Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 11. JANUAR 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Blanding av alkohol og panodil skaðar nýruni 5 prosent klára at halda vektina Vilmund Jacobsen »Adipositas« er læknaliga heitið fyri yvirvekt, tá henda er so stór, at hon kann gerast ein vandi fyri heilsuna. Seinastu fimmti árini er talið av teimum, sum gerast ov feit, nógv vaksið, og umleið 14 prosent av dønum viga ov nógv. Tey góðu tíðindini eru, at vøkst­ urin sambært Jens Meldgaard Bruun, sum er formaður fyri Dansk Selskab for Adipositasforskning, er steðg­ aður. Keðiligu tíðindini eru, at enn eru ikki effektivir viðgerðarmøguleikar, tá sæð verður burtur frá skurðviðgerð. Dansk Sundhedsinstitut kom fyri fáum árum síðan við eini frá­greið­ing um lívstílviðgerð fyri fiti og yvir­vekt. Niðurstøðan var eitt nú, at »lívs­tíl­ við­gerð av fólki við yvirvekt bara hevur eina lítla ávirkan á vekttap – líka mikið, hvat slag av uppílegging verður brúkt…« Bjørn Richelsen, doktari í føðslu og serfrøðingur í fiti, sigur, at broyt­ingar í kosti og motion kunnu brúkast fyri at vinna á einari lítlari yvir­vekt, men tosa vit um yvirvekt á 15-20 kilo ella meiri, er talan um eina meira kroniska støðu, enn tey flestu geva sær far um. – Fólk missa kanska ein part av yvir­vektini, men sum oftast taka tey upp á aftur. Fyribyrging er eftir mín­ um tykki ein nógv betri íløga enn at berjast fyri at fáa yvirvektina burtur aftur. Bjørn Richelsen leggur tó dent á, at tað eru nógvir heilsuligir fyrimunir við at eta sunt og motionera, sjálvt um fólk ikki sleppa av við tey nógvu kilo’ini. Peter Frunch-Jensen, doktari í kirugiskari gastroenterlogi, sum er ein teirra, ið hevur gjørt flestar »gastric bypass« viðgerðir í Danmark, stuðlar úttalilsunum hjá Bjørn. – Tað eru umleið fimm prosent, sum eru før fyri at tapa seg og síðan halda fast um vektina - bert við at halda seg til klænkikurin. Kroppurin vil altíð royna at taka upp á aftur í vekt, og henda effektin varar í fleiri ár. Peter Frunch-Jensen heldur, at fólk, sum hava vekttrupulleikar, kort­ini eiga at royna at tapa í vekt við lív­stíl­broytingum. – Ert tú millum tey fimm pro­sent­ ini, sum hava eydnuna við sær, eru ongar avleiðingar ella vandar knýttir at hesum. At kirurgi er eitt skilagott alterna­ tiv hjá teimum 95 prosentunum, er Jens Meldgaard Bruun, lækni, samd­ ur í.  – Beint nú er kirurgi hin einasti effektivi viðgerðarhátturin hjá teim­ um, sum viga alt ov nógv. Jens Meldgaard Bruun heldur tó, at talið av teimum, sum eftir vekt­ tap kunnu halda seg til røttu vektina, ligg­ur nakað oman fyri fimm prosent. Sambært læknum eru tað bara eini fimm prosent, sum megna at halda vektini við líka, so tey ikki taka upp á aftur Ein amerikonsk kanning við 10.000 fólkum vísir, at fólk, sum brúka alkohol og paracetamol saman, eru í stórum vanda fyri at fáa nýraskaðar Vilmund Jacobsen Fólk, sum drekka alkohol og taka pínu­linnandi fyri kroniska pínu, eiga ikki at taka paracetamol, ið er eitt av panodil-sløgunum. Tað halda granskarar sum siga, at alkohol og panodil er ein ógvuliga vánalig blanding, ið økir um vandan fyri eitt nú nýrasjúkum við 50 pro­ sent­um. Tað var á árligu ráðstevnuni í Boston, American Public Health Association’s, at kanningin nøkur ár her­fyri alment varð løgd fram. Kanningin vísir, at sjálvt smáar nøgdir av alkoholi saman við para­ ceta­mol kann skaða nýruni. Paracetamol er lætt at fáa hendur á. Tað fæst í hondkeypi, og eigur at elva til stúran, tá tað verður tikið sam­ an við alkoholi. Umfatandi kanning Granskarar hava leingi verið vitandi um, at reglulig nýtsla av paracetamol saman við alkoholmisnýtslu er skað­ ilig fyri livir og nýru. Hinvegin hevur ógreiða verið um, hvussu skaðilig samvirkanin millum hóvliga nýtslu av hesum báðum er. Stívliga 10.000 fólk luttóku í um­røddu kanning, sum varð gjørd árini 2003 og 2004 og sum bygdi á spurn­ing­ar og svar. Kanningin vísir, at teir persónar, sum brúktu alkohol og paracetamol saman, søgdu frá nýraskaðum. Mest upplagda frágreiðingin um hesa samanrenning er, at alkohol kann ávirka ta ílegu, sum stýrir niður­ brót­ingini av paracetamol. Tak onnur sløg Kanningin kundi ikki ávísa líknandi saman­renningar við skaðiligari ávirk­ an á nýruni millum onnur sløg av pínu­ linn­andi heilivági og alkoholi. Granskarar leggja tí dent á, at fólk við kroniskari pínu, sum dagliga taka paracetamol, eiga ikki at brúka alkohol. Mælt verður heldur til at brúka ann­an pínulinnandi heilivág enn pano­ dil, um fólk eru bundin at alkoholi. vilmund@sosialurin.fo Paracetamol er eitt av panodil-sløgunum, og mælt verður frá, at hesin pínu­ linn­andi heili­vágur verður tikin, um tú ert bundin at alko­holi. Saman­renn­ ing millum paracetamol og alko­hol veksur um vandan fyri nýrasjúkum við 50 prosentum