Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 11. JANUAR 2016 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Ver ein góð fyrimynd At tey eru góðar fyrimyndir, kann sigast um tey 15 ára gomlu, tí í 2011 royktu 19% av teimum dagliga, men kanning í vár vísti, at hesi 15 ára gomlu við risa fetum eru komin niður á 8% dagligir roykjarar. Ein sólskinssøga, sum vónandi fer at hava við sær, at tey vaksnu eisini verða bend rætta vegin. Ein fimtingur av føroyingum roykja Ein fimtingur av teimum vaksnu føroyingunum roykir dagliga, hetta vísir kanning í heyst, sum Fólka­ heilsuráðið lat Gallup gera fyri seg. Gerið sum tey ungu. Legg av at roykja á nýggjárinum – tað er kul. Fá stuðul, tá tú leggur av Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms­boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum. Ókeypis átak Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekst inum „gevst“ til 1919, og tú fært sms­boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms­ boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið. Les meira á www.fólkaheilsa.fo Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlar at gevast við at roykja Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja. sansir.fo Kom og legg av!