týsdagur 16. februar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PERSÓNSMENNING
EG HAVI EIN
Á netinum fylgja yvir 17.000 fólk við í lívinum hjá
Monu Breckmann. Unga argjagentan hevur eitt greitt
endamál við sínum sjónbandabrotum á youtube
Birgith Lassen
»Hellooo champions« sigur
ein
stórsmílandi
Mona
Breckmann í byrjanini á
hvørjum sjónbandi. Í oktob
ur í fjør fór hon undir at
filma sín gerandisdag.
Nú fimm mánaðir seinni
hevur hon deilt eini 20 sjón
bandabrot við allari verðini.
Og væl móttikin er hon.
17.500 fólk hava higartil sæð
sjónbondini. Tað talið skal
náa eini million um nøkur ár,
sigur Mona Breckmann, sum
strembar eftir at kunna liva
sum persónsmennari.
Gleði er eitt val
Vit skulu læra at vera takk
som fyri tey smáu tingini.
Vit skulu virða onnur. Og
okkum sjálvi. Vit skulu lata
gomul lík úr skápunum. Vit
skulu læra at elska okkum
sjálvi. Og onnur. Vit skulu
læra at biða um umbering.
Og fyrigeva.
Boðskapinir hjá Monu
eru nógvir, men einamest
snýr tað seg um at velja gleði
framum aðrar kenslur.
– Ofta vita vit ikki av, at
gleði er eitt val. Hvør einasta
kensla er eitt val. Vit kunnu
velja at lata vera við at vera
súr. Tí kunnu vit eisini velja
at vera glað, sigur Mona
Breckmann uppá ein máta,
so tú skilir at hon veruliga
meinar tað. Tá Sosialurin
hittir henni, situr hon á eini
kaffistovu og arbeiður við
telduni. Seinni í dag skal hon
venja eitt lið av fólki í Yndi.
Mona Breckmann er út
búgvin persónligur venjari.
Tað vil siga at hon leggur
til rættis, hvussu fólk skulu
venja og eta fyri at blíva
kropsliga betri fyri. Eitt starv
hon elskar. Fyri nøkrum ár
um síðani tók hon tó avgerð
um at leggja seg meir eftir tí
mentalu menningini.
– Ítróttur sum heild hev
ur altíð verið ein stórur
partur av mínum lívi, og eg
elski tað. Men styrkin hjá
mær liggur í at arbeiða við
tonkum og kenslum, havi
eg funnið útav, sigur hon og
greiður frá, at tað kropsliga
og sálarliga hongur neyvt
saman.
Tað kropsliga kanst tú
styrkja fyri at betra tína
sálarligu heilsu. Og tað sálar
liga mast tú eisini styrkja,
skalt tú betra um tína krops
ligu heilsu.
Víkir sítt lív at
hjálpa øðrum
Í videobrotum sínum tekur
Mona Breckmann altíð støði
í sínum egna lívi. Tosar hon
um tað keðiliga við slatri,
greiður hon frá, at hon til
tíðir sjálv slatrar. Tosar hon
um hvussu niðurbrótandi
tað er at vera bangin, fortelur
hon, at hon stundum sjálv er
bangin. Hon fortelur opið
um síni ytru og innaru stríð.
– Hetta geri eg ikki fyri at
fáa uppmerksemi, men fyri
at fanga mínar hyggjarar.
Kenna tey, at eg eri opin,
hava tey sjálvi lættari við at
opna upp og taka tað til sín,
sum eg sigi, fortelur hon.
Málið hjá ungu argjagent
uni er at røkka eina millión
hyggjarar á youtube, og í
framtíðini vil hon skriva
persónsmennandi
røður
og upptraðka við røðunum
fyri stórum fjøldum. Mona
Breckmann vil liva av at
menna menniskju. Men hví
velja at víkja sítt lív at hjálpa
øðrum?
– Eg kenni, at eg havi
eina skyldu at upplýsa fólk
um lívsgleði. Eg havi sjálv
megnað at uppbyggja mær
eitt sterkt sjálvsálit og eina
lívsgleði, hóast eg havi havt
mítt at stríðast við. Eg vil
vísa fólki, hvussu tey gerast
glaðari menniskju, fortelur
Mona Breckmann og greið
ur frá, hvussu hon altíð hev
ur verið tann lurtandi vin
konan, sum vinirnir søktu
til, tá tey høvdu tørv á at tosa
um eitthvørt torført.
Ein uppgerð
við tað trygga
Mona
Breckmann
hevur
seinastu árini búð í London,
men nú er hon heima í Før
oyum í eina tíð. Hon fær eitt
heilt serligt anlitsbráð, tá
prátið nærkast føroyskum
hugsunarhátti. Føroyingar
lata seg alt ov ofta stýra av
konformiteti, heldur hon. Og
tað vil hon gera upp við.
– Eg eri troytt av at síggja
føroyingar, sum leggja sína
Mona Breckmann
Mona tosar um at virðismeta okkum sjálvi, og
hugleiðir um, hvussu vit kunnu stýra okkara
kenslum við at stýra okkara tonkum.
Mona tosar um kenslur og kensluligan eymleika.
Hon vil eggja hyggjarunum at fevna sínar
kenslur, heldur enn at ræðast tær.
Mona letur hyggjararnar fylgja við, tá hon í eina viku skal
royna at broyta sín lívstíl. Hon skal upp at renna hvønn
morgun kl 6.00, eta sunt hvønn dag og fara til eitthvørt tiltak.