hósdagur 26. november 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
11
– Vit hava leigað her hjá KFUM øll árini, og her er gott at
vera. Vit liggja sentralt, og tað er týdningarmikið. Men
um vit høvdu egin hús, høvdu vit kunnað víðkað um virk
semi og betur kunnað húsað teimum kvinnum og børn
um, sum til tíðir búgva her, sigur Elin Reinert Planck
ST hevur ásett 25. november at vera altjóða dagur móti harð
skapi móti kvinnum, og mikukvøldið var dagurin hátíðarhildin í
posthúskjallaranum í Havn. Eisini í Vikuskiftis Sosialinum varpa
vit ljós á harðskap móti kvinnum á temasíðunum hesaferð.
ikki eins bangnar, og tað er lættari at
taka stigið, sigur Elin.
Allar truplast er tó støðan hjá
teimum kvinnunum, sum als ikki
hava nakað sosialt netverk í Føroy
um. Her verður serstakliga hugsað
um tær kvinnurnar, sum flyta til
Føroyar úr útlondum.
– Nógvar av teimum hava tað
sjálvsagt ordiliga gott, tað mugu
vit ikki gloyma, sigur Elin Reinert
Planck, men leggur afturat, at fyri tær
kvinnurnar sum ikki hava tað gott,
kann støðan gerast ógvuliga trupul.
Ofta hevur maðurin fult kontroll yvir
hvønn kvinnan tosar við og ikki. Ti
er ógvuliga trupult at leita sær hjálp.
Tað hendir seg meira enn so at tað er
familjan hjá manninum, sum at enda
hjálpur kvinnuni. Eitt av átøkunum
i Sig Frá verkætlanini var at gera
faldarar um rættindi hjá kvinnum,
og hetta er sjálvsagt gott.
– Men trupuleikin er at náa út til
tær kvinnurnar, sum veruliga hava
brúk fyri tí, tað má arbeiðast víðari
við, vísur Elin á.
Lat ivan koma tær tilgóða
»Eg veit ikki heilt um eg havi ringt
rætta stað, MEN«. Soleiðis byrja
nógvar av telefonssamrøðunum, tá
ið kvinnur ringja til Kvinnuhúsið.
Kvinnurnar, sum ringja til Kvinnu
húsið, eru ofta í iva um hvørt tær eru
úti fyri harðskapi ella ikki, og um tær
eiga at finna seg í tí tær eru úti fyri,
ella ikki. Verður tú sligin, so er kanska
lættari at greiða frá tí sum hendir, og
lættari at síggja, at tað ikki er í lagi.
Tað er hin sálarligi harðskapurin, ið
oftari fær kvinnurnar at ivast. Um
tú upplivir systematiskan ágang, ja
so kann tað fáa ein og hvønn at ivast
í, um tað er nakað galið við støðuni,
ella um tað eru tær og tínum fatingar
evnum, tað er galið við. Men tað er tað
so at siga ongantíð. Tað er ein orsøk til
at tú ivast. Og ivast tú, so ring!
– Vit arbeiða við hjálp til sjálvhjálp,
og vit lurta og tosa, og royna at hjálpa
kvinnuni at seta orð á hvat tað er, hon
hevur brúk fyri. Ofta kunnu vit eisini
vísa henni víðari til eina samrøðu við
sálarfrøðing, løgfrøðing, ella tað, ið
hon hevur brúk fyri, greiður Elin frá.
Í oktobur í ár vóru 25 ár síðani
Kvinnuhúsið opnaði. Spurd hvat
Kvinnuhúsið ynskir sær í 25 ára føð
ingardagsgávu svarar Elin Reinert
Planck, at tey leingi hava ynskt sær
eini egin høli.
– Vit hava leigað her hjá KFUM øll
árini, og her er gott at vera. Vit liggja
sentralt, og tað er týdningarmikið.
Men um vit høvdu egin hús, høvdu vit
kunnað víðkað um virksemi og betur
kunnað húsað teimum kvinnum og
børnum, sum til tíðir búgva her. Ein
stórur vansi við hølunum vit hava
nú er eisini, at vit, orsakað av longu
trappunum, ikki hava møguleika fyri
at taka ímóti kvinnum í koyristóli; og
tað er ikki í lagi, leggur Elin Reinert
Planck dent á.
Myndir: Álvur Haraldsen