Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Tað henda í løtuni stór fram­ stig í føroyskari svimjing. Tað fer ongin stevna fram­ við, uttan at okkurt met verð­ur sett hjá antin teimum vaksnu ella teimum yngru. Evnaríku svimjararnir seta yvir­leggjaran hægri og hægri. Páls Høll er eitt fram­ brot fyri føroyska svimjing, tí vit hava nú okkara fyrsta 50 meturs svimjihyl, sum er altjóða mátið fyri olympiska svimji­hylin. Nú verður føroysk svimj­ ing eisini partur av eini gransk­ingar­ætlan. Føroyskir svimjarar fara í næstum at luttaka í eini gransk­ingar­verkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Havn. Granskingin er ein roynd at staðfesta, um svimji­ergo­metur, sum sæst á mynd­ini, kunnu lýsa svimji­ evnini í vatni. Svimjararnir skulu í tveim­um førum geva seg fult út í tiggjar minuttir á einum svimji­ergometri. Ú́ rslitini haðani skulu so samanberast við bestu svimjiúrslit á øllum tein­um frá 50 til 1500 metrar frí­svimjing. Hvat er eitt svimji­ ergometur? Eitt svimjiergometur minnir nógv um eina rógvimaskinu, har rørslurnar tó líkjast teim­ um sum vit síggja í svimj­ing. Tey verða longu nógv brúkt í svimjing, men stóri ósvaraði spurningurin her er, um tað vísindaliga kann stað­festast, at vera nakar saman­hangur millum úrslitini á svimji­ergo­ metri, og teimum í veruligari svimjing.  Magni Mohr partur av granskingini Teir sum standa fyri gransk­ ingarverkætlanini, eru Magni Mohr, Phd og lektari í ítróttarvísund á Fróð­skapar­ setri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, Phd og lektari í ítróttar­vísund á Københavns Universitet. Nikolaj Nordsborg hevur longu gjørt nakrar líknandi testir við svimjarum á úrvals­ deplinum NTC, sum er det Nationale TræningsCenter hjá danska svimji­sam­band­ inum, men eru úrslitini úr Føroyum tó ógvuliga týð­ andi, til at staðfesta ein møgu­ligan samanhang. – Sum vit í føroysku svimj­ ingini skilja tað, so er sostatt talan um slóðbrótandi virk­ semi, sum Setrið er farið undir, á iNOVA í samstarvi við Københavns Universitet, skrivar Svimjisamband Før­ oya, sum er partur av gransk­ ing­ini, og lagt verður afturat; – Eingin sovorðin svimji­ spesifikk vísundaliga grund­ að fitness-test finst enn, sum á landi kann staðfesta hvussu svimjarar eru fyri til at svimja skjótt á stutt-, mið- og lang-teinum, verður sagt úr SSF. 20 útvaldir svimjarar Luttakararnir verða áleið 20 útvaldir svimjarar á úr­ vals­støði, ið eru minst 14 ára gamlir, og sum eru so mikið væl fyri kropsliga, at teir kunnu halda til sera hørðu testina á serliga svimji­ergo­ metrinum. Tað ljóðar kanska lætt at koyra seg fult út í bara tríggjar minuttir, men testin er tó ógvuliga hørð, sam­bært teimum sum hava roynt hana, verður sagt úr Svimji­sambandinum. Fyrsta royndin í feburar Týsdagin 16. februar verður eitt serligt royndarumfar, undir leiðslu av bæði Magna Mohr og Nikolaj Nordsborg, har fyrsti svimj­ arar sleppa at royna testina á svimjiergometri. Síðani verða tvær testir fyri­skip­ aðar til hvønn svimjara á svimji­ergo­metri, umframt at teir skulu royna eftir bestu tíðum á 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 metra frísvimjing. Um tað vísur seg at vera samanhangur mill­um test­ úrslitini á svimji­ergo­metri og teimum í hylinum, so vil Svimjisamband Føroya gera samstarvsavtalu við iNOVA, um regluliga testir á svimji­ ergometri har. Vísir tað seg, at tað er ongin samanhangur, so ynskir SSF framvegis at finna mátar, har ítróttar­ gransk­ingini á iNOVA og før­oysk svimjing kunnu sam­starva. Viðkomandi gransking Úr Svimjisambandinum verð­ur sagt, at granskingar­ verk­ætlanin er sera við­kom­ andi fyri svimjing um allan heim. Hetta tí tað enn eru fáar, um ikki ongar kann­ ing­ar, ið vísundaliga kunnu ávísa ella avvísa eitt samsvar mill­um svimjiergometur og svimjing, hóast útgerðin sum nevnt longu verður brúkt nógv. Hetta er enn eitt framstig, og vónandi eitt frambrot, fyri føroyska svimjing, sum veru­liga er í rúkandi menn­ ing, trondur@sosialurin.fo FØROYSKIR SVIMJARAR GRANSKAST Á INOVA Føroysk svimjing verður í næstum partur av gransking, sum kann fáa stóran týdning gransking innan svimjing