mikudagur 11. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 150 - 11. august 2004
Nr. 150 - 11. august 2004
9
Veðurmenn lova gott veður
Forsøgnin hjá veðurmonnunum á DMI siga, at veðrið
verður stak gott um vikuskiftið. Roknast kann við
heitum veðri, lítlum vindi og sólskini
Umstøðurnar at halda fyrsta Summar Festivalin
kunnu fara at gera so góðar, sum tær yvirhøvur kunnu
gerast.
Veðrið hevur ein týðandi leiklut til slík tiltøk í Før-
oyum, og fáa veðurmenninir á Dansk Meterologisk
Institut rætt, so verður av besta veðrið um vikuskiftið.
Bæði fríggjadagin og leygardagin siga teir frá
turrum veðri, lítlum vindi og til tíðir sólskini. Hitin fer
at nærkast teimum 20 hitastigunum.
Hetta er søtur musikkur í oyrunum á teimum, sum
skipa fyri, og teimum, sum ælta sær á Summar Festi-
valin, har tónleikur fer at ljóma í fýra dagar bæði undir
taki og opnum himli.
Olivant live av festivalinum
Føroya Tele hevur vent sínum webkamera í Klaksvík
ímóti festivaløkinum, og nú ber til at fylgja við tí, sum
hendir á festivaløkinum, umvegis Olivant.fo
Næstu dagarnar verða nógvar fyrireikingar gjørdar á
og kring Vágsbø, har stóru útikonsertin verður leygar-
dagin. Pallurin er langt síðani komin upp at standa,
men nógv annað skal gerast næstu dagarnar.
Føroya Tele hevur eitt sokallað wemkamera í
Klaksvík og plagar at vísa útsýnið út eftir vágni og
móti Kunoyarnesi. Men nú er hetta kamera flutt, so at
tað tekur myndir av festivaløkinum hjá Summar
Festivalinum.
So har ber nú til at fylgja við, meðan seinastu fyri-
reikingarnar verða gjørdar til stóra tónleikatiltakið.
Webkameraið sæst á heimasíðuni www.olivant.fo
Fívil á festivali
Tað skal eisini verða stuttligt hjá teimum allarminstu
at fara á Summar Festival í Klaksvík.
Tí fer fer festligi fívilin Hannibal eisini verða
ímillum festivalgestirnar í vikuskiftinum.
Hvat kostiligi klovnurin fer at gera og undirhalda
vita vit ikki enn, men hann fer at verða á pallinum eina
løtu saman við Trølla Pæturi, og seinni fer hann vísa
seg ímillum børnini og fáa tey at undrast og stuttliga
sær á Festivaløkinum.
Pláss eru eftir til Hensley
Eitt tað mest forkunnuga tiltakið á øllum Summar
Festivalinum er ein sonevnd workshop við bretska
tónasmiðinum Ken Hensley.
Hetta tiltak verður í Atlantis fríggjakvøldið kl.
21.00, og har fer Hensley at greiða frá sínum tónleiki,
hvussu hann skrivaði ymsar sangir, og hvat hann hev-
ur lagt seg eftir í sínum tónlistarliga arbeiði
– Eg havi fyrireikað meg til at spæla nakrar sangir
og greiða frá, hvussu eg skrivaði teir. Eg ætli mær eis-
ini at tosa eitt sindur generelt um at komponera, og
fólk eru eisini sera vælkomin at seta mær spurningar,
sum fari eg at svara so gott, sum eg kann, sigur Ken
Hensley.
Hann var maðurin, sum skrivaði kendastu sangirnar
hjá bretska rockbólkinum Uriah Heep, og millum hes-
ar eru July Morning, Easy Livin', Stealin', The Wizard
og tann kendasti av øllum Lady in Black, sum er týdd-
ur til føroyskt og kallast Hesir Brimbardu Klettar.
Tiltakið við Ken Hensley er ein lívskjansur at upp-
liva hetta virda tónaskald tætt og erligt. Nøkur at-
gongumerki eru eftir til hetta tiltakið, har atgongdin er
avmarkað.
Atgongumerkini fáast á Shell-støðini í Klaksvík og
á Kunningarstovuni í Havn.
Verthússangur við Ola Nordskar
Norski gittarmaðurin
og vísusangarin Ola
Nordskar fer at vera
við til at byrja og
enda Summar Festi-
valin 2004.
Ola Nordskar fer at syngja í
Roykstovuni í Klaksvík
hóskvøldið og sunnukvøld-
ið, og fríggjakvøldið verður
føroyavinurin at hoyra í
Klaksvíkar Klubba.
Ola Nordskar hevur givið
tvær fløgur út og hevur í
nógv ár sungið og spælt á
verthúsum og til smærri til-
tøk runt um í Noregi og í
Íslandi. Eisini hava fleiri av
hansara sangum verið at
hoyrt í norska útvarpinum.
45 ára gamli nordmaður-
in er kendur fyri sítt hegni
sum lag og orðasmiðjur.
Røddin er eitt sindur hás og
eyðkend, og framburðinum
minnir ikki sørt um Joe
Cooker og Tom Waits. Orð-
ini eru oftani rámandi sam-
felagslysingar, men mis-
eydnaður kærleiki og vakr-
ar gerandislýsingar er eisini
partur av skaldsliga sam-
leikanum hjá norska truba-
durinum.
Týtt føroyskar sangir
Ola, sum nærum á hvørjum
summari hevur vitjað í Før-
oyum, skilur føroyskt so-
mikið væl, at hann hevur
umsett fleiri Frændur sang-
ir til norskt. Samstarvið og
vinalagið við frændurnar er
eisini ítøkiligtgjørt á Kær-
leikans Vallaraheimi hjá
Millum Frændur, har tveir
av sangunum hjá norð-
manninum På Armen Min
og Mitt land eru latnir í før-
oyskan tónleikabúna.
Tey sum fara at lurta eftir
Ola Nordskar kunnu vænta
sær sangir á norskum,
enskum og hvør veit -
møgulig roynir hann seg
eisini á føroyskum, tá ið
hann sum eitt áhugavert
íkast til Summar festivalin
fer at syngja og undirhalda
í ølstovunum í Klaksvík.
Nú verður seinasta
hond løgd á arbeiðið
at gera festivaløkið í
Klaksvík liðugt, og
forsølan hevur rætti-
liga tikið dik á seg
Í góðveðrinum mánadagin
vóru nógv fólk til arbeiðis á
festivaløkinum hjá Summar
Festivalinum. Elektrikarar,
arbeiðsmenn hjá kommun-
uni og onnur stríddist við at
fáa ymisk viðurskifti upp á
pláss, so at festivalurin
kann haldast.
Stóra útitiltakið leygar-
dagin verður hildið á einum
øki, sum ikki áður hevur
verið brúkt til tónleika-
framførslur, men sum er
sera væl egnað til tað.
Býargartnarin hevur í
eina tíð arbeitt við bønum,
so hann verður góður at
ganga og sita á undir festi-
valinum, og har sær bæði
lokkandi og grønt út í hes-
um døgum.
Nú er streymkaðal lagdur
til pallin, so at stóra ljóðan-
leggið, sum verður sett um,
kann spræna tónarnar út í
allar ættir.
Og síðani skal pallurin
gerast liðugur, ljóðtøknin
setast upp, og leygardagin
verður alt klárt at taka í
nýtslu, tá ið 14 bólkar og
einstaklingar fara at spæla
á stóru útikonsertini.
SUMMAR FESTIVALUR 2004
Norski vísusangarin Ola
Nordskar fer at spæla í
Klaksvík í sambandi við
Summar Festivalin
Fyrireikingarnar ganga væl
Arbeiðsmenn hjá Klaksvíkar kommunu arbeiddu í góðveðrinum mánadagin á festivaløkinum
Tað man vera ein av
heitastu døgunum í
Føroyum í summar,
og allastaðni í býnum
er ein sjóðan av lívi.
Klaksvíkingar eru av
álvara í gongd við
seinastu fyrireiking-
arnar til Summar-
festivalin í vikuskifti-
num
SUMMARFESTIVAL
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
Úti á nýggja tjaldingar-
plássinum úti í Grøv ganga
fólk og seta skelti upp,
menn frá SEV eru í fer við
at leggja kablar við eyka
streymi fram við pallinum í
Vágsbø, Norðlýsi er kemur
við eykaútgávu og býar-
gartnarin og hansara fólk
eru at síggja allastaðni.
Tað er bert eitt lítið døgn,
til fyrstu tónarnir á Summ-
arfestivalinum verða at
hoyra, og Steintór Rasmus-
sen,
samskipari,
tykist
óvanliga avslappaður.
- Í løtuni taka vit tað
rættiliga róligt, men tað er
fyrst og fremst tí vit fáa so
ótrúliga góða hjálp alla-
staðni frá. Eitt er at fáa eitt
hugskot, nakað heilt annað
er at gera tað til veruleika,
so var tað ikki fyri tann
stóra herin av fólki, sum nú
er uppi í, so hevði onki av
hesum verðið av nøkrum,
sigur Steintór.
Ov gott til at vera satt
Fartelefonin hjá Steintór
hevur tagt í fleiri tímar í
dag, og tað tekur hann sum
eitt gott tekin. Alt gongur
mest sum av sær sjálvum í
løtuni, ja sjálvt veðurgudar-
nir hava neyvan verið í betri
summarhýri.
- Hetta er næstan ov gott
til at vera satt, sigur Stein-
tór og hyggur upp í luftina.
Veðurfrøðingarnir siga, at
veðri fer at halda, so vit
hava ongan plan B og eg
trúgvi heldur ikki , at nakar
hevur hug júst nú at ganga
og hugsa um, hvussu man
best surrar pallar og ljóð-
føri føst í ódnarveðri
Atgongumerkjasøðlan
gongur fínt, NFÍ hevur
keypt ein pylsuvogn og 25
borð og stólar, sum nú
verða sett kring festival-
økið, og festvalbólkurin er í
ferð við at innrætta seg á
høvuðsskrivstovuni í høl-
unum hjá Føroya Tele niðri
Við Sandin. Har koma
bólkarnir eisini at halda til
undan konsertunum, og aft-
aná bíðar fiskasúpan til teir
niðri í kappróðrarneysti-
num.
Rætta løtan
Hugskotið
við
einum
summarfestivali í Klaksvík
er ikki nýtt. Longu í 2001
vóru ítøkiligar ætlanir um
at hava ein festival úti í
Grøv, men av ymsum or-
søkum var ætlanin slept.
Men tað var hugskotið ikki.
- Tað hevur alltatíðina
verið avgerandi fyri okkum
at koma væl frá byrjan, og
tí gjørdi vit av at bíða fyri at
fáa tað neyðugu tíðina til
tað og til rætta løtan var
har, sigur Steintór. Hann
heldur tað vera eitt sindur
ringt at siga um hetta hevur
verið strævið, tí tú loysir
trupulleikarnar so við og
við, og gloymir, hví teir
vóru trupulleikar. Burtur-
sæð frá tí fíggjarliga, sum
altíð er tungt at fáa at hanga
saman, heldur Steintór at
marknaðarføringin hevur
verið ein tann størsta av-
bjóðingin.
- Tað er eitt sindur trupult
at marknaðarføra nakað,
sum ongantíð hevur verið
fyrr. Vit hava jú onki at sipa
til, ongar myndir frá árum
frammanundan, og hvat tú
nú annars brýkar í lýsingar-
átøkum. Tú ivast alltíðina í,
hvussu tú skalt fortelja
fóki, hvat tey kunnu vænta,
og vit ivast framvegis í, um
boðskaprin er komin fram,
sigur Steintór.
Fólkið eigur festivalin
Tað, fólk fyrst og fremst
kunnu vænta, er ein rúgva
av góðum tónleiki á nógum
ymsum pallum runt um í
býnum. Runt um sjálvan
tónleikin verður eisini alla-
tíðina ymiskt undirhald á
skránni, har eitt tað mest
forvitnisliga ivaleyst verð-
ur, tá Trøllapætur og Omm-
an koma dettandi í falla-
skíggja úr 3 km hædd niður
úr eini tyrlu.
- Ein rættilig festival,
sum varar í fleiri dagar, skal
hava okkurt til øll, tí vit
eiga øll festivalin. Fólk
skulu sjálvi sleppa at velja,
hvat tey hava hug at lurta
eftir og so koma og fara,
sum tey hava hug. Og eitt
afturat - ongum nýtist at
stinga hondina langt niður í
lumman fyri at fáa ráð til at
vera við, sigur Steintór,
sum fegin vil nýta høvi at
takka øllum teimum mongu
sum hava æruna av, at
Summarfestivalin 2004 í
Klaksvík nú er viðð at við
at verða veruleiki.
Klaksvíkin sjóðar av Summarfestival
Ein rættiliga festival skal hava okkurt til øll, tí vit eiga øll
festivalin, sigur Steintór Rasmussen, samskipari á
Summarfestivalinum, sum verður í Klaksvík komandi
vikuskifti
Ferðafólk og festival-
gestir, sum leita sær
til Norðoyggjar hava
fingið enn ein møgu-
leika at gista í Klaks-
vík, nú nýggja tjald-
ingaplássið omanfyri
vøkru viðarlundina
úti í Grøv er við at
verða klárt
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
Christian Olsen, leiðari á
kunningarstovuni í Klaks-
vík gongur í løtuni og legg-
ur seinastu hond á úti í
Grøv á nýgja tjaldingar-
plássinum. Fyri nøkrum
døgum síðani kom toilett-
vognurin, sum kommunan
hevur keypt, og nú skulu
bara setast nakrar skrelli-
spannir upp - so er púra
klárt at taka ímóti gestum.
Upprunaliga var ætlanin,
at tjaldingargestirnir skuldu
hava atgongd til w.c., brúsu
og tekøk í barnagarðinum
Fjallafípuni, ið liggur við
síðuna av tjaldingarplássi-
num.Men hetta varð av
ongum,
tá
kommunan
gjørdi av at barnagarðurin
ikki fór í summarfrí, og so
varð neyðugt at fáa ein toi-
lettvogn til vega.Tað tók
eitt sindur longri enn vænta
at fáa vognin til landið, sig-
ur Christian, men nú er
hann so komin at standa,
har hann skal.
Gott pláss
Í vogninum eru 2 w.c við
ókeypis atgongd umframt 2
brúsur vaskimaskina og
turkitrumla, sum gestirnir
kunnu nýta umvegis eina
myntskipan.
Á
tjaldingarplássinum
verður pláss fyri umleið 30
teltum í vanligari stødd, og
sunnanfyri
Fjallafípuna
verður pláss fyri eini 10
húsvognum.
Eitt vaktarfólk fer at
halda eftirlit við tjaldingar-
plássinum, sum annars
verður opið alt døgnið
Til ber at bíleggja sær
pláss á tjaldingarlássinum
við at venda sær til Norð-
oya Kunningarstovu á tlf.
45 69 39
Kostnaðurin er 50 kr. um
døgnið fyri hvønn persón.
Tjaldingarplássið úti í Grøv klárt
Frá nýggja tjalding-
arplássinum í Klaksvík
er frálíkt útsýni út yvir
Borðoyavík og vøkru
viðarlundina úti í Grøv
C
M
Y
K
9
8