leygardagur 8. juli 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 129 - 8. juli 2000
Nr. 129 - 8. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Orð: Jóannes Hansen
Myndir: Jan Müller
Tað er ikki so langt síðani,
at ungdómar við studentar-
húgvu vóru sum lundar á
jólanátt. Fram til 1982 var
bara ein studentarskúli í
Føroyum, og hann var í
Hoydølum. Fyrst í sjeyti
árunum øktist áhugin fyri
klassisku ungdómsútbúgv-
ingini nógv. Fyri einari viku
síðani savnaðust umleið átt-
ati føroyingar at hátíðar-
halda, at tað nú er liðin ein
fjórðings øld, síðani tey fóru
úr Hoydølum.
Tá tey fóru í studenta-
skúlan í 1972, var næming-
atalið størri, enn tað hevði
verið frammanundan. Á-
hugin fyri víðari útbúgving
vaks skjótt, og í 1974 varð
gjørt av, at hægri fyrireik-
ingarprógv ella HF, sum tað
varð kallað í Danmark, og
sum tað eisini varð nevnt í
Føroyum, skuldi setast á
stovn. Í skundi varð farið
undir fyrireikingarnar, og
kunngerðirnar vóru ikki
fingnar upp á pláss, tá fyrstu
næmingarnir komu á skúl-
an.
HF skeið vóru umframt í
Hoydølum eisini í Suðuroy
og í Klaksvík, og í 1980
varð ein deild av HF skeið-
num í Klaksvík latin upp
við Gøtugjógv. Upprunaliga
ætlanin við HF skeiðunum
var, at hetta skuldi vera ein
møguleiki hjá teimum at
koma innaftur í skúlaskip-
anina, sum høvdu verið
burturfrá í nøkur ár. Veru-
leikin vísti seg at gerast, at
í Norðoyggjum og Suðuroy
og seinni í Eysturoy valdu
ungdómarnir HF framum
studentaskúlan, tí tað var
høgligari at búgva við hús
og røkja skúlan, enn hjá
teimum, sum noyddust til
Havnar.
Gongdin hevði við sær, at
studentaskúli varð settur á
stovn í Eysturoy í 1982, og
miðskeiðis í níti árunum var
HF skeiðið í Suðuroy nið-
urlagt og avloyst av stud-
entaskúlanum.
Men í 1972 fóru øll tey,
sum ætlaðu sær at taka stud-
entsprógv, og sum ikki
vildu fara av landinum
(millum ungdómar í Suður-
oy var tað vanligt at fara til
Danmarkar at ganga í stud-
entaskúla) í Hoydalar.
At ungdómar av bygd
hildu til í høvuðsstaðnum
hevði við sær, at saman-
haldið gjørdist betri, enn tað
ivaleyst hevði verið, um
hvør fór í sítt herðashorn
eftir skúlatíð hvønn dag, og
nógv at tí, sum var frammi
fyri einari fjórðingsøld síð-
ani, var havt á lofti leygar-
dagin.
Tað var t.d. meðan hesir
næmingarnir gingu í Hoy-
dølum, at skúlagongdin
leygardag
var
steðgað.
Næmingarnir av bygd vóru
áhugaðir í at sleppa til hús
seinnapartin fríggjadag í
staðin fyri aftaná døgurða
leygardag. Tað gekk striltið
at fáa ynskið gjørt til veru-
leika, men so veittu arabar-
arnir bygdaungdómunum
eina hjálpandi hond. Olju-
prísirnir fóru upp í topp, og
tað hevði ta fyrru oljukrepp-
una við sær. Seint í 1973
varð nógv gjørt fyri at spara
upp á dýru oljudroparnar.
Bilkoyringin eftir midnátt
varð steðgað hjá øllum uttan
hýruvognunum og teimum,
sum tað var mett at vera
alneyðugt at koyra hjá.
Ljósini í sýnisgluggunum
skuldi sløkkjast á midnátt,
og fyri skúlaungdómarnar
var tað kærkomið, at tað
varð mett at vera neyðugt,
at skrúva fyri hitanum í al-
mennum bygningum fríggj-
akvøld og at skrúva frá aftur
seint sunnukvøld.
Ógvusligu tiltøkini vórðu
skjótt tikin av skránni, men
síðani tá hevur tað ikki verið
vanlig skúlagongd leygar-
dag í føroyska fólkaskúla-
num og í miðnámsskúla-
num.
Málstríðið
Í 1975 vóru fýra 3. g flokk-
ar. Longu klokkan hálvgum
tíggju leygarmorgunin hitt-
ust næmingarnar í heimu-
num hjá fýra floksfeløgum.
Har fingu tey morgunmat,
og so var farið út á Velba-
staðháls og haðani niðan á
Reynsmúlalág, har tað varð
skipað fyri fundi.
Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri, var ein av næm-
ingunum í 3. x í 1975.
Vegna studentarnar helt
hann tað árið røðuna á pisu-
fundinum í plantaguni. Óli
Jacobsen, sum bæði var for-
maður í Fiskimannafelag-
num tá og nú, var gestarøð-
ari. Ivaleyst ein av teimum
heilt fáu gestarøðarunum,
sum sjálvur ikki hevur ging-
ið í studentaskúla.
Síðsta leygardag helt
Jógvan Jespersen røðuna í
Reynsmúlalág. Røðan, sum
útvarpsstjórin helt fyri ein-
ari fjórðingsøld síðani, er
prentað í bóklingi um mál-
stríðið í Hoydølum, sum
varð givin út í 1976.
Fram til 1972 var skipanin
soleiðis, at tað bar bara til
at taka nýmálsligt og mate-
matiskt–fysiskt students-
prógv.
Í 1972 stóð tað bæði
málslingunum og matemat-
ikarunum, sum fóru í 2. g, í
boði at velja samfelagsliga
linju, og í 1973, tá tey, sum
vóru samankomin leygar-
dagin fóru í 2. g, var eisini
høvi at velja biologiska
linju.
Málstríðið í Hoydølum
kom í kjalarvørrinum av
broytingunum. Tá næming-
arnir í 1974 fóru til munn-
liga próvtøku í samfelags-
frøði, var próvdómarin hjá
Zachariasi Wang dani, og
hann skilti ikki føroyskt.
Tveir næmingar, Elin Hen-
riksen og Herman Oskar-
son, tosaðu á føroyskum.
Lærarin kunnaði tey um, at
próvdómarin skilti ikki tað,
tey søgdu, men tey bæði
hildu fram á føroyskum, og
so bar ikki til at geva teim-
um karakter, og tí fingu tey
einki prógv.
Í 1975 varð stríðið víðk-
að. Myndugleikarnir høvdu
ikki tikið biologi og sam-
felagsfrøði út sum próvtøk-
ulærugreinir. Men hesa ferð
kravdu næmingarnir, at teir
fingu loyvi í skrivligu próv-
tøkuni at orða seg á føroysk-
um.
Nógv
fundarvirksemi
stóðst av kravinum. Skúlin,
landsstýrið, ríkisumboðið,
donsku skúlamyndugleikar-
nir og næmingarnir tosaðu
og skrivaðu. Endin var, at
næmingarnir fingu loyvi at
skriva á føroyskum, um teir
ynsktu tað, men tað var ein
treyt, at uppgávurnar skuldu
umsetast til danskt, áðrenn
tær kundu dømast, tí tað
varð sagt, at eingin próv-
dómari í biologi og samfel-
agsfrøði, sum skilti før-
oyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum
fóru til próvtøku í biologi
og samfelagsfrøði, skuldu,
tá teir settu seg við próv-
tøkuborðið, skriva undir
uppá, at teir heimilaðu, at
uppgávurnar
vórðu
umsettar til danskt, áðrenn
tær vórðu dømdar. Av um-
leið 35 næmingum vildu
tólv næmingar ikki skriva
undir, og tískil fingu teir
einki prógv, men eina váttan
um, at teir høvdu gingið á
skúlanum í trý ár, at teir
høvdu fingið øll próvtølini
uttan í skrivligari biologi og
samfelagsfrøði, og tískil
ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti,
hvussu stórar broytingarnar
Floygdir fuglar
leitaðu aftur í reiðrið
Áttati føroyingar, sum fyri einari fjórðings øld síðani fóru úr Hoydølum, leitaðu síðsta leygardag aftur á gamlar gøtur
hava verið hesa síðstu fjórð-
ings øldina. Nú verður tosað
og skrivað á føroyskum, og
nú snúgva uppgávurnar seg
um føroysk viðurskifti. Tað
gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skriv-
ligu uppgávunum í biologi
ikki serliga vinarligt móti
føroysku
næmingunum.
Teir skuldu Give en økolog-
isk beskrivelse af en dansk
løv– eller nåleskov. Og teir
skuldu anføre nogle sand-
synlige konsekvenser med
hensyn til frøens biologi i
Danmark.
Hetta sigur okkum, at tal-
an ikki bara var um ein
danskan skúla, tá tað snúði
seg um málið, men eisini
um innihaldið.
Ivaleyst setur danska und-
irvísingarverkið framvegis
sín dám á føroysku mið-
námsútbúgvingarnar. Og
ivaleyst verður gongdin í
framtíðini tann, at útbúgv-
ingarnar fara at gerast alt
meiri altjóða kendar, men
tað er einki at ivast í, at á
summum økjum hevur tað
gingið rætta vegin síðstu
fjórðings øldina.
– At næmingarnir ofraðu
prógvið fyri móðurmálið
tykist ikki hava skaðað út-
búgvingar– og virkisleið-
ina. Próvleysu næmingarnir
síggjast aftur nógva staðni í
samfelagnum, og tveir teirra
hava verið valdir inn á ting
fyri sambandsflokkin, segði
Jógvan Jespersen, sum har-
við vísti til Bjørn á Heygum
og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríð-
ingarfelag í Havnardali
fingu luttakararnir ábit eftir
túrin í Reynsmúlalág.
– At ganga niðan á Reyn-
smúlalág og aftur í fjósið
hjá Ríðingarfelagnum var
eingin trupulleiki hesa ferð.
Men
spurningurin
er,
hvussu tað fer at verða, tá
vit fara at halda hálvt hundr-
að ára dagin, helt ein av
luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla
seinni um kvøldið. Tað var
dýrdarveður, og skipað var
fyri myndatøku uttanfyri
skúlan – akkurát sum fyri
25 árum síðani. Næmingar-
nir stóðu og sótu í somu røð,
sum teir sótu og stóðu tá,
men onkur helt fyri, at
beinkirnir tóktust eitt sindur
tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru
fleiri røður. Fýra lærarar
vóru møttir. 87 ára gamla
Daniella Olsen, sum vísti
seg at vera sera væl fyri, og
so
tær
yngru
Katrin
Thomassen, Inge Flø Jørg-
Tólv næmingar fingu ikki prógv í 1975, tí teir vildu ikki ganga undir málsligu treytirnar, sum myndugleikarnir settu teimum. Frá vinstru: Andrass Skaalum, Janus Norðberg,
Jóannes Hansen, Sámal Ravnsfjall, Dánial Jákup Jørgensen, Jógvan Jespersen, Marius Dam, Hans Birgir Johannesen, Bjørn á Heygum, Ásmundur Guðjónsson og Sólfríða
Helmsdal. Mass Ingi Jensen var ikki til staðar, tá henda myndin varð tikin úti í Havnardali
ensen og Jette Hoydal. Jette
mintist í síni røðu aftur á, at
hesin árgangurin var tann
fyrsti, sum hon undirvísti í
Hoydølum. Nú er tað næsta
ættarliðið, sum fær málsliga
undirvísing, og sum tað
verður roynt at læra upp til
ábyrgdarfullar og sosialt
medvitandi samfelagsborg-
arar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at
tað bar til at hugna sær bæði
inni og úti. Eitt orkestur
spældi, og tá tað leið nakað
út á náttina, fór Sámal
Ravnsfjall á pallin og sang
um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar
høvdu ikki umstøður at vera
við leygardagin. Fyri tey,
sum hittust, var talan um ein
framúr hugnaligan dag.
Onkrir floksfelagar høvdu
ikki hittst hesa síðstu fjórð-
ings øldina. Semja var um,
at so long tíð skal ikki
renna, áðrenn tað næstu ferð
verður skipað fyri felags
samveru.
3. x flokkurin í 1975 var serligur á tann hátt, at har vóru 21 dreingir og ein genta. Gentan var Sólfríða Christiansen, sum nú er gift Helmsdal. Í 1.
g vóru tríggir gentur í flokkinum. Síðsta leygardag segði Sólfríða floksfeløgunum, at tá hinar báðar vóru givnar bjóðaði skúlaleiðslan henni at
flyta í hin matematiska flokkin, har tað vóru tríggjar gentur. Hetta var í 2. g, og tá hevði Sólfríða ongan hug at flyta frá floksfeløgunum. Hon
treivst stak væl saman við teimum – sjálvt um tað bara vóru dreingir! Aftanfyri frá vinstru Eyðfinnur Didriksen, Jakku Heinesen, Volmar
Højgaard, Páll Beder, Torbjørn Jacobsen, Jógvan Jespersen, Poul Hansen, Christian Emil Joensen, Michael Arnskov, Leivur Clementsen, Ingvard
Fjallstein og Bjørn á Heygum. Frammanfyri frá vinstru: Stein Fosaa, Jóannes Hansen, Jens Andreassen, Richard Schwartson, Sólfríða Helmsdal,
Marius Dam, Ásmundur Guðjónsson og Jóannes Heinesen. Esmar Berg og Áki Davidsen gingu í flokkinum, men teir vóru ikki til staðar síðsta
leygardag