Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Føroyar skulu spæla móti Liktenstein 28. mars í Marbella í Spania, meðan Russ­land skal spæla í París móti Fraklandi 29. mars. Russland er í vikuni fram til dystin somuleiðis í Marbella í Spania. Sum skilst úr FSF, so ein fyri­ spurn­ingur komin úr Russ­landi, um føroyska lands­liðið er sinnað at spæla ein venjingardyst 24. mars í Marbella í Spania. FSF hevur svarað játt­ andi upp á fyri­spurn­ingin, so í løtuni eru partarnir í samráðinum. Millum ann­að merkir ætlaði venj­ingar­dysturin, at før­oyska ferðalagið skal av land­inum minst tveir dagar áðrenn ætlan. Sum nú er, so fer landsliðið úr Føroyar tann 24. mars. Hetta hevur sjálvandi nakrar øktar útreiðslur við sær. Sum skilst, so er vænt­ andi at Russland eisini leitar aðrastaði eftir mót­ støðu, sum teir meta er meiri á ítróttarliga hædd við londini, ið Russ­land skal møta í EM-enda­ spæl­inum í Fraklandi í summar. Føroyska fótbólts­ lands­liðið hevur seinnu ár­ini havt trupult við at fáa venjingardystir, men nú er líkt til, at tað ligg­ur betri fyri hjá Før­ oy­um at fáa venj­ingar­ dyst­ir. Føroyar spæla 6. sep­tember fyrsta dystin í HM 2018 undan­kapp­ ing­ini, sum verður í Russ­ landi. Tá kemur Ungarn aftur á vitjan. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge At testa ein svimjara gevur okkum betri fortreytir at meta um evnini hjá einum svimj­ara, og hvat honum tøvar at venja. – Eg meti so avgjørt, at føroysk svimjing kann broyt­ast til tað betra við hesi verkætlanini. Vón­andi verður talan um fram­hald­ andi samstarvi við iNOVA. – Sum er hava vit nevn­ iliga ongar testir yvir­høvur, til at kunna staðfesta hvussu svimj­ararnir eru likamliga fyri, og um teir eitt nú burdu ar­beitt meira við styrki ella út­haldni. Hendan testin á ergo­metri er á pappírinum ein sera góð test til at kunna stað­festa millum annað hetta, og um tað er fysikkur ella tek­nikk­ur sum ger við­ kom­andi til ein góðan svimj­ ara. – Vit mangla at fáa vís­ inda­liga staðfest, at tað er samanhangur millum úrs­ litini, ið vit síggja á ergo­ metr­inum, og á teimum sum vit síggja í hylinum. – Um testin vísir hendan samanhang, so ætla vit at gera hana til ein fastan tátt í úr­valsarbeiðnum hjá okkum Ynskja ein standard test til øll Málið hjá svimjisam­band­ inum er, at kunna neyvt máta evnini hjá einum svimj­ ara, fyri síðani at kunna leið­ beina honum betri. Tað er veg­urin fram fyri føroyska svimj­ing, heldur Rókur í Jákups­stovu. – Eg veit ikki um gransk­ ing sum so, er ein vegur fram fyri føroyska svimjing, men vit vilja sjálvsagt gjarna hjálpa til har vit kunnu. Endamálið hjá Svimji­sam­ bandinum er fyrst og fremst at fáa bygt upp eina so­ nevnda testprotokoll við standardi­seraðum testum, ið kunnu hjálpa okkum til at leið­beina svimjarum og venj­ arum, vekk frá møguligum skað­um og framá í svimj­ ingini. Hetta gjarna í sam­ starvi við iNOVA. – Test av svimjarum er púra vanligt í øðrum londum, meðan vit í Føroyum so gott sum bara hava dúvað á góðu evnini hjá venjarum úti í feløgunum. Tað hevur týði­ lig­vís riggað væl, men vit vilja gjarna gera meira nú, til at fáa svimjingina at verða enn betri, er staðfestingin hjá Róki í Jákupsstovu, for­ manni í føroyska svimji­sam­ bandinum. Samráðast við Russland um venjingardyst Í løtuni eru samráðingar millum Fótbóltssamband Føroya og russiska fótbóltssambandið, um ein møguligan venjingar­ dyst 24. mars 2016 Fótbóltur Russiska landsliðið Rókur í Jákupsstovu, formaður í svimji­ sambandinum, er fegin um nýggjan møguleikan Bjartskygdur formaður Magni Mohr vísir venjarum og leiðarum útgerðina á iNOVA, 18. apríl 2015 Myndir: Lis í Jákupsstovu Rókur í Jákupsstovu