Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2015 · Nr. 145 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Heilagranskarar vita ikki við vissu, hvussu heilin goymir allar sínar upplýsingar, men tað er ikki sann­ líkt, at ein frískur heili nakrantíð gerst fullur. Heldur er tað soleiðis, at verandi vitan ger teg betri føran fyri at læra nýggj ting um ávíst evni. ”Tú hevur ógvuliga lítið pláss eftir á harðdiskinum…” Ein slík ávaring kemur upp á teldu tíni, tá harðdiskurin er við at fyllast við ymiskum dáta. Men, hvussu er við tínum egna harðdiski, heilanum? Kann hann eisini gerast á tremur? Henda spurning hevur ein lesari sett videnskab.dk Svarið upp á spurningin gev­ur heilagranskarin, Jesper Morten­ sen, sum er professari á stovn­inum Insti­tut for Psykologi við Keyp­ manna­havnar Universitet. Jesper veit - um nakar - hvat grá­ hvíti heilin kann rúma. – Mannaheilin kann alt lívið súgva vitan til sín - uttan, at her verður plásstrot. Við sjúku ella høgum aldri kunnu evnini at læra gerast verri, men tað er einki, sum bendir á, at heilin nakrantíð røkkur sínum ”maksimum”, sum hann tekur til. Hinvegin sigur professarin, at trupult er at svara, hvussu nógvari vitan heilin í mesta lagi kann rúma. Hvussu goymir heilin? Tað er eitt loyndarmál, hvussu heil­ in goymir sína vitan. Fyri at kunna umvæla nakað, sum er brotið, mást tú fyrst vita, hvussu tað vanliga eigur at fungera. Heilagranskarar royna at finna út av, hvussu heilin goymir sína vitan. Endamálið við granskingini er betri at kunna viðgera fólk við heilasjúkum og fyri kanska at kunna byrgja upp fyri sjúku. – Tá menniskju eitt nú skulu minn­ast eina síðu við teksti, síggja granskarar, at tað henda broytingar í heilanum. Men, hvat hesar broytingar ítøkliga merkja, hvussu stórar broytingarnar eru, og hvussu tær eru kring um heilan, eru granskarar ikki førir fyri at gera sær nakra ítøkiliga heildarmynd av, sigur Jesper Mogensen. Hann vísir á, at granskarar við rími­liga stórari vissu vita, at broyt­ ingar í sambind­ingar­mynstrinum hjá nervakyknum í heilanum er ein týdningarmikil mekanisma, tá heil­in goymir upplýsingar. – Á ein ella annan hátt verða upplýsingarnir skrivaðir út um net­ mynstursamband millum nerva­ kykn­ur. Men, smálutirnar um, hvussu nógv sambond broytast fyri hvørja upplýsingareind, og hvussu upplýsingarnir liggja í nevnda net­verki, er ein heilt onnur søga, sum vit als ikki kenna, sigur heila­ gransk­arin. Hann vísir á, at heilin goymir nógv loyndarmál, sum gransking og nútímans tøkni enn ikki hava av­dúkað. Við heilaskannarum kunnu granskarar fáa eitt yvirlit yvir aktivitetin kring heilan, men tað er ógjørligt at siga, hvat gongur fyri seg í smálutum. Tað ber til at síggja sambondini í sjóneyku, men her ber bara til at halda eyguni við broytingum í ávísum støðum í heilanum í senn. – Lesur tú eina tekstsíðu, er líkt til, at tað eru miljónir av sam­ bondum, sum broytast í einum stór­um parti av heilanum, og tað merkir, at margfeldi í heilanum er ómeta­liga stórt. Vit eru ikki í nær námind av at skilja, hvussu virkisførleikin hjá heilanum er, og hvussu hann er skipaður, sigur hann. Er einki maksimum? Professarin vísir á, at lækna­bøk­ urnar eru alt ov einfaldar, og gransk­arar eru ávegis móti einari heilt nýggjari uppfatan av, hvussu heilin í veruleikanum er skipaður. – Tað finst einki menniskja, har heilin er vorðin púrasta fullur við upplýsingum. Hinvegin er trupult at ímynda sær eina skipan, sum ikki hevur eitt maksimum. Men, vit hava ongantíð upplivað, at heilin í einum frískum menniskja ikki rúm­ ar meira kunning. Jesper Mogensen leggur aftr­at, at jú meira vitan tú hevur í heil­ anum, tess betri lærir tú onnur ting – og við teirri vitan, sum granskarar hava í dag, er tað ógjørligt at siga, hvussu stórur heilakapasiteturin í veruleikanum er. Kelda: www.videnskab.dk Tín fartelefon kann skjótt gerast full, um tú tekur film við henni, ella tú tekur niður nógvan tónleik. Men, er tað eisini eitt mark fyri, hvussu nógv vit menniskju kunnu goyma í heilanum? - Tað er trupult at ímynda sær, at heilin ikki eisini hevur eitt maksimum, sigur heilagranskari og professari HEILSA Heilakapasitetur er óendaligur BARA 15 MINUTTIR Ein snildur háttur at koma í gongd við eina uppgávu, sum tú hevur torført við at taka seg saman til, er at gera eina avtalu við teg sjálvan. Avtalan kann vera, at tú arbeiðir við uppgávuni í 15 minuttir um dagin. Umframt at tú ger hesa avtalu við teg sjálvan, lovar tú samstundis tær sjálvum, at tá 15 minuttir eru farnir, kanst tú tveita teg í sofuna - ella gera júst tað, sum tær dámar. Tað vísir seg - tíbetur oftan - at tá tú fyrst er komin í gongd, hevur tú ongan hug at gevast, men heldur fært eina kenslu av vilja og orku at halda fram. Áðrenn tú veitst av, eru bæði 15 og 30 minuttir farnir. Men, um tú steðgar eftir 15 minuttir, er tað eisini gott. Tí, so hevur tú hóast alt brúkt hesa løtu til okkurt skilagott og nyttugt. Hesi hyggjuráð kunnu brúkast til alt møguligt - ja heilt frá at venja ítrótt til at gera reint. Men, hyggjuráðini rigga eisini til størri verkætlanir, har tær vantar mót til at fara í gongd. Kelda: www.fegin.fo – Vit hava ongantíð upplivað, at heilin í einum frískum menniskja ikki rúmar meira kunning, sigur heilagranskarin, Jesper Mogensen – Jú, meira vitan tú hevur í heilanum, tess betri lærir tú onnur ting, sigur heilagranskari