Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. november 2015 sosialurin 137 13 ein um­gang aftrat. Og eg so gjørdi. Harragud tað kennist langt úti at hava sagt orsaka fyri slíkt. Eg minnist, hvussu langt niðri eg var. Eg kendi meg sum skrell. Sum eg ikki hevði rætt til at liva. Eg setti ikki spurnartekin við alt tað, hann segði um meg. Eg bara fann meg í tí og góð­ tók, at eg ikki var nakað verd. Eg fór at skera meg, minnist eg. Í armin. Tey arrini eru eisini við mær enn. Eg minnist ikki fyrstu ferð, eg gjørdi tað, men eg minnist ta einu ólav­søkuna. Eg var so glað, tí fyri fyrstu ferð í okkara parlag slapp eg at vera heima, tá ið hann hevði ball. Systir hansara var komin til Føroya, og hon búði hjá okkum. Eg giti, tað var tí, at hann ikki tordi at blaka meg út, sum hann annars plagdi. Tá ball­ ið var liðugt, og fólk skuldu oman til midnáttarsangin, fór eg eftir jakka­ num og skónum. Hann kom yvir til mín og spurdi »hvat gert tú? Heldur tú veruliga, at tú sleppur við?«. Eg misti kontrol tá. Bikarið fleyt yvir. Eg rann niðan í eina viðarlund tætt við har sum vit búðu. Í reinari desperatión. Eg hevði ein knív í taskuni av onkrari orsøk, og eg setti meg millum trøini at skera meg í armin. Harragud tað kendist gott. Tað løtuna, tá ið pínan rakti hondliðið, var kvirt. Høvdið steðgaði, og eg sá pínuna inni í mær manifestera seg í blóðutu strípuni á arm­inum. Mín besta vinkona kom at leita eftir mær tá. Hann hevði ringt til hana, áðrenn hann fór oman til mid­náttar­sangin. Hon var fratør og royndi at hjálpa mær á føtur aftur. Fór eftir hundinum Einaferð fekk eg nóg mikið. Eg minn­ist, at hann stongdi meg inni í bil­inum ta einu náttina. Hann hevði ein so­vorðnan fínan bil, har man ikki kundi lata upp innanífrá. Eg sat har alla náttina uttan telefon og bíðaði, til hann vildi lova mær út aftur. Eg vænt­aði, eg fór at doyggja inni har, tí luftin bleiv uppi. Tað gjørdi eg so ikki. Men ta náttina føldi eg á mær, at alt mátti vera betur enn hetta. Eg gjørdi tó einki við tað í vikunum aftaná. Vit høvdu ein hund saman. Hann var altso fittur, og eg var so sera góð við hann. Hann var tað einasta í verð­ ini, sum gav meining tey árini. Ta einu náttina, nakrar vikur ella mánaðir aftaná, at eg var innilæst í bilinum, fór hann eftir hundinum. Hann hevði funnið útav, at tað var tað, sum særdi meg mest. Tá hann rópti, skeldaði ella sló hundin hjá mær. Hann kom heim úr býnum, og var illur um okkurt. Minnist ikki hvat. Og ístaðin fyri at leggjast eftir mær, so tók hann hundin og bankaði hann av, meðan eg var innilæst í kamar­ inum. Morgunin eftir fór eg tíðliga upp og koyrdi hundin avstað til eitt annað heim. Har býr hann vist nokk enn. Svam út í havið Eitt vikuskifti, stutt eftir hetta, fór eg út í býin. Hann visti av tí, og var illur, men lovaði mær út kortini. Eg fór við einum vinmanni mínum (tað visti hann ikki av), og eg bað vin­mann mín finna mær onkran at fríggja við hasa náttina. Eg fann ein, Gud viti hvør hann var. Dagin eftir fór eg heim til foreldur míni og ringdi til hans­ara og segði honum frá hesum. Eg visti, at einasti mátin hann fór at lata meg fara, var um eg hevði verið við onkrum øðrum. Tað eydnaðist. Eg flutti út á mítt arbeiðspláss. Hevði onga íbúð, men stjórin hjá mær lovaði mær at búgva á arbeiðs­pláss­ inum í nakrar mánaðir. Eg minnist illa árið aftan á tað. Eg minnist, at fyrstu vikurnar á ar­beiðs­ plássinum vóru harðar. Eg græt púra hysterisk hvønn dag og sat mangan við einum stórum knívi móti búk­ inum. Eg ætlaði at trýsta hann í búkin, men eg tordi ikki. Eg sat eisini onkun­tíð í vindeyganum og ætlaði at hoppa niður, men eg var bangin fyri, at eg ikki doyði. Einaferð svam eg út í havið. Svam nokso langt, tí eg ætlaði at drukna har, og bara hvørva. Men eg tordi heldur ikki at blíva við at svimja. Hann gjørdi herverk fleiri nætur um vik­una fyrstu tíðina. Breyt rútar í hús­inum, á bilinum hjá mær og bank­aði uppá í fleiri tímar. Royndi at sleppa inn, meðan hann stóð uttan­ fyri og rópti. Og innanfyri stóð eg, bangin og einsamøll, klár at ringja 112, um hann slapp inn. Eg minnist, at mítt sjálvvirði var burturi. Fullkomiliga ikki eksister­ andi. Eg helt veruliga, at eg var »ein bílig hora, sum øll hataðu«. »Eingin fer at vilja hava teg uttan eg, tí tú ert so vemmilig«, hevði hann sagt øll hesi ár­ini, og eg trúði honum. Eg helt, at eg einki virði hevði fyri nakran. Fyri mína familju, fyri mínar vinir ella nakran annan. Men mín besta vinkona, hon var framvegis har. Og eg visti, at hon var góð við meg. Tað hjálpti mær nokso nógv. Mítt lív er aftur mítt Tað tók mær nøkur ár at koma fyri meg, og at viðurkenna tað, sum var hent. Fyrstu árini mintist eg ikki reiði­ liga, hvussu lívið hevði verið saman við honum. Eg hevði fortrongt tað. Men spakiliga gekk tað upp fyri mær, at eingin helt alt hatta um meg. Og at fólk í veruleikanum hildu, at hann var tann vemmilig. Eg havi funnið útav, hví hann ikki hevði tørv á at arbeiða og tjena peng­ar. Fyri nøkrum árum síðani varð hann dømdur fyri at selja rúsevni. Har komu pengarnir frá, opinbart. »Gotter, nú fari eg bara«, hugsaði eg í parkeraða bilinum herfyri, og leið­in gekk inn í Kvinnuhúsið. Hóast eg eri komin væl fyri meg síðani hatta ræðu­liga parlagið, so havi eg fram­ vegis tørv á at viðurkenna trøllið og vón­andi taka lívið av tí fyrr ella seinni. Í dag eri eg sterk, sjálvstøðug og havi eitt gott starv. Eg eigi míni egnu hús og bil, og eingin sleppur at siga mær, hvussu eg skal liva. Eingin. Eg havi enn trupulleikar av, at eg verði bangin, um onkur skuffar meg á onkran hátt. Eg toli lítið av, og sjeik­ urin hjá mær í dag líður undir hesum. Hann veit av mínari fortíð og stuðlar mær hvønn dag. Men hann kann ongan­tíð skilja veruliga, hvat hendi, og hvussu tað ávirkar meg. Tað kann eingin. Uttan tær í Kvinnuhúsinum. Tey síggja arrini á arminum og bein­unum, men arrini innaní eru duld. Bara eg veit, hvussu stór og djúp tey eru. Bara eg kenni stóra, vemm­ iliga trøllið, sum býr í mær. Modellmynd »Hann skræddi meg úr songini og bant meg til sofuna. Hann og nakrir vinmenn hansara tóku hvør sín knív, og byrjaðu at skera meg í beinini« – Mítt sjálvvirði var burturi. Fullkomiliga ikki eksister­andi. Eg helt veruliga, at eg var »ein bílig hora, sum øll hataðu« sum hann hevði sagt øll hesi ár­ini, sigur dulnevnda kvinnan