Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 FLOGVANLUKKA Føroyska hetjan Synirnir sakna mammuna Oddmar heldur ikki, at tað er nakar serligur mun­ur á, hvussu fólk vóru móti honum fyri og eftir van­lukk­ una í Stord. Einasta hending, hann minnist, er ein maður, ið kom yvir til hansara í einum handli í Sandavági og byrjaði at prædika um, at tað er ein meining við øllum. – Tað helt eg verða langt úti. Hvar er meiningin við, at tveir smádreingir missa mammu sína? Fyrstu tvey árini aftaná ar­beiddi Oddmar ikki. Tíðin fór til at taka sær av syn­ unum. Nú arbeiður hann fyrra­partar sum húsavørður, meðan synirnir eru í skúla. Hann hevur nógv fólk rundanum seg, bæði í Bø og í Sandavági, men helst vil hann klára seg sjálvan. Nakra nýggja konu hevur hann ikki funnið sær, og hvar tíðin skuldi verið til tað, veit hann ikki. Hann hevur nokk at gera við at taka sær av húsi og børnum. Synirnir hava tað rímuliga gott. Teir sakna mammu sína sera nógv, og Oddmar fær tár í eyguni, tá hann greiður frá. Hann tosar við teir um Guðruna, men eftirsum teir ger­ast so keddir, roynir hann at avmarka tað eitt sindur. Gjørdi sjálvur gravsteinin Oddmar hevur lætt bæði til látur og grát. Hann flennur at onkrun minni um Guðruna og vísur mær myndina, ið var tikin, tá tey høvdu 10 ára brúðleypsdag summarið 2006, bert mánaðir áðrenn Guðrun var rykt frá teimum. Eitt av støðunum, sum Oddmar og Guðrun vid syn­ unum ofta vitjaðu, var úti á endanum av Sørvágsvatni, við Bøðsdalafoss. Tey høvdu kaffi við og hugnaðu sær óført. Tá Oddmar sjálvur fór út har, aftaná at Guðrun var deyð, fann hann ein stóran stein, sum hann avgjørdi skuldi verða gravsteinurin hjá Guðrun. Hann greiður flennandi frá stríðnum at fáa steinin til húsar, men við eini militer­ børu og góðari hjálp eydn­ aðist tað honum. Steinin vildi hann hava til eitt ára dagin eftir van­lukk­una. Hann skrúvaði bók­stav­irnar sjálvur á, og steinurin stend­ ur nú vakur í kirkju­garð­inum í Sandavági. Vit enda samrøðuna í kirkju­garðinum. Grøvin er væl hildin og fleiri postalíns­ einglar, fuglar og rósur liggja á grøvini. Oddmar veit ikki, hvaðani nógv av tingunum eru komin. Tað eru helst fólk, ið vitja grøvina, sum hava lagt tingini. Hann rættar eitt sindur uppá eina blómu og lesur síðani, hvat sum stendur á gravsteininum: – Her hvílur okkara góða kona og mamma Guðrun H Joensen – Takk fyri alt. Dagin eftir vanlukkuna vóru bæði Føroyar og Noregi í skelki. Miðlarnir vóru á tremur við frá­greiðingum frá eygnavitnum, løgreglu, sløkkiliði, havaríkommisjón og um­boðum fyri føroyska flogfelagið Høvuðssøgan, sum prýðir forsíðurnar á størstu bløð­ unum hendan dagin er tó bragdið hjá tá 21 ára gomlu flogternuni Maibritt Magnussen, sum setti sítt egna lív í vága fyri at bjarga ferðafólkunum út, áðrenn hon sjálv leyp. Tveir mánaðir seinni varð hon tikin fram í nýggjárs­røðuni hjá norska for­sætis­ráðharranum, Jens Stoltenberg, og eisini varð hon, saman við Guðrun, útnevnd til ársins føroying av Dimma­ lætting. Maibritt greiddi millum annað soleiðis frá hendingini, í blað hjá Sosial­inum í 2008. Leypa út í logandi eldhavið Flogfarið ger klárt at lenda. Handan hálvveggin aftast í flogfarinum situr Maibritt føstspent á lítla setrinum. Hon hevur verið einsamøll í einar 20 minuttir og hev­ ur hug at ótolnast. Vil fram til Guðruna at práta. Maibritt hevur bert verið flogterna í fimm mán­aðir, meðan Guðrun hevur flogið við Atlants­ flogi 14 ár. Hetta er fyrstu ferð Maibritt flýgur upp á Stord, so hon veit ikki, hvussu lendingin eigur at vera, og dugur heldur ikki at ímynda sær landslagið uttan­fyri. Tí letst hon í fyrsta umfari ikki um vón, tá flogfarið við nógvari ferð setir seg nakað harð­ liga á vøllin. Men tá hon hoyrir ein harðan brest og sær partar av tekjuni og gólvinum skrædna, veit hon, at okk­ urt álvarsligt er áfatt. Við øgiligari ferð skreiðir flog­ farið omaneftir einum bratta, og tekur stór trø og grót við á vegnum. Undir Maibritt brotnar setrið av, og knappliga ligg­ ur hon við vanganum inni móti úthurðini, meðan hon stríðist við sleppa úr trygdar­beltinum. Sam­ stundis verður alt ein hurli­vasi inni í kabinuni. Ljósið sløknar og smáu neyð­lyktirnar bleiktra í myrkr­inum. Eldur og svart­ ur roykur kemur bólt­andi aftureftir og breiðir seg sum ein hvirlu­vindur, sum festir í alt. Stólar, vindeygu, veggir, hendur, klæði, kroppar, og so hesin øtiligi gangurin frá motorunum, sum enn buldrar úti í vetrarmyrkrinum. Trygdar­reglurnar frá út­ búgvingar­tíðini standa klárar í minn­inum enn. Tí hugsar hon rættiliga klárt, kemur upp á føtur og rópar ferða­fólkini til sín á øllum møgu­ligum málum, meðan hon trilvar seg fram til stóra handtakið á hurðini. Næst henni standa nakrir mans og tøva, og yvirav stríð­ast aðrir til fánýtis við at fáa hina hurðina upp. Eina løtu bíðar hon eftir, at flogskiparin skal rópa »evakuer«, men tá ongi boð koma, tekur hon eina skjóta avgerð og gloppar hurð­ini. Men hon fæst illa upp, tí logandi brennievni stendur í einum spræni frá motorvindinum beint ímóti hurðini. Kabinan er farin av um tvøran og fyllist við svørtum royki, eldurin spríkir og festir í alt, sum fyri er. Menninir rópa, so har er bara eitt at gera: upp við hurðini og út við ferðafólkunum. Trúliga stendur Maibritt og heldur skil á, með­an átta mans leypa út í log­andi eldhavið, har teir lenda einar 2-3 metrar niðri í skógarbotninum. Maibritt veit, at øll ferðafólkini eru ikki her afturi, men tá hon ikki hoyrir mannamál longri frammi í kabinuni, er hon sannførd um, at Guðrun hevur fingið síni fólk út gjøgnum fremru hurð­ina. Í einum brøkparti av einum sekundi hugsar hon, at nú er hon púra einsa­møll umborð á einum brenn­andi flogfari; tekur dik á seg og leypur út í brenn­andi skógarmyrkrið. Høgu skógvarnir sita fastir í vátu moldini og detta av. Tá hon, saman við einum umleið 30 ára gomlum norð­manni, fer burtur frá flog­far­inum, vendir hon við aftur eftir skónum, tí hon fær ikki runnið berføtt fyri hvøssum steinum, vrak­pettum og spískum grein­um. Longur uppi á høvdini heldur hon seg síggja Guðruna saman við nøkrum ferðafólkum, og tær veittra til hvørja aðra. Tá lætnar um hjartað, tí tey eru komin so væl und­ an. Um sama mundið lænir hon eina fartelefon, at ringja til mammuna. Tað einasta hon fær sagt er, at ein vanlukka er hend, og at flog­farið brennur. Maibritt og norð­mað­ urin halda til beins oman gjøgnum brattan, heilt oman til sjóvarmálan, har ein lítil alibátur nærkast landi. Tey leypa nakrar metrar út í vatnið, og verða síðan drigin umborð av tveimum monnum. Teir fara alt fyri eitt undir at køla stóra brunasárið á bak­inum og nakkanum hjá Maibritt niður, við at lata seg úr hosunum, væta tær við køld­um vatni og leggja á sárið. Nústani varnast Maibritt, at hon er komin til skaða, og at hon hevur nógva pínu í rygginum. Á landi bíða sjúkrabilar, og tey verða koyrd á sjúkra­ hús við hvør sínum bili. barbara@sosialurin.fo Tað er við stórari sorg, vit kunngera, at flogfar okk­ ara av slagnum BAe 146 OY-CRG Flight no: RC 670, hevur verið fyri tí van­ lukku at koyra út av breyt­ ini á flogvøllinum í Stord. Vanlukkan hendi kl. 07.35 lokala tíð 10. oktober 2006. Níggju ferðafólk og trý, sum mannaðu flogfarið, eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum. Fyrr í gjár upplýsti norska løgreglan, at trý fólk høvdu látið lív í van­ lukkuni, og at ein ferða­ maður var horvin. Nú vátt­ar norska løgreglan, at eitt fólk aftrat er funnið í brenda flogfarinum. So­ statt hevur vanlukkan kravt fýra mannalív. Tey, ið lótu lív, vóru: • Guðrun Hervør Joensen, 41 ár, Bø • Martin Charles Evertsen, 25 ár, Stavanger • Jarle Reime, 33 ár, Sandnes • Per Olaf Skjæveland, 33 ár, Sandnes Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4. Av teim 12 ferða­ fólkunum vóru: • 11 norðmenn • 1 útlendingur Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana. Tíðindaskriv frá Atlantic Airways tann 10. oktober 2006