hósdagur 26. november 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. november 2015
sosialurin 137
14
tema Harðskapur móti kvinnum
Hallur av Rana
A
t altjóða dagurin móti
harðskapi móti kvinnum,
ið verður hildin 25.
november á hvørjum
ári, er ein aktuellur dagur fyri føroy
ingar, vitna tíverri álvarsomu hag
tølini frá Kvinnuhúsinum um. Í 2014
fekk Kvinnuhúsið 539 fráboðanir
um kvinnur, ið vóru fyri harðskapi.
Burturúr teimum fráboðanum vóru
tað seytjan kvinnur og tólv børn, ið
nýttu møguleikan at gista í Kvinnu
húsinum.
Fyri flestu kann talið virka óveru
liga høgt. Hóast talan ikki er um 539
einstakar kvinnur, so er talan uttan
iva um rættiliga nógvar kvinnur í
føroyska samfelagnum, ið hava upp
livað harðskap av onkrum slag í teirra
lívi. Ein teirra, ið hevur havt samband
við fleiri av hesum kvinnum, er
Súsanna Skaale, sum seinastu níggju
árini hevur arbeitt við kvinnum, ið
hava verið í harðligum parløgum,
og hevur síðani 2012 verið knýtt at
Kvinnuhúsinum sum sálarfrøðingur.
Í 2013 gav hon bókina »Um bara hann
sló meg« út, har fleiri kvinnur dul
nevnt deila teirra søgur, um hvussu
tað var at liva í harðligum parløgum.
– Mínar royndir eru, at ymisleikin
tekur ein á bóli. Man møtir kvinnum,
ið man aldrin trúði endaðu í einum
harðligum parlagi. Tað er eingin mun
ur millum lærdar og ólærdar, gamlar
og ungar ella ríkar og fátækar. Tað er
eingin stætt, ið sleppur undan harð
skapi í parløgum, sigur Súsanna
Skaale í eini áminning um, at trupul
leikin kann raka allar kvinnur.
Súsanna Skaale vísir eisini á, at
harðskapur er so nógv meira enn bara
tann likamligi parturin, ið fólk oftani
hugsa um, tá tey hoyra um harðskap
í parlagi.
– Tann likamligi harðskapurin er
ikki tað ringasta. Tað er tann sálar
ligi harðskapurin, tað at verða niður
brotin so líðandi, ið tekur harðast upp
á kvinnur. Eg plagi at líkna tað við,
tá man sleppur einum froski á eina
glóðheita plátu. Hann loypir upp frá
beinanvegin, tí hann følir hitan. Men
um man leggur hann á eina kalda
plátu og letur hann standa í frið og
náðum, meðan man koyrir hitan frá,
so hoknar hann spakuliga undir hita
num. Hann missur sína kraft.
– Dømi er sigandi fyri hvat eg havi
lært frá kvinnum, ið hava verið út fyri
harðskapi. Tær yppa allar øksl, tá eg
spyrji um tann likamliga harðskapin,
tí tað er tann sálarligi harðskapurin,
ið setir spor. Hetta, at alla tíðina vera
bangin og kenna seg ótrygga, er ikki
nakað, ið bara hvørvur aftur.
Fimm sløg av harðskapi
Umframt tann likamliga og sálarliga
harðskapin so finnast tað trý onnur
sløg av harðskapi, ið kunnu eyðkenna
eitt parlag.
– Tað finst ein altjóða nýtt lýsing
av harðskapi, har sagt verður, at tann
finnast fimm ymisk sløg av harð
skapi. Fyrst er tann sálarligi harð
skapurin. Hann er eyðkendur við, at
makin hóttir og roynir at stýra kvinn
uni, og at kvinnan verður avbyrgd og
niðurgjørd.
– Síðani er tað kynsligur harðskap
ur, ið er tá kvinnan verður tvingað til
kynsligt samband ella gerðir, ið hon
sjálv ikki ynskir.
– Triðja slagið er fíggjarligur harð
skapur, har kvinnan ikki sjálv hevur
stýr yvir síni fíggjarviðurskiftir.
– Likamligi harðskapur er fjórða
slagið, og tann, ið fólk hugsa fyrst um,
fysiskur harðskapur.
– At enda er tann materielli harð
skapurin, har ting verða brotin og
kastaði við. Tað kann vera innbúgv,
klæðir og bilar, ið verða brotin í
illsinni.
Súsanna Skaale
Fyri tað fyrsta, so
snýr harðskapur
seg nógv um
makt, hetta at
stýra sínum
maka. Tað handl
ar eisini lutvíst
um, at ikki kenna
seg tryggan. Fólk,
ið ikki kenna
seg trygg, mugu
skifta álit út við
kensluna at hava
stýr á sínum
maka«
Týdningarmikið
at vit tora at
blanda okkum
– Tað er tann sálarligi harðskapurin, tað at verða niðurbrotin so líðandi, ið
tekur harðast upp á kvinnur. Eg plagi at líkna tað við, tá man sleppur ein frosk
á eina glóðheita plátu. Hann loypir upp frá beinanvegin, tí hann følir hitan.
Men um man leggur hann á eina kalda plátu og letur hann standa í frið og
náðum, meðan man koyrir hitan frá, so hoknar hann spakuliga undir hitanum.
Hann missur sína kraft, sigur Súsanna Skaale, ið sum sálarfrøðingur hevur
drúgvar royndir at tosa við kvinnur, ið hava verið í harðligum parløgum
Framhald á næstu síðu
modellmynd