mánadagur 4. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GREINING
Politiska stríðið móti ársenda
vísir enn eina ferð, at júst nú
stendur politiska stríðið aftur
um hvør skal ahava ágóðan av
stóru samfelagsinntøkunum
Árni Gregersen
Við buldri og braki og við
bert einari atkvøðu til avlops
í flestu atkvøðugreiðslunum,
eydnaðist at fáa eina fíggjar
lóg samtykta fyri 2016.
Sama var við teimum at
knýttu lógunum, sum skulu
tryggja at fíggjarlógin heldur
og at inntøkur og útreiðslur
javnviga.
Talan er um fyrstu fíggj
arlógina hjá nýggju sam
gonguni, sum var skipað eftir
valið 1. september.
Tað gekk skjótt hjá and
støðuni úr farna valskeiði
at skipa samgongu. Javn
aðarflokkurin, Tjóðveldi og
Framsókn avgjørdu at skipa
landsstýri og longu hálvan
september var klárt at fara
til arbeiðis.
Fyri samgonguna hevði
so at siga alt seiansta val
skeið verið eitt valstríð,
men gjøgnum alt 2015 var
føroyskur politikkur merkt
ur av, at val skuldi haldast í
seinasta lagi á heysti.
Retorikkurin harnaði út
á árið og fyri tey, sum fylgdu
við sást skjótt, at tað neyvan
fór at renna saman millum
samgongu og andstøðu. Til
tess var politikkurin ov ym
iskur.
Tí gjrødist valstríðið í
veruleikanum eitt stríð mill
um tveir blokkar – ein borg
arligan og ein vinstrahallan
saman við Framsókn.
At býta virðini
Politikkur snýr seg í stóran
mun um at býta virðini í
samfelagnum. At skipa fyri,
hvør fær ágóðan av teimum
virðum, sum samfelagið hev
ur.
Politikkur og fólkaræði
snýr seg eisini um at velja
tey, sum skulu standa fyri
hesum býti og snikka lógir
til, so hetta verður framt eftir
teimum áhugamálum, sum
meirlutin
av
veljarunum
hava.
Hetta er einfalt sagt, men
grundleggjandi eru fólka
valdu
politikkarnir
ikki
nógv øðrvísi enn vanligir
borgarar, sum eisini hava
áhugamál. Tey røkja síni
egnu áhugamál, men so
sanniliga eisini áhugamálini
hjá teimum, sum hava valt
politikararnar á ting.
Í Føroyum hevur tað víst
seg seinnu árini, at tað er
komin ein gjógv millum stór
an part av veljarunum.
Gjógvin gonur í breið
astu merking millum tey,
sum eru partur av “fram
leiðsluføroyum” og tey sum
kunnu kallast fyri “umsit
ingarføroyar”.
Seinni parturin eru tey,
sum fyri ikki so mongum
árum síðani fingu ein stóran
part av inntøkunum frá
blokkstuðlinum, men sum
nú verða lønt av teimum
pengum, sum almennu Før
oyar taka inn sum skattur og
avgjøld.
Sjálvandi var tað soleiðis
og er soleiðis, at bæði stóri
blokkurin fyrr og skatta- og
avgjaldsinntøkurnar
nú,
verða brúktar til at gjalda
tænasturnar í vælferðar
samfelagnum, men sum tað
kemur meira og meira fram
í almenna kjakinum, so er
hetta ein fatan, sum skapar
gjónna.
Í hinum partinum, “fram
leiðsluføroyum” er ein upp
fatan, sum sigur, at tað er
avgerandi neyðugt, at vinnu
lívið hevur góðar treytir og
kanna skapa arbeiðspláss og
framburð.
Um hetta verður skapt
úr almennum tilfeingi ella
framíhjárættindum, so met
ir hesin parturin av Før
oyum, at skulu Føroyar
hava eina framtíð, so má
hesin parturin styrkjast og
“umsitingarføroyar”
mink
ast.
Hesin parturin heldur, at
alt sum tað almenna tekur
frá vinnuni, verður latið “um
sitingarføroyum” og verður
ikki brúkt skilagott.
Broytingin
Í seinasta valskeiði ráddi ein
borgarlig samgongan fyri
borgum.
Hóast hendan samgonga
í útgangsstøðinum meira
tekur undir við sjónarmið
unum hjá “framleiðslufør
oyum”, so ásannaði hon
gjøgnum seinastu fýra árini,
at neyðugt er at taka pening
inn frá vinnuni, so tað fram
vegis ber til at hava eitt væl
virkandi samfelag.
Meðan ein av flokkunum
fór til val í 2011 við at siga,
at onki tilfeingisgjald skuldi
áleggjast vinnuni, so gjørdist
hetta veruleiki í seinasta val
skeiði.
Nú er spurningurin tí
ikki um tilfeingisgjald, men
heldur um hvussu nógv og
hvat er rímuligt.
Generellu broytingarnar
í samfelagnum hava gjørt,
at skal samfelagið rekast á
tí støði, vit kenna tað í dag,
so er neyðugt, at vinnan
eisini letur part av vinning
inum til at gjalda fyri væl
HVØR SKAL STÝRA VI
»UMSITINGARFØROYA
ELLA »FRAMLEIÐSLUF
Samgongan hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni,
skal vísa gott politiskt hondverk, skulu
breiðar politiskar semjur gerast í 2016
Eisini landsstýriskvinnan við fíggjarmálum,
Kristina Háfoss, Tjóðveldi, bjóðar til politisktd
samstarv og breiðar semjur í hesum árinum