týsdagur 12. januar 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 11. JANUAR 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa
Fimtihvør
roykir
hvønn dag
Næstan fimtihvør, sum var við í
spurnarkanning hjá Fólkaheilsu
ráðnum, roykir hvønn dag.
19,1 prosent av teimum spurdu
svaraðu, at tey roykja hvønn dag,
og lutfalsliga eru tað nærum eins
nógv av hvørjum kyni – eitt vet
fleiri kvinnur enn menn roykja
hvønn dag.
Fólkaheilsukanningin,
sum
Folkaheilsuráðið skipaði fyri í fjør,
umfataði 4559 fólk yvir 18 ár.
Hesi fólk vórðu tilvildarliga vald
úr Landsfólkayvirlitinum og fingu
spurnarblað sendandi. Ein lítil
helvt av teimum, 2197, svaraðu
spurnarblaðnum, og við hesum
svarum hevur Fólkaheilsuráðið
gjørt eina meting av heilsumálum
hjá føroyingum.
Tá ið tað ræður um royking,
eru fólk í aldrinum 25 til 34 ár
lutfalsliga størstu roykjararnir.
Tað er í hesum aldursbólki, at flest
fólk svara, at tey roykja hvønn dag.
Talið á roykjarum er tó størst í
aldursbólkinum 45 til 64 ár.
Kanningin hjá Fólkaheilsuráð
num vísir eisini, at 70 prosent av
teimum, sum roykja, fegin vildu
lagt av. 31,6 prosent av teimum
spurdu hava lagt av at roykja.
Ávirkar heilsuna
Royking
ávirkar
fólkaheilsuna
nógv, og roykjarar eru í størri
vanda fyri at fáa fleiri sjúkur,
millum annað krabbamein, æðra
kálking og lungnasjúkur. Líka
mikið hvussu lítið roykt verður, er
royking tengd at øktum vanda fyri
sjúku. Stórroykjarar (tey, ið roykja
15 ella fleiri sigarettir um dagin)
liva í miðal átta til tíggju ár styttri
samanborið við tey, ið ongantíð
hava roykt. Roykjarar (tey, ið roykja
14 ella færri sigarettir um dagin)
liva í miðal fimm ár styttri saman
borið við tey, ið ongantíð hava
roykt. Hetta vísa útlendskar kann
ingar og er ivaleyst eisini soleiðis
hjá okkum.
Royking skapar øktan vanda fyri sjúkum
og tekur burtur av lívslongdini
Næstan triði hvør føroyingur hevur ikki nortið alkohol seinasta árið
N
ýggja
Fólkaheilsukanningin
vísir, at 30 prosent av teimu
spurdu hava ikki nortið alkohol
seinasta árið.
2197 fólk svaraðu spurningunum
í spurnarblaðnum, sum Fólkaheilsu
ráðið sendi teimum, og eitt óvæntað
stórt tal av føroyingum søgdu seg
halda seg burtur frá rúsdrekka.
Í kanningini varð spurt: »Hevur tú
drukkið alkohol teir seinastu 12 mán
aðirnar«. Svarast kundi ‘ja’ ella ‘nei’.
70 prosent av teimum, ið svaraðu,
søgdu seg hava drukkið alkohol sein
astu 12 mánaðirnar, og harvið vóru
tað 30%, ið ikki hava drukkið alkohol
seinastu 12 mánaðirnir.
79,6 prosent av monnunum
og 62,7 prosent av kvinnunum
høvdu drukkið alkohol seinastu
12 mánaðirnir.
– Talið á teimum, sum
als ikki drekka, er so
statt stórt í Føroy
um.
Hetta hava vit eisini sæð í undan
farnum kanningum, sigur Fólkaheilsu
ráðið.
Í kanningini varð eisini spurt,
hvussu ofta drukkið varð fimm alko
eindir ella meir við sama høvi. 59 pro
sent siga seg sjáldan drekka fimm
alkoeindir ella meir til sama høvi. 3,7
prosent av teimum spurdu siga seg
drekka fimm alkoeindir ella meir til
sama høvi nakrar ferðir um vikuna.
Alkohol er eisini ein faktorur, sum
ávirkar fólkaheilsuna. Umframt ymsar
likamssjúkur kann bundinskapur av
alkoholi eisini hava sálarligar og sosi
alar fylgir við sær fyri tann einstaka
og fyri familjuna.
Nógv halda
seg burtur
frá rúsdrekka
Næstan triði hvør føroyingur
nertir ikki rúsdrekka
Fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsu
ráðnum vísir, at heili 75 prosent av
teimum spurdu hava tikið eitt ella
fleiri sløg av heilivági seinastu 14
dagarnar. Mest brúkti heilivágurin er
pínustillandi ímóti høvuðpínu, 32,3
prosent av teimum spurdu siga seg
hava tikið hendan heilivág. Kanningin
vísir, at 40 prosent av teimum, sum
eru í aldrinum 18 til 44 ár hava tikið
pínustillandi heilivág fyri høvuðpínu,
men brúkið av hesum heilivági
minkar við árunum.
Taka
nógvan
heilivág
Serliga tey yngru fólkini roykja
hvønn dag, vísir kanning hjá
Fólkaheilsuráðnum