Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 12 tema Harðskapur móti kvinnum Dulnevnd kvinna T røllið, sum hevur verið fjalt og á mangan hátt dult sum mansmorð seinastu árini, er hann. Og alt tað, sum hann gjørdi. Tey sløgini hann gav, tey orðini hann brúkti, tær gerðirnar eg livdi við. Tað byrjaði, tá eg var 16 ár. Hann gjørdi alt hann kundi fyri at sjar­ mera seg inn á meg. Eg minnist, at vin­kon­urnar hildu hann vera nakað so sjarmerandi. Eg fall tó ikki fyri tí. Fyrr enn nøkur ár seinni. Tá eg var 19 ár, hevði hann lagt so nógva orku í at sjar­mera meg, at hann nú hevði meg. Við húð og hár. Eg var smask for­elskað í hesum stóra, breiða manni, sum var romantiskur, blíður, stutt­ligur og alt annað gott. Helt eg í hvussu so er tá. Eg minnist einaferð í byrjanini. Áðrenn vit vóru par. Tá segði hann mær, at hann elskaði meg so nógv, men kundi ikki vera saman við einari damu, sum roykti. Orsøkin var, at mostur hansara hevði havt krabba­mein, so hann var so stúrin. Eg hugsaði »okey, um tað er so vigtigt fyri teg, so steðgi eg bara«. Tað skuldi eg ongantíð havt hugsað. Seinni sama ár byrjaði tað at vinda upp á seg. »Mær dámar ikki, at kvinnur gera ov nógv burturúr. Ganga í høgum hælum og smyrja sær« segði hann. Orsøkin var nú, at hann hevði upp­livað keðilig parløg áðrenn meg, og hann gjørdist so bangin. »Okey, um tað er so vigtigt fyri teg, so kann eg lata vera við at pynta meg so nógv«. Og soleiðis vaks tað. Seinni sama árið flutti eg inn hjá honum. Eg arbeiddi, tað gjørdi hann ikki. Hann átti hús, men eg rindaði meginpartin av láninum hjá honum. Tað sindrið, sum eg ikki rindaði, varð orðnað umvegis leiguinntøku av íbúð­unum í kjallaranum. Honum nýtt­ist ikki at arbeiða, opinbart. Veit ikki hví eg ikki helt tað vera løgið tá. Men eg var so ung, hugsaði ikki um tað. »Tú ert vemmilig« So byrjaðu orðini. Tey vemmiligu orð­ ini, sum enn sita í mær onkra­staðni. »Tú ert so vemmilig, at eingin annar enn eg vil hava teg. Eg havi gjørt tær eina tænastu, at vera saman við tær«. »Øll onnur halda tú ert ein hora«. »Eg haldi ikki tú skalt fara út, tí øll halda tú ert so vemmilig«. Eg var altíð ov feit, minnist eg. Hóast eg vigaði 50 kilo. Eg mátti venja javnan, tí honum dámdi ikki ótrenaðar kvinn­ur. Eg skuldi ganga í einari bestemtari før­ oyskari troyggju og leysum kov­boy­ buksum, tí tað dámdi honum best. Og so skuldi eg vera mega blond. So ljóshærd, at tað sá løgið út. Tað dámdi honum best. Hvønn dag, tá eg kom heim frá ar­ beiði, slapp eg ikki at seta meg niður, fyrr enn eg hevði støvsogið, vaskað gólv, gjørt nátturða og vaksað klæðir. Tað var tí, at hann helt ein ordilig kvinna gjørdi slíkt, áðrenn hon setti seg niður at slappa av. Hann? Ja, hann lá bara á sofuni og spældi poker allan dagin. Tá hann ikki vandi og koyrdi biltúr við ymiskum vinfólkum. Eg gjørdist meira og meira bangin, kedd og innilokað. Flest øll vinfólk steðgaðu við at ringja og skriva, tí eg kundi ongantíð hitta tey. Honum dámdi ikki, at eg fór í býin. Og um eg fór, so skuldi eg bestemt ikki fara í Eclipse (sum tað æt tá), tí har gingu bara horur, segði hann. »Øll halda, tú ert ein hora, so um tú verður sædd har, so fara tey at spilla teg út«, segði hann. Hann var flóvur av mær. Eina­ ferð møtti eg honum í býnum saman við sínum vinum. Hann gjørdist so illur, tá eg fór yvir at siga hey, at hann bankaði meg tað kvøldið. Ordiliga illa. Eg haldi, tað var fyrstu ferð, hann sló meg. Nå, aftur til Eclipse. Tann einasti vinurin, sum ikki vendi mær bakið hasi árini, var mín besta vinkona. Hon royndi og royndi og visti okkurt var galið, hóast eg ikki segði so nógv. Eina­ferð tvingaði hon meg at koma við sær út, og vit báðar fóru í Eclipse. Eg minnist, hvussu bebbarædd eg var fyri at hann skuldi síggja meg har. Men eg fór, tí eg vildi ikki missa mína vin­konu, og eg visti, hvussu nógv tað hevði at siga fyri hana, at eg kom við henni onkuntíð. Og eg vildi gjarna vera saman við henni. So eg fór. Og eg møtti honum. Eg sá, hvussu illur hann var. Tað lýsti úr eyg­unum. Men hann vísti einki framm­an fyri mínari vinkonu. Tað vildi hann ongan­tíð, tí so fóru fólk at vita, hvussu hann var móti mær. Skar meg Tann náttin stendur heldur kám í minn­inum. Eg minnist, eg fór heim tíðliga – bangin og einsamøll – og eg legði meg at sova. Hann vakti meg nakrar tímar seinni. Skræddi meg úr songini og bar meg inn í stovuna. Har bant hann meg til sofuna. Hann og nakrir vinmenn hansara vóru har. Teir tóku hvør sín knív, og byrjaðu at skera meg í beinini. Har, sum eingin sá. Eg minnist ikki, hvat hendi ordiliga. Eg minnist tó dagin eftir, at hann bað meg leggja meg á knæ og siga orsaka, um eg ikki skuldi fáa Tíðargrein frá dulnevndari kvinnu 'Tú ert so vemmilig, at eingin annar enn eg vil hava teg'. 'Eg havi gjørt tær eina tæn­astu, at vera saman við tær'. 'Øll onnur halda tú ert ein hora'. 'Eg haldi ikki tú skalt fara út, tí øll halda tú ert so vemmilig'« Trøllið býr í mær – Eg koyrdi fleiri ferðir aftur og fram og rundan um og drálaði so nógv eg kundi áðrenn eg parkeraði bilin. »Skal eg veruliga tora at hyggja trøllið í eyguni«? Inni har eru kvinnur sum eg. Tær hava eisini eitt trøll í sær. Og tær hava tað sikkurt sum eg, nú hesin bólkurin skal hittast fyri fyrstu ferð GG! Kvinnan vil vera dulnevnd, men redaktørurin á Vikuskiftis Sosialinum kennir hennara samleika. Kvinnuhúsið