Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 við serligum seyðakjøti MATMENTAN Eirikur Lindenskov – Føroyar eru veruliga við at gera seg galdandi á økinum, sum danir kalla »ny nordisk mad«. Tað sigur Johan Mortensen, sum er partur av áarstovutoyminum, sum finnur íblástur til ymsar spenn­andi gastronomiskar av­bjóð­ ing­ar hjá Áarstovu. Hann heldur tó, at vit á summ- um økjum eru fremst í heiminum við hugtakinum »geo-gastronomi«, har vit eitt nú knýta Føroya Banka toskin saman við Chablis vin økinum í Fraklandi. Chablis er gamal havbotnur og um sama aldur sum Føroya Banki, og tú finnur somu »smakk notur« í Chablis vini og toski av Bankanum. – Annað dømi upp á »geo- gastronomi« er, at vit hava fingið aldargamla taraseyðin av North Ronaldsay handavegin og sett hann saman við føroyskum seyði. Hetta er at flyta mørk – og kortini eru ongi mørk, bert mental mørk millum Føroya, Orkney og Suðuroyggjar og Ísland. Vit eru eitt felags øki við felags samleika og fara uttan iva ungu kreativu sálirnar aftan fyri Áarstovu og Barbaru at koma við nýggjum spennandi tiltøkum úr hesum jørðildi komandi ár, sigur Johan Mortensen. Hann sigur, at móttøkan av taraseyðinum hevur verið sera góð, og hevur fólki dámt væl henda máttmikla »sjófuglasmakkin«. – Á jólum verður kjøtið uppi. Kokkarnir hava dámt væl at ar­ beiða við hesum kjøtinum. Eisini hevur ølið frá Orkney Brewery, Scapa og wisky frá Highland Park fingið sera góða móttøku, sigur Johan Mortensen. Hann sigur, at umframt tað ræsta er eisini stórur áhugi her á landi fyri tara, so her er nogv sum rennur saman – føroyskari gastro­nomi og nýhugsan at frama, sigur Johan Mortensen, sum held­ ur, at næsta ár eru kanska eisini Hebridurnar og Grønland á matar­ skránni. – Hetta er andin í Áarstovu. Vit hugsa um Hans Andreas Djurhuus, Dia á Vertshúsinum, gomlu kistuna av kamfertræ, um Kina og barkað segl, hugleiðir Johan Mortensen. – Gastronomiska kollveltingin fevnir nú eisini um Orkney. Soleiðis kunnu vit draga alheimin inn í Áar­ stovu... Fremst í heiminum við geo-gastronomi Við aldargamla taraseyðinum úr Orknoyggjum hava vit dømi um geo-gastronomi á føroyskari matstovu, heldur Johan Mortensen, sum er sera eldhugaður í matstovuvinnuni Nøkur fakta um Orknoyggjar 23.000 fólk 100.000 neyt 70.000 seyðir Hava eina risa ferðamanna­ vinnu – yvir 100 ferða­manna­ skip um árið Hava sjóvarfalsorku við fleiri 100 arbeiðsplássum Tvey wiskey distillarí Trý ølbryggarí við stórum ølútflutningi Fáa 800 milliónirnir krónur í stuðuli frá Skotlandi um árið Flogsamband sjey ferðir um dagin millum Kirkwall Aberdeen og Edinbourg, og tey lokalu gjalda lítið og einki. Hava heimastýri, verður rikið sum ein stór kommuna Orknoyggjar: Eru 200 smáar oyggjar 16 km í ein norðan úr Caithness í Norður­skotlandi. Størsta oyggin nevnist Mainland (sama orð sum føroyska »meginland«). Fólk býr á umleið 20 oyggjum. Orkney hevur umleið 23.000 íbúgvar, harav búgva 7.000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stormness búgva umleið 2000 fólk. Johan Mortensen er partur av áarstovutoyminum, sum finnur íblástur til ymsar spenn­andi gastronomiskar av­bjóð­ing­ar hjá Áarstovu