leygardagur 8. juli 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 129 - 8. juli 2000
Nr. 129 - 8. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
ynskiligt.
Málið
Betty Lómstein Pedersen
varð studentur í fyrsta ár-
Føroyingur kannar nyttuna í heilivági
Betty Lómstein Pedersen vardi 9. juni
ph. d. ritgerð, har málið hevur verið
at koma longri á vegnum at finna
fram til, hvussu heiligvágur betri
kann koma til sín rætt
Úrslitini
Eftir at hava arbeitt í fýra ár
við stóra og spennandi
spurninginum, vardi Betty
Lómstein Pedersen 9. juni
ritgerðina, sum hon hevur
latið úr hondum.
Ein av niðurstøðunum var,
at gallið hevur stórt árin á
gongdina í upploysingini.
Tá maturin fer úr maganum
og sodningin skal halda
fram, verður maturin bland-
aður við gallið. Saman við
galli og sevju frá búkspýts-
kertlinum fer stór niðurbrót-
ing av t.d. feitti fram. Gall-
mongdin er óstøðug. Betty
hevur í ritgerðini víst á, at
fyri tungtupploysilig evni
hevur gallið serliga nógv at
siga.
Eitt annað av úrslitunum
hevur verið, at Betty er
komin við uppskotum um
kunstigar sevjur, sum kunnu
brúkast at kanna upploys-
ingsgongdina og upploysn-
ingsferðina hjá evnum í
nýggjum heilivágum.
Ein niðurstøða var, at hon
heldur tað vera týdningar-
mikið at halda fram við
systematiseringini av evn-
um. Í sínum arbeiði hevur
Betty, sum omanfyri nevnt,
brúkt tvey evni. Hon heldur,
at tað er neyðugt at gera
kanningar við nógv fleiri
ymiskum evnum.
Altjóða kent
Tá Betty Lómstein Peder-
sen vardi ritgerðina, vóru
opponentarnir tríggir í tali.
Sjálvsagt er tað felags fyri
teir, at teir hava ph.d. heiti,
og at teir hava fingist nógv
við spurningin, sum Betty
Lómstein Pedersen nú hev-
ur fingist við og skrivað rit-
gerð um.
Ein tann størsti kapasitet-
urin á økinum eitur J. B.
Dressman. Hon er ættað úr
Australia, og hon arbeiðir í
Frankfurt. Hon var ein av
opponentunum. Ein annar
var sviin Bertil Abrahams-
son, sum arbeiðir hjá kendu
heilivágsfyritøkuni Astra-
Zeneca (áður vóru Astra og
Zeneca kappingarneytar,
men nú eru tær ein og sama
fyritøka). Síðsti opponent-
urin var Sven Frøkjær, sum
er professari á farmaseut-
iska háskúlanum í Keyp-
mannahavn.
Ritgerðin var góðkend,
og tað stendur Betty Lóm-
stein Pedersen nú í boði at
halda fram at granska, sam-
stundis sum henni stendur í
boði at undirvísa teimum,
sum lesa á instituttinum í
Keypmannahavn.
At áhugin fyri evninum er
stórur sæst eisini av, at tað
hava verið fleiri, sum hava
verið forvitin eftir at frætta,
hvat tað er, sum Betty hevur
fingist við. Tríggjar ferðir
hevur hon luttikið á ráð-
stevnum, har hesin stóri og
viðkomandi spurningurin
hjá ikki minst heilivágsídn-
aðinum hevur verið við-
gjørdur. Ein av ráðstevnu-
num var í París, ein onnur í
Berlin, og so var Betty eina
ferð í New Orleans í USA.
Í sambandi við gransking-
ararbeiðið var hon eitt stutt
skifti í Uppsala í Svøríki,
har hon gjørdi royndir í
samarbeiði við svenskar
granskarar.
Eftir at hon í 1993 var
liðug at lesa, arbeiddi Betty
í eitt ár á Løvens Kemiske
fabrik. Tey, sum hava kann-
að omanfyri nevnda spurn-
ing, fáa ofta starv í heili-
vágsídnaðinum. Men Betty
hevur í fyrstu atløgu ikki
tikið aðrar avgerðir um
framtíðar arbeiði, enn at
hon ætlar at taka av tilboð-
num um starv í hálvt annað
ár, sum hon hevur fingið frá
instituttinum, har hon bæði
hevur verið studentur og ph.
d. kandidatur.
Betty Lómstein Pedersen
varð studentur í fyrsta
árganginum við Gøtu-
gjógv. Tað var í 1985. Í
januar í 1993 leyk hon
farmaseutiskt embætis-
prógv í Keypmannahavn,
og í 1995 fór hon undir
granskingararbeiðið
Tað stendur Betty Lómstein Pedersen nú í boði at halda fram at granska, samstundis sum henni stendur í boði at
undirvísa teimum, sum lesa á instituttinum í Keypmannahavn
JÓANNES HANSEN
Tað er av stórum týdningi,
at tað verður granskað. Hesa
vendingina hevur tað aftur
og aftur verið tikið til. Sein-
ast hoyrdu vit hana, tá ráð-
stevnan um gransking í
sambandi við fiskivinnuna
var í Norðurlandahúsinum.
At føroyingar ikki standa
aftanfyri onnur, tá tað ræður
um at granska, verður aftur
og aftur staðfest. Og nú
hava vit aftur fingið hetta
staðfest.
Fríggjadagin 9. juni vardi
Betty Lómstein Pedersen,
sum er ættað av Toftum og
býr í Glostrup, ph.d ritgerð-
ina hjá sær. Tað gjørdi hon
á farmaseutiska institutti-
num á farmaseutiska há-
skúlanum í Keypmanna-
havn.
Heitið á ritgerðini var
Gastrointestinale væskers
rolle for opløsning af tung-
topløselige lægemiddelstof-
fer.
Heitið tykist tungt og tor-
skilt, men setningurin er
sera áhugaverdur, og hann
er serliga áhugaverdur hjá
heilivágsídnaðinum. Hjá
teimum hevur tað stóran
týdning at skilja og fáa inn-
lit í, hvussu evnini, ið eru
tungt upploysilig, skikka
sær í sambandi við heilivág
og harvið ávirkanina, sum
heilivágurin hevur. Heili-
vágurin skal jú upploysast í
tarmunum fyri at fara í blóð-
ið og harvið hava tað árinið,
sum hann er ætlaður til.
Trupulleikin við tungt
upploysiligu evnunum er, at
tey kunnu fara útaftur, uttan
at tey eru upployst. Tað hev-
ur tað fyri heilivágin ó-
hepnu avleiðing, at árinið
verður minni, enn tað
kanska varð roknað við, ella
at árinið verður minni støð-
ugt, enn tað hevði verið
ganginum við Gøtugjógv.
Tað var í 1985. Í januar í
1993 leyk hon farmaseut-
iskt embætisprógv í Keyp-
mannahavn, og í 1995 fór
hon undir granskingarar-
beiðið. Málið hjá henni var
partvís at fáa eina størri fat-
an av, hvussu evni verða
upployst í sevjunum í mag-
atarmunum, og partvís at
finna fram til onkra kunst-
iga sevju, sum kann brúkast
í royndarrúmum.
Betty sær sítt arbeiði sum
eitt klípi afturat tí nógva
kanningarvirkseminum,
sum gongur fyri seg í t.d.
USA, Svøríki og Týska-
landi, og hon hevur í rit-
gerðini víst á fleiri onnur
øki, enn tey, sum hon hevur
arbeitt við, og sum hava
týdning fyri heildarfatanina
av spurninginum.
Mátin
Burtursæð frá einum ári, tá
hon var burturfrá í barns-
burðarfarloyvi, hevur Betty
Lómstein Pedersen síðani í
1995 og fram til í summar
arbeitt á Instituttinum fyri
Farmaci í Keypmannahavn.
Arbeiðið hevur m.a. fevnt
um at kanna, hvussu skjótt
tungtupploysilig evni upp-
loysast ella, hvussu væl tey
upploysast. Hetta er gjørt
við at brúka tvey so kallað
modelevni og við at nýta
magatarmsevjur frá menn-
iskjanum og kunstigar mag-
atarmsevjur.
Summarfrí
Vegna summarfrí er skrivstovan stongd frá
17. juli til og við 28. juli 2000.
Advokatfirma Annfinn V. Hansen.
Hví ikki nýta
summarið í Danmark?
Vit sóknast eftir timburmonnum ella fólki
sum duga at smíða, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiði er á Sælandi og Jútlandi og treyt-
irnar eru góðar.
Ert tú timburmaður ella dugir at smíða og
hevur hug at vinna nógvan pening, so er
hetta nakað fyri teg.
Ring á tlf. 210626 og fá nærri at vita.
Sp/f Fær-Byg
GLAÐING
- føroyska mánaðarblaðið er at fáa á hesum støðum:
Sosialurin - 311820
Norðoyggjar:
Shell Quick Service, Stangavegi, Klaksvík
Statoilstøðin, N. Pálsgøtu, Klaksvík
Kioskin hjá Ann, Klaksvíksvegi, Klaksvík
Kioskin v/ Andreu Gaard, Klaksvíksvegi 59, K.
Tuck Shop, Klaksvíksvegi 65, Klaksvík
Kiosk Sigrið, Klaksvík
Hotel Norð, Viðareiði
Eysturoy:
Shell-støðin á Oyrarbakka
Statoil, Skálabotni
Statoil, Heiðavegi, Saltangará
Statoilstøðin á Strondum
Kiosk Vár, Runavík
Kioskin við Toftagjógv, Toftir
Shell-støðin í Gøtudali
FK, Fuglafirði
Joma, Skála
Stranda Centrum
Norðstreymoy:
Shell-støðin inni á Fjør, Vestmanna
Statoil-støðin, Kollfjarðadali
Hjá Børge, Kollafjørður
Tórshavn/Argir:
H. N. Jacobsens bókahandil
Hjalmar Jacobsens bókahandil
Bókasølan í SMS
Bónus
FK-Hoyvík
FK, Dr. Jacobsensgøta
Kiosk Activ
P. A. Restorff
Ternubúðin
Frants Restorff, bakarí
Hjá Gunnleivi, Landavegi
Hjá Gunnleivi, Hoyvíksvegi
Shell við Norðara Ringveg
Statoil-støðin í Gundadali
Hornið, SMS
Bakaríið Mylnan
Kiosk Sentrum, Handilskjarnin
Kiosk Svalin
Video 2000, Per Mohrsgøtu, Hoyvík
Kioskin í Hoyvík, Hvítanesvegi
Hornabúðin, J. Dalsgøta, Hornabø
Bónus, Smyrilsvegi
Garðsbúðin, Argir
Argjabúðin, Argir
Statoil-støðin, Argir
Vágar:
Kafeteria á flogvøllinum
Myllan, Miðvági
FK Vágar, Miðvági
Nólsoy:
Hjá Anfinn
Sandoy:
Shell-støðin, Sandur
Statoil-støðin,Sandur
Suðuroy:
Tangabúðin, Tvøroyri
FK, Trongisvági
Shell-støðin á Oyri, á Bakka, Vági
Fa. Dahl, v/ Solveig Johansen, Vági
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.