Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 Ætlanin at lata stóra fiskavirkið, Bacalao, upp aftur, er nú endaliga slept EINI 200 ARBEIÐS­ PLÁSS Í HAVN VERÐA AV ONGUM Áki Bertholdsen – Tað glapp á stokkinum! Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs­ mannafelag Í fleiri ár hevur Havnar Arbeiðsmannafelag roynt at fáa lív aftur í stóra, kenda, fiskavirkið, Bacalao, á Vest­ aru bryggju. Men nú má hann ásanna, at er miseydnað, og nú vátt­ ar hann eisini, at tey eru givin við royndunum at fáa arbeiðið aftur á virkinum. – Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tað. Men eg havi varhugan av, at ein orsøk til, at tað miseydnaðist at fáa íleggjarar at seta pening í virkið, var, at teir høvdu ikki neyðuga álitið á politisku skipanina. Verður av ongum Í eitt mannaminni var Baca­ lao eitt av heilt stóru, og kendu fiskavirkjunum í Før­ oyum. Men í síni tíð endaði tað, sum so mangt annað, undir veingjabreiðinum á Fiska­virking. Men tá ið Fiskavirking fór av knóranum, varð tað lukkað, men tá nýttu arbeið­ arafeløgini í Havn høvið til at útvegað sær maskinurnar til ognar. Nakað av virksemi tók seg upp aftur, men tað er bara ein viðfáningur av tí, tað eina­ferð var. Hinvegin droymdu ar­ beiðarafeløgini alla tíðina um at endurskapa Bacalao, sum eitt av teimum stóru ar­ beiðsplássunum í landinum, sum tað einaferð var, og tað hevur verið málið, arbeitt hevur verið fram ímóti alla tíðina. Men skjótt máttu tey ásanna, at tað gekk munandi verri enn tey høvdu vónað at fáa íleggjarar at seta pening í virkið. Og nú má Hans Joensen so ásanna, at tað verður av ongum, at Bacalao letur upp aftur og at ætlanin tískil er slept, hóast bæði høli, maskinur og útgerð, eru til taks. Ov lítið álit Seinasta royndin var at fáa Espersen Fisk á Bornholm at lata virkið upp aftur. – Tey vístu eisini ætlanini stóran áhugað, og hevði tað eydnast, hevði tað skapt eini 200 arbeiðspláss í Havnini. – Tað hevði fingið øgiliga stóran týdning fyri Havnina og samfelagið, sigur hann Men formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag ásannar, at tá ið tað var komið undir stokkin, máttu tey geva skarv­in yvir. Hann heldur, at ein orsøk til, at ætlanin glapp, var, at tað var ov stórur vandi fyri, at virkið ikki fór at fáa ikki at fáa atgongd til rávøru. – Tað er ein sannroynd, at minni og minni verður selt um Fiskamarknað Føroya, tí tað verður alsamt vanligari, at skipini verða tengd at ávísum virkjum, sum tey so avreiða til, fast. Skuldi verið so sjálvsagt – Hans Joensen heldur, at hetta er ein stórur vandi. Og hann heldur eisini, at hetta er eitt vandamál, politikarar ikki hava tikið í álvara. Hann hevur varhugan av, at íleggjararnir høvdu rætt og slætt ikki álit á, at politikarar fóru at skipa fiski­vinnuna soleiðis, at øll virkini fáa javnbjóðis at­ gongd til botnfiskin, sum verð­ur avreiddur undan Før­ oyum. Hann heldur, at tað átti at verið so sjálvsagt, at tað, sum verður fiskað av botnfiski undir Føroyum, verður seld­ ur á uppboðssølu, har øll sleppa at bjóða. Og hann heldur eisini, at tað skal vera eitt krav, at hann verður virkaður í Før­ oyum fyri at skapa ar­beiði her. Hann ivast ikki í, at hetta hevði verið gagnligt fyri allar partar. Tað hevði fing­ið fiskaprísin upp, og so­statt hevði hýran hjá fiski­monnum hækkað og rakst­urin hjá skipunum hevði batnað. Men tað hevði sanniliga eisini verið gott fyri sam­ felagið, tí fáa allir partar meiri burtur úr. Tað sigur seg sjálvt, at sleppa fleiri at kappbjóða um fiskin, hevði prísurin farið upp, og tað hevði kastað nógv av sær í øllum samfelagnum. – Fáa vit ikki atgongd til fisk, verður tað ómøguligt at seta virksemi í gongd, sigur Hans Joensen. Hann heldur, at ein or­ søk til, at politikarar ikki fáa skipað viðurskiftini betri, er, at teir geva eftir fyri fíggj­ arliga sterkum áhuga­bólk­ um, sum leggja teir und­ir trýst. GÓVU SKARVIN YVIR EITT VANDAMÁL – Tað er eitt vandamál, at so lítið av fiski verður seldur á uppboði og tað var ein orsøk til, at Bacalao ikki letur upp aftur, og havnarfólk missa 200 arbeiðspláss, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag