mikudagur 11. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 150 - 11. august 2004
Nr. 150 - 11. august 2004
11
Landsstýrismaðurin í mentamálum gjørdi nú um dag-
arnar av, at loftmiðlarnir báðir SvF og ÚF skulu
leggja saman til ein stovn. Hetta er eitt afturvendandi
mál. Frá politiskari síðu hevur verið sagt, at tað er
greiðari og bíligari so fáment vit eru at hava eina og
somu umsiting av stovnunum. Kortini hevur ongantíð
verið full semja um at taka slíka avgerð - til nú, tá
landsstýrismaðurin bráddliga uttan at nakar væntaði
tað gjørdi av, at stovnarnir frá 1.januar 2005 skulu
vera ein stovnur.
Hetta hevur sjálvandi elvt til bæði kjak og ónøgd, ikki
minst millum starvsfólkini í almennu loftmiðlunum,
sum kenna tað so, at tey eru tikin á bóli, nú einki
orðaskifti ella fyrireiking hevur verið frammanundan
avgerðini. Hóast avgerðin er tikin, so er rætt at spyrja,
hví hetta skuldi fram í slíkum skundi. Og hevði tað
ikki verið best og rættast, at øll skipanin varð kunnað
og tikin við uppá ráð frammanundan, sjálvt um av-
gerðin at leggja saman var politisk og endalig! Sum
skilst eru tað afturvendandi ótryggu viðurskiftini í
SvF, sum hava fingið landsstýrismannin at taka av-
gerðina. Endaliga skumpið var møguliga avgerðin hjá
SvF-stjóranum at senda DR sjónvarp beinleiðis.
Starvsfólkini í báðum stovnunum eru alt annað enn
nøgd við mannagongdina í málinum, og tað er væl
skiljandi. Hetta er jú eisini teirra arbeiðspláss og teirra
framtíð. Hóast avgerðin er politisk, so átti landsstýris-
maðurin kortini at havt kunnað betri og fyrr og tikið
stovnarnar báðar við í viðgerðina. Og hevur alt lands-
stýrið veruliga viljað hesa broyting, hví var hon tá ikki
partur av samgonguskjalinum! Tá høvdu bæði starvs-
fólk og onnur havt møguleika til at fyrireika seg til
hesa broyting og samtíðis kunnað sett hol á kjakið um
fyrimunir og vansar, sum so aftur skuldi gjørt, at man
fekk tað allarbesta burtur úr. Tá varð spælt við opnum
kortum. Og ikki sum nú, har ónøgdin og frustratiónin
valdar og harvið kann forða fyri tí bestu loysnini fyri
allar partar.
Landsstýrismaðurin er nýggjur og óroyndur. Hann er
annars ein varin maður og plagar at ansa væl eftir ikki
at taka munnin ov fullan. Harfyri eigur hann at gera
alt fyri at seta seg inn í eitt slíkt álvarsmál sum hetta,
áðrenn hann meldar út so týðandi avgerð. Tíverri er
hetta ikki fyrstu ferð, at landsstýrimaðurin meldar út
við frustrerandi úttalilsum. Tað gjørdi hann eitt nú á
ráðstevnu fyri fjølmiðlafólk herfyri, tá hann um tor-
føru umstøðurnar hjá skrivandi miðlunum segði, at
tað var bara at koma út færri dagar, so skuldi tað nokk
laga seg. Ein sera óheppin og illa umhugsað útmeld-
ing frá einum mentamálaráðharra sæð frá einum blað-
sjónarhorni.
Annars eigur landsstýrismaðurin rós uppiborið fyri,
at Musikskúlin fær sínar pengar, tá avtornar. Vónandi
fer hann nú at brúka komandi tíð til at finna skilabestu
loysnirnar við samanlegging av loftmiðlunum eitt nú
við at taka allar partar við í viðgerðina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samanlegging
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Signar P. Dam
skúlalækni
Dagfest 30. januar 2003
kom bræv frá landsstýris-
manni, Bill Justinussen, til
okkum
kommunulæknar
um áðrenn 13. februar,
(t.v.s. 10 daga freist eftir
móttøkuna av brævinum!)
at gera okkara viðmerking-
ar til landsstýrismansins
lógaruppskot til nýggja
skúlalæknaskipan.
Bert henda stutta freistin
segði so mikið, at lands-
stýrismaðurin
ongantíð
hevði ætlað so mikið sum
at skeitt til viðmerkingarn-
ar frá okkum sakkønu, men
ætlaði at gjøgnumføra eitt
lógaruppskot,
sum
var
skræddaraseymað til ávísan
politisk áhugaðan komm-
unulækna.
Loyvi mær at seta hesir
tríggir spurningar til fyrr-
verandi landsstýrismannin:
Nær hevur kommunu-
læknafelagið sum felag
viðgjørt hetta lógarupp-
skotið og hvør var niður-
støðan?
Hvussu nógv svar fekk
landsstýrismaðurin
frá
kommunulæknunum?
Hvussu nógvir vóru fyri
og hvussu nógvir vóru
ímóti?
Loyvi mær niðanfyri at
endurgeva hvat undirritaði
svaraði (10 daga freist!)
Til Familju og Heilsumála-
ráðið
Ref.J.nr. 0.15-2200840/5
Uppskot til løgtingslóg um
nýggja skúlalæknaskipan.
Viðmerkingar til oman-
fyrinevnda uppskot.
Undirritaði hevur verið
skúlalækni í Suðuroyar
Norðara Læknadømi í 25
ár, og hevur verið á kravda
skúlalæknaskeiði í Dan-
mark.
Kenni sostatt núverandi
skipan og haldi ikki at skip-
anin krevur broytingar, men
eigur at verða avtikin. -
–Ístaðin eigur skúlasjúkra-
systraskipanin at verða út-
bygd soleiðis, at allar kann-
ingar hjá lækna verða so-
kallaðar
tørvkanningar,
sum verða gjørdar hjá
kommunulækna eftir tilvís-
ing frá skúlasjúkrasystur.
Mínar royndir gjøgnum
øll hesi árini eru, at tað er
sera lítið av skúlalækna-
arbeiðinum sum ein út-
búgvin
skúlasjúkrasystir
ikki kann gera. – Um barn-
ið er regluliga kannað hjá
kommunulækna gjøgnum
tær 8 barnakanningar, sum
standa foreldrunum í boð-
ið, so eigur ein skúlalækni
bert í heilt sjáldsomum før-
um at finna psykist ella lik-
amlig brek, sum ikki eru
staðfest áðrenn av komm-
unulæknanum, og soleiðis
eru eisini mínar royndir
gjøgnum árini.
Skúlasjúkrasysturin ger í
dag
funktiónskanningar
(sansa- og rørslukanningar)
og tað er ongin orsøk at
halda, at ein lækni ger tað
betur.
Sjón og hoyrn verður
kannað av skúlasjúkrasystr-
ini og tær kunnu eisini lætt-
liga læra at kanna rygg og
út-limir.
Hvat viðvíkur sjúkufyri-
byrgjan og heilsufremjan,
so er eingin betur skikk-
aður at røkja hetta enn
skúlasjúkrasysturin, sum
hevur dagligt samband við
børnini og aloftast teirra
álit í nógv størri mun enn
skúlalæknin, sum er teim-
um meira fremmandur, fyri
ikki at tosa um ein teimum
púra ókendur persónur,
sum ein landsskúlalækni
fer at vera.
Hetta sum eg nevni
omanfyri, verður praktiser-
að í hesum skúlalækna-
økinum við at skúlasjúkra-
systurin tosar við hvønn
einstakan
næming
um
royking, alkohol, matvanar,
kynslívið, AIDS og mangt
annað. – Haldi tað er ein
stórur fyrimunur at skúla-
sjúkrasysturin ger hetta, tí
sum nevnt er hennara sam-
band við næmingin nógv
tættari enn skúlalæknans.
Skúlasjúkrasysturin kann
(og tað verður eisini gjørt
her) skipa fyri størri felags
tiltøkum av sjúkufyribyrgj-
andi og heilsufremjandi
slag. Til dømis temadagar
um happing, etingaólag o.a.
Samanumtikið:
Avtakið
skúlalæknaskipanina
og
víðkið skúlasjúkrasystra-
skipanina!
(Undirskr. Signar P. Dam,
skúlalækni).
Eftirskrift:
Skúlalæknaskipanin varð
sett í verk allarhelst eina-
ferð í 30.unum, tá ið barna-
ríkar familjur ikki høvdu
ráð til at hava tilknýti til
fastan kommunulækna, tí
sjúkrakassaskipanin
var
ikki so væl útbygd sum í
dag, og eisini tí fólk vóru
rædd fyri at fáa staðfest
álvarsamar sjúkur sum t.d.
tuberkulosu.
Í dag verða so gott sum
øll børn í Føroyum røkt av
serlækna í almennari heilsu
og hava tískil ikki brúk fyri
nøkrum
»pseudospesial-
isti« í skúlabarnasjúkum.
Fari neyvan skeivur um
ikki hesin stovnur eftir
stuttari tíð er bólgnaður
upp soleiðis, at vit hava ein
landsskúlalækna, ein lands-
skúla-hjálparlækna, einir
tveir skrivarar og einar tvær
skúlasjúksasystrar.
Hesi skulu so ferðast
landið runt fyri dýran
dagpening til onga nyttu.
Nýggj skúlalæknaskipan – Aftur ein dýrur og
óneyðugur stovnur í Havn?
Saknur var í
strukturi, einum
reyðum trái og
nøkrum niðurstøðum
í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin
seinnapartin, tá
verturin Ivan
Niclassen hevði
samrøðu við mæta
norska rithøvundin
Jostein Gaarder
LISTASTEVNAN 2004
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Sunnudagin klokkan 16
høvdu føroyingar høvið at
hoyra gitna norska rithøv-
undin, 52 ára gamla Jostein
Gaarder, í Norðurlandahús-
inum undir listastevnuni
2004.
Tiltakið í Norðurlanda-
húsinum tók í stóran mun
útgangsstøði í verkunum
hjá Gaarder, men prátið og
spurningar sirkuleraðu eis-
ini kring persónin sjálvan
og hansara sjónarmið um
alt ov nógv evni.
Yvirfladiskt
Lat tað vera sagt beinan-
vegin. Jostein Gaarder er
og verður eitt bergtakandi
menniskja. Við sínum bein-
raknu lýsingum forførdi
hann áhoyrararnar, og um
maðurin fær frítt spæl, er
hann ein sannur meistari.
Stóri trupulleikin var
bert, at Jostein Gaarder als
ikki fekk loyvið at oysa av
sínum sálardýpi undir til-
takinum í Norðurlandahús-
inum sunnudagin.
Tiltakið varð eyðkent av
vantandi dýpd, og tá fólk
um hálvgum seks tíðina
leitaðu sær út aftur í for-
høllina eftir tiltakið, var
saknur í einum reyðum,
samanhangandi
trái.
Á
henda hátt gjørdist tiltakið
ov strukturleyst, og tað var
spell.
Orsøkirnar vóru fleiri.
Lutvíst skuldi verturin Ivan
Niclassen verið meiri kont-
antur í síni stýring. Lutvíst
vóru nakrir av spurningun-
um frá áhoyrarunum í so
malplaseraðir
uttan
»situatiónsfornemmilsi«,
sum setti bæði Ivan og
Gaarder í eina trupla støðu.
Og lutvíst er tað ein trupul
uppgáva hjá vertinum yvir-
høvur at stýra einum rit-
høvundi, sum milt sagt er
ein »snakkimaskina«, og
sum í ein mun hevur lyndi
til sjálvur at flyta fokus.
Men sera mótsigandi er
hesin eginleiki samstundis
júst eitt positivt eyðkenni
við Gaarder.
Ivan Niclassen upplýsti
áhoyrarunum at byrja við,
at hann hevði fyrireikað 30
spurningar, men tá avtorn-
aði vóru kanska ein triðing-
ur av spurningunum nýttir.
Úrslitið eftir tiltakið var,
at Gaarder, vertur og áhoyr-
arar høvdu skoytað á yvir-
flatuni á eini ørgrynnu av
torførum heimspekiligum
evnum uttan at fullfíggjað
kjakið við dýpd, niðurstøð-
um og samanumtøkum.
Tað vóru stutt sagt ikki
stundir til fullfíggjaða við-
gerð av teimum evnum, hol
varð sett á, og onkuntíð
tóktist mær synd í Gaarder,
sum í eini handavending
skuldi svara spurningum
um fundamentalismu, hum-
anismu, Gud, alheimin,
deyðan,
náttúruna,
seg
sjálvan, Jesus, Augustin,
tilvild, bøkur sínar o.s.fr.
Evni, sum eru heil serfak í
sær sjálvum. Á svarum
hansara hoyrdust eisini
allar
tær
hugsanir
og
spekulatiónir, sum lógu í
bakgrundini og skríggjaðu
eftir at verða sagdar, men
sum sagt loyvdu umstøð-
urnar ikki Gaarder veruliga
at sláa seg leysan við neyv-
ari útgreiningum.
Við øktari stýring og økt-
um tamarhaldið frá vertin-
um skuldi tiltakið havt
rúmað færri spurningum og
evnum, og við hesi kvanti-
tativu avmarking hevði
áhoyarin
harafturímóti
fingið meiri góðsku og ikki
minst samanhang.
Undirhaldandi
heimspeki
Men hóast umstøður og
fortreytir ikki vóru optim-
alar, fingu áhoyrarar í øll-
um førum okkurt fyri pen-
ingin. Jostein Gaarder er
ikki hvør sum helst, og fáur
kann rúnarbinda sum hann.
Hansara títta, syngjandi
norska mál fekk skjótt vald
á áhoyrarunum, og merkti
ein, at Jostein veruliga
gongur høgt upp í tað, hann
hevur at bera fram. Ein fær
kensluna av, at maðurin er
ein livandi mótsøgn til líka-
sæluna.
Spurdur, hví hann fekk
altjóða gjøgnumbrot við
júst Sofies Verden, kastaði
hann ljós á stílin.
– Eg kundi gott havt byrj-
að bókina við, at »menn-
iskjan hevur frá tíðarinnar
morgni sett sær sjálvum
djúpar,
eksistentiellar
spurningar« skapaði Gaar-
der sær við tungari, mono-
tonari og hátíðarligari rødd,
og láturin fór ígjøgnum sal-
in, áðrenn Gaarder skifti
yvir aftur í normala rødd.
– Í staðin valdi eg at byrja
bókina við, at »Sofie
Amundsen var á veg heim
úr skúla«, segði hann og
vísti við hesum á, at hann
royndi at gera heimspekina
lættari, meiri undirhaldandi
og harvið meiri innbjóð-
andi til ungdómin. Hesin
stílur er helst orsøkin til
hansara stóra gjøgnumbrot.
Fundamentalisma
Ein rúgva av evnum vóru
uppi at venda, sum Gaarder
hugleiddi um við støði í
spurningum frá áhoyrarum
og vertinum, men sum sagt
var talan um kvantitet fram
um kvalitet.
Gaarder viðurkendi seg
sjálvan sum romantikara og
melankolikara, og við út-
gangsstøði í nýggjastu bók
hansara Maya kom hann
enn einaferð inn á, at lívið
altso er ov stutt fyri hann. Í
bókini Maya sita tveir
menn á eini oyggj, og við at
tendra ein magiskan tendr-
ara kunnu teir velja, um teir
vilja hava ævigt lív ella
ikki.
– Eg havi umgangandi
tendrað tendraran og ognað
mær ævigt lív, konstateraði
Gaarder uttan at blunka.
Men samstundis spurdi
hann, um man kann loyva
sær at nokta at luttaka, bert
tí einum ikki hóvar regl-
urnar? Svar hansara var nei.
Lívið skal hóast avmark-
ingarnar livast.
Við støði í altjóða kjakin-
um um islamiska funda-
mentalismu
spurdi
ein
áhoyrari, um tað ikki eisini
finst ein kristin fundam-
entalisma, og hvønn hug-
burð Gaarder hevur til hetta
rák. Mótvegis tí, fleiri
væntaðu, helt Gaarder eftir
spurningin eina verjurøðu
fyri Jesus, samstundis sum
hann langaði út eftir víð-
gongdu fatanini, sum er
grundarlagið undir kristnari
fundamentalismu.
– Kristindómurin er í síni
náttúru ikki fundamental-
istiskur, og Jesus var eftir
mínum tykki ein stórur
humanistur, sló Gaarder
fast. Hann legði afturat, at
tey, sum rópa harðast um
islamiska
fundamental-
ismu, oftast sjálv eru
fundamentalistar.
Seinastu løtuna varð ljós
kastað á stríð Gaarders fyri
einum betri umhvørvi, og
so var liðugt í Norðurlanda-
húsinum.
Hóast nøkur gullkorn frá
meistaranum hevði eg og
møguliga onnur við eina
heldur tóma kenslu eftir
tiltakið. Hví kom so lítið
burturúr so nógvum? Or-
søkirnar eru fleiri, men skal
slíkt ikki endurtakast, er
neyðugt at taka um rótina á
trupulleikanum og endur-
skoða
grundleggjandi
konseptið við samrøðu og
spurningum frá áhoyrarun-
um. Í Norðurlandahúsinum
var í øllum førum saknur í
eini meiri diktatoriskari,
harðari hond at stýra.
Gaarder slapp ongantíð framat
Við kontantari stýring og øktum tamarhaldið frá vertinum Ivani Niclassen høgrumegin hevði samrøðan við mæta norska rithøvundin Jostein Gaarder ikki verið eitt
vónbrot í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Men tiltakið var eitt vónbrot, m.a. tí tað rúmaði alt ov nógvar spurningar og evni við tí úrsliti, at norski rithøvundurin
ongantíð slapp í dýpdina
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
11
10