týsdagur 15. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Talan er um kjøt av seyði á North
Ronaldsay í Oknoyggjum, sum bara
hevur eitið tara. Tað forkunnuga
liggur í, at matstovan samstundis
borðreiðir við siðbundum føroysk
um kjøti, og so kunnu gestirnir
sjálvir kunnu kenna munin.
Søgan um seyðin á North
Ronaldsay er tann, at fyri útvið
200 árum síðani gjørdu menn av
at hava neytahald á oynni. Tí varð
seyðurin tikin av – tó so, at teir
laðaðu garð rundan um oynna, og
seyðurin slapp at ganga uttan fyri
garðarnar. Síðani tá hevur hesin
seyður gingið í fjøruni og hevur
bara etið tara.
Dygdin í taranum er ikki sum í
grasinum, og tí veksur hesin seyð
urin seint. Tann seyðurin, sum
kjøtið, ið Áarstova borðreiðir, við
er av, er trý ára gamal. Tástani er
hann á stødd við okkara seyð og
kann etast. Seyðurin er ringur at
fáast við, vargur kemur lættliga í
hann, og er tí trupult at reka.
Kjøtið minnir um svartfugl
Kjøtið er øðrvísi enn føroyskt
seyðakjøt. Tað er myrkari á liti, og
tað angar øðrvísi. Jóhann Joensen,
høvuðskokkur á Áarstovu sigur,
at tey leggja dent á at hagreiða
orknoyska kjøtið á sama hátt, sum
tað føroyska. Men tað skal hava
nógv longri tíð í ovnum. Sjálvur
heldur hann, at kjøtið minnir ikki
sørt um kjøt av svartfugli.
Herfyri vóru umboð fyri Áar
stovu á kanningarferð í Orkn
oyggjum. Og endamálið var at vitja
oynna »North Ronaldsay«, sum er
kend fyri hendan seyðin, ið bert
livir av at eta tara.
Tað er Johan Mortensen í Havn
úr Áarstovutoyminum hjá Gist &
Vist, sum hevur fyrireikað ferðina.
Hann hevur í nógv ár havt stóran
áhuga fyri Orknoyggjum og hevur
vitjað har fleiri ferðir.
Seyður úr Russlandi
– Orknoyggjar hava eina 6.000
ára gamla søgu, og tey meta, at
seyðaslagið, sum livir har, er 5.000
ára gamalt. Tað kom í sínari tíð á
onkran hátt úr Russlandi gjøgnum
Skandinavia til Orknoyggjar, sigur
Johan Mortensen.
Tað bar til at kanna beinagrind
av gomlum seyði, tá tey funnu
fornminnið »Skara Brae«, sum er
ein fleiri túsund ára gomul bygd,
sigur Johan Mortensen, sum leggur
afturat, at tað helst er sama seyða
slag, sum var í Føroyum í gomlum
døgum – og sum varð tikið av um
1890.
Steinaldarbygd
Bygdin Skara Brae varð bygd í
yngru steinøld um 3000 f.Kr. Hon
varð funnin av tilvild í 1850, tá ið
sandurin, sum hevði fjalt bygdina
øld eftir øld, feyk burtur í einum
herviligum ódnarveðri. Í bygdini
eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir
vóru laðaðir av fløtum hellum,
gólvini vóru steinsett við stórum
hellum. Innbúgvið var laðað av
gróti ella høgt inn í veggin. Bú
nyttur og amboð vóru eisini av
steini, sumt av beini. Viður var
eingin, tí skógur veksur ikki í
Orknoyggjum. Skara Brae varð
sett á heimsmentanararvslistan hjá
Unesco í 1999.
Seyðurin beindur í fjøruna
Tað var í 1832, at menn á North
Ronaldsay avráddu at taka seyðin
av og at hava neyt á oynni í staðin.
Tí var seyðurin tikin av bønum,
og grótgarður laðaður kring alla
oynna. Seyðurin varð hildin uttan
fyri og hevði bara fjøruna.
Hetta tiltakið – ella tilvildin –
eyndaðist væl, og seyðurin á oynni,
sum bara livir av at eta tara, hevur
ment seg til nakað heilt serligt – og
er í dag eftirspurd vøra á kendum
matstovum í London og Edinbourg
– hóast nøgdin er avmarkað.
Tá umboðini fyri Áarstovu vitj
aðu á North Rondalsay bíløgdu tey
35 krov til jólamánaðin í Áarstovu –
og er tað hetta kjøtið, sum borðreitt
verður við nú í jólamánaðinum.
Jólamánaðin hevur matstovan Áarstova í
Havn serliga matskrá, har gestirnir hava
høvi at bera saman føroyskt seyðakjøt
við kjøt av seyði í Orknoyggjum
Forkunnug matuppliving
MATMENTAN
Jóhann Joensen,
høvuðskokkur á Áarstovu