Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGVANLUKKA Barbara Holm Hendan dagin doyðu fýra fólk, sum vóru umborð á flog­farinum, meðan 12 yvir­ livdu. Nú gott 9 ár seinni, varp­ ar National Geographic Channel ljós á syrgiligu van­ lukk­una. Sum vera man hevur mangt verið skrivað og miðlað um vanlukkuna síð­ ani, og her á síðuni endur­ geva og endurprenta vit nakað av tí, sum miðlað hev­ ur verið. Tað er í kvøld klokk­ an 20, at NGC vísur send­ing­ ina um vanlukkuna í Stord. barbara@sosialurin.fo 10. oktober 2006. Tað er ein dagur, sum helst stendur klárur í hugaheiminum hjá mongum føroyingum og øðrum norðurlandabúgvum við. Tað var dagurin, tá ið flogfar hjá Atlantic Airways rendi útav flogbreytini í Stord í Norra Lívið eftir Stord Ein teirra, sum doyði í vanlukkuni í Stord, var føroyska flogternan Guðrun Hervør Joensen. Í 2010 tosaði Sosialurin við Oddmar, mann Guðruna, og her endurprenta vit ein part av tí samrøðuni Tað byrjar sum ein púra van­ ligur morgun – týs­dag­urin 10. oktober í 2006. Oddmar Gudmundsson fer tíðliga upp, men hann letur teir báðar synirnar, 4 og 7 ár gamlar, sova eitt sind­ur longri. Hann hevur frí frá arbeiði hendan dagin, men skal koyra dreingirnar í barna­garð. Konan, Guðrun, var farin til Danmarkar kvøldið fyri, tí hon skuldi næstu dagarnar flúgva sum flogterna hjá Atlants­flogi í Noregi. Oddmar stákast heima og koyrir ikki útvarpið frá. Telefonin ringir, tað er eitt umboð fyri Atlantic Airways, ið greiður Oddmari frá, at tað er hent eitt óhapp við einum flog­fari, og at nøkur fólk eru saknað. Oddmar hugsar ikki, at Guðrun er í nøkrum vanda. Hann ringir til fartelefonina hjá henni, men fær einki svar. Telefonin ringir aftur. Nú eru boðini, at Guðrun er ein av teimum saknaðu. Hóast boðini er Oddmar enn róligur og bíðar í tolni. Ein vinmaður kemur fram­ við, og synirnir sova enn. Seinni kemur eitt umboð fyri Atlantic Airways og ein politistur á gátt. Teir eru komnir við ræðuligum boð­ um. Guðrun er deyð. Fóru til Noregs Oddmar hyggur út gjøgnum vindeygað. Hann greiður stillisliga frá, hvussu hann minnist tímarnir eftir, at deyðsboðini vóru borðin. Hann vakti synirnar og koyrdi teir oman til dóttur beiggj­an, har teir plaga at verða. Húsini fyltust við fólki, ið vildu vísa samkenslu. Eftir nakrar tímar komu syn­ ir­nir heim og Oddmar møtti teimum í túninum og greiddi teimum frá hvat, ið var hent. Teir gjørdust illir. Rasandi. Inná hvat, veit Oddmar ikki rættuliga, men illir vóru teir. Tveir dagar seinni fóru Oddmar, synirnir, familjan hjá Guðrun og nøkur starvs­ fólk hjá Atlantic til Noregs. Tey lendu í Haugesund og koyrdu til Stord. Tey sóu illa farna flogfarið og stongdu hurð­ina, ið var munurin millum lív og deyða umborð á Flight 670. At flúgva til Noregs bara dagar eftir vanlukkuna var eingin trupulleiki hjá Oddmari. Hann hevur ongan­tíð verið bangin at flúgva, og hendingin í Stord ávirk­aði ikki tað. Heim við úr Noregi høvdu tey kistuna við Guðrun. Hon var jarðað dagin eftir og fylgið var ómetaliga stórt. AFTUR UM VANLUKKUNA Í STORD Oddmar Gudmundsson Dokumentarsendingin tekur útgangsstøðið í kanning Í 2012 varð Havaríkommisiónin liðug við sínar kanningar av málinum. Sendingin, sum National Geographic Channel vísur í kvøld, tekur útgangsstøðið í frágreiðingini og úrslitinum hjá kommisiónini.