki flytir aftur til mannin, men held­ ur í egnan bústað, tá ið tær fara frá okkum. Summar velja tó at royna aftur. Tá eru tær sjálvsagt vælkomnar at koma aftur til okkum seinni, um tað verður neyðugt. Tað kann vera ógvuliga trupult at fara, serliga hjá teim­um ið hava børn, og summar mugu heim at venda aftur nakrar ferðir, áðrenn tær taka stigið, greiðir Elin Reinert Planck frá. Sosialt eftirlit ger tað truplari at fara Spurd hví tað kann vera trupult at fara, sigur Elin Reinert Planck, at tað kanska kann vera serliga trupult hjá okkum, sum liva í smá­um sam­feløg­ um. Ein kennir møgu­liga tey, sum maðurin arbeiðir saman við, pápin at manninum situr kanska í bygda­ ráð­num, hvat munnu grannarnir fara at siga, o.s.fr. Alt er so tætt uppá. Tað kann vera trupult í smásamfelagnum at bróta upp úr nýggjum, sosialiala eftir­litið er ofta sterkt og kvinnurnar eru bangnar. Elin Reinert Planck heldur seg tó hava merkt, at kvinnurnar í miðstaðarøkinum eru minni stýrdar av hesum sosiala eftirlitinum nú enn fyrr. – Tær eru vorðnar meira býar­ kendar og leggja ikki so nógv í hvat hini hugsa og halda. Ofta kenna tær yvirhøvdur ikki grannan og arbeiðs­ felagar hjá manninum. Tá eru tær Meira enn helvtin flytur ikki aftur til mannin Í fjør búðu íalt 17 kvinnur og 12 børn á Kvinnu­ hús­inum. Tað er sjáldsamt, at tær bert sova 1-2 nætir – tær sum koma eru ofta leingi, sigur Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum 539 fráboðanir um harðskap Vit arbeiða við hjálp til sjálv­ hjálp, og vit lurta og tosa, og royna at hjálpa kvinn­ uni at seta orð á hvat tað er, hon hevur brúk fyri« Elin Reinert Planck