mánadagur 4. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HARÐSKAPUR
Leyslatin jólaaftan, men longu nýggjársaftan hevði hann aftur framt
grovan, ógrundaðan harðskap móti einum øðrum ungum manni
LEYSUR Í EINA VIKU
Danjal av Rana
Ein maður var í gjár varð
haldsfongslaður í 18 dagar,
skuldsettur fyri harðskap
móti einum øðrum.
Maðurin er skuldsettur
fyri serliga grovan harðskap
og fyri afturvendandi harð
skap
Hendingin
fór
fram
gamlaárskvøld. Heilt fitt av
fólki var í býnum, og nakað
út á náttina fer ein ungur
maður inn á eina matstovu
í miðbýnum í Havn at seta
seg niður fyri at rinda sær
møðina. Hann er ikki meiri
enn innkomin, tá hann følir
nógva pínu í nakkanum og
smellir í gólvið. Tað vísir seg,
at ein annar av gestunum
hevur júst tveitt eina fløsku í
nakkan á viðkomandi. Skuld
setti verður skjótt lagdur í
gólvið og síðani tveittur út
úr matstovuni. Løtu seinni
kemur hann aftur, fyri at
fregnast um, hvat var hent, tí
hann visti ikki heilt sjálvur.
Skuldsetti noktar seg sekan,
av tí at hann minnist einki,
so mikið hann hevði drukkið.
Skuldsetti
maðurin
er
dømdur fleiri ferðir. Í 2013
fekk hann ein dóm fyri rús
drekkakoyring og í novemb
ur 2011 er hann dømdur
fyri harðskap, longu tá fyri
afturvendandi
harðskap.
Í desembur fekk hann ein
dóm fyri at hava givið einum
manni nevan á kjaftin í
Sirkus í Havn. Í juni 2015 fær
hann ein nýggjan harðskaps
dóm, hesa ferð fyri at hava
givið einum manni nevan á
kjaftin í Mimir. Hann hevur
tí sitið í geglinum í heyst og
varð leyslatin jólaaftan. Men
longu eina viku seinni var
galið aftur. Felags fyri allar
dómarnar er, at maðurin
hevur drukkið nógv.
Vitni hava greitt løgregl
uni frá, at ein bardagi hevði
júst verið inni á matstovuni,
áðrenn órættaði kom inn.
Skuldsetti hevði tikið lut í
bardagan, men varð hildin
aftur av vinmonnum. Brád
liga rívur hann seg leysan og
tveitir hesa fløskuna í nakk
an á júst innkomna mann
inum.
Fólk á matstovuni ringdu
eftir sjúkrabilinum og órætt
aði varð førdur á Lands
sjúkrahúsið til kanningar.
Fløskan brotnaði ikki, so
maðurin fór ikki at bløða. Á
Landssjúkrahúsinum var tó
staðfest, at hann hevði inn
aru bløðingar og at hoyrn
in í høgra oyra varð viknað
nógv. Enn er eingin endalig
læknaváttan komin og tí
visti løgreglan ikki, hvussu
álvarsamur skaðin er. Komin
heim, valdu órættaði og
foreldrini at melda málið og
skuldsetti varð handtikin
seinnapartin leygardagin.
Tað vóru vinfólk hjá
skuldsetta,
sum
fortaldu
órættaða, hvør hevði tveitt
fløskuna.
Skuldsetti og órættaði
kenna ikki hvønn annan og
ákærin legði dent á, at einki
bendir á, at teir hava havt
nakað útistandandi. Tískil
er talan um ógrundaðan
harðskap. Ógreitt er, um
fløskan var ætlað órættaða
ella onkrum øðrum og her
gjørdi ákærin greitt, at um
víðari kanningar vísa, at
skuldsetti ætlaði at raka
onkran annan við fløskuni í
eini hevndaratsókn, verður
hann eisini ákærdur fyri tað.
Ákærdi bað um at fáa
mannin varðhaldsfongslað
an, orsakað av, at maðurin so
ofta er dømdur fyri harðskap
fyrr. Ákærin vísti á, at tað
eru herðandi umstøður, at
tveita eina fløsku inn í eina
mannamúgvu á hendan hátt.
Ein eigur at skilja, at vandin
fyri at raka onkran er sera
stórur. Ákærin vísti á, at
kanningarnar í stóran mun
eru lidnar, men enn manglar
okkurt í, millum annað at
fáa staðfest hvørjar skaðar,
órættaði hevur fingið og um
onkur teirra kann hugsast at
gerast varandi.
Ákærin vísti á, at felags
nevnarin í dómunum móti
skuldsetta er harðskapur á
vertshúsi, í fyllskapi, at tað
er tá hann drekkur, at hann
fremur harðskap og í øllum
førum í hesum førinum er
talan um ógrundaðan, álvar
saman harðskap.
– Hann hevur eyðsæð eitt
ósunt forhold til rúsdrekka,
og megnar snøgt sagt ikki
at stýra sær, tá hann hevur
drukkið, segði ákærin.
Skuldsetti og verji hans
ara vóru sum so samdir í hes
um og skuldsetti segði seg
eisini vera sinnaðan at byrja
antabus-viðgerð, um tað var
ein møguleiki. Tað metti
dómarin tó ikki. Hann metti
ikki, at endamálið við eini
varðhaldsfongsling
kundi
røkjast við antabusviðgerð.
– Har er okkurt við tínum
forholdið til rúsdrekka, sum
ikki er heilt sum tað skal
vera, segði dómarin og játtaði
tí at varðhaldsfongsla hann
til 21. januar, tá málið
kemur fyri í
rættinum.
Løgreglan hevur gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í býarmyndini um náttina og metir sjálv, at tað ger mun
Fyllskapur er ikki linnandi umstøður
Danjal av Rana
Tað er ikki óvanligt, at løg
reglan fær nøkur harðskaps
mál at dragast við, tá nógv
fólk er í býnum, men okkurt
bendir á, at seinastu tíðina er
harðskapurin vorðin grovari
og ofta ógrundaður. Seinastu
tíðina hava vit sæð dømi um
at fólk eru sparkaði niður,
at fólk ógrundað eru sligin
niður og javnan at fløskur og
gløs vera tveitt eftir persón
um í býnum.
Tað tykist tó, sum løg
reglan hevur tikið stig til at
steðga hesum. Seinastu tíð
ina hevur hon lagt dent á at
vera nógv meiri sjónlig í nátt
arlívinum, og sjálv metir hon,
at tað ger mun. Vakthavandi
á løgreglustøðini segði við
in.fo
sunnumorgunin,
at
sunnunáttina bæði koyrdi
og spákaði løgreglan sær í
miðbýnum og at døgnfrá
greiðingin vísir, at løgreglu
menninir hava steðgað nógv
um, sum annars kundi havt
endað í slagsmáli.
– Tað er eingin loyna, at
flestu harðskapsmál eru eitt
úrslit av fyllskapi, og har
hevur rætturin gjørt púra
greitt, at tað ikki eru ikki
linnandi umstøður, at ein
er rúsaður. Ein skal kortini
hava tamarhald á sær sjálv
um. Tey allarflestu, sum dag
in eftir fáa boð um, at tey
vera skuldsett fyri eitthvørt,
tey hava gjørt í fyllskapi, eru
sera hørm um tað og angra
tað, tey hava gjørt og skylda
upp á rúsin, men sum sagt, so
hjálpir tað ikki í rættinum,
segði vakthavandi við in.fo.
Vakthavandi á løgreglu
støðini segði sunnumorgun
in, at náttarlívið er broytt
nakað seinastu árini, og at
tað hevur lyndi til at savnast
í Havnini.
– Nú á døgum er tað tó
vorðið soleiðis, at tey allar
flestu, sum fara í býin, koma
til Havnar, so har er altíð
nakað av fólki í býnum,
segði vakthavandi á løgreglu
støðini við in.fo