týsdagur 16. februar 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
PERSÓNSMENNING
BOÐSKAP
Vlogging
At filma seg sjálvan og sín
gerandisdag fyri síðani at leggja
sjónband út á youtube, verður
á netinum kallað vlogging. Tað
er minnur um blogging, men
allíkavæl ikki heilt. Forvirrandi?
Brúka 30 sekund til at blíva
klókari uppá hesi fyribrigdi
Blogg-fyribrigdið reis upp
í seinnu helvt av 90’unum,
tá fólk av álvara tóku al
nótina til sín. Orðið blog
er ein stytting av orðinum
web-log. Upprunaliga var
orðið web-log nýtt um
allar heimasíður, har fólk
skrivaðu eitthvørt í tíðar
rað. Í dag fevnir orðið
blogg um eina veiftru
av ymsum heimasíðum.
Sambært nýggjastu tøl
unum frá 2015 finnast
umleið
200
milliónir
ymiskir bloggar.
Á summum bloggum
verður viðmerkt og skriv
að um eitt ávíst evni.
Tað kann vera politikk
ur, móti, ítróttur ella list.
Aðrir bloggar virka sum
lýsingastað fyri einstak
lingar ella fyritøkur, har
høvundurin
ummælir
vørur ella tænastur. Og
eisini eru bloggar, ið virka
sum ein persónlig dagbók
á netinum. Hetta seinasta
dømi er allarhelst tað
mest útbreidda.
Á
youtube
leggur
Mona Breckmann video
dagbókur út. Tað sum
hon ger, kallast vlogging.
Tað minnur um at blogga,
men brúkar video sum
miðil heldur enn tekst.
Vlogging er ein stytting av
orðinum video-blogging.
birgith@sosialurin.fo
lívsleið til rættis út frá, hvat
onnur vænta av teimum. Eg
eri troytt av at síggja fólk
fara í miðnámsskúla og til
Keypmannahavnar at lesa,
tí tey ikki tora at bróta frá
mongdini.
Tað er júst hetta, ið gevur
mær
drívmegi
at
halda
áfram við mínum arbeiði,
sigur hon og leggur afturat,
at hon hevur fingið góðar
afturmeldingar frá hyggj
arum úr Føroyum.
Íblástur úr tí høga
Hóast átrúnaður ikki er bein
leiðis sjónligur í sjónbond
unum hjá Monu Breckmann,
er svarið púra greitt, tá hon
verður spurd, hvar íblásturin
kemur frá.
– Frá Gudi, svarar hon
beinanvegin.
– Eg kenni meg vælsign
aða, og eg má onkursvegna
geva okkurt aftur. Tí geri eg
hetta. Nógv av tí, eg nevni í
sjónbondunum er í tráð við
kristindómin, har takksemi
og næstakærleiki eisini eru
høvuðsboðskapir,
greiður
hon frá.
Tá Mona Breckmann um
nakrar fáar vikur vendir
aftur til Onglands, har hon
býr, fer hon at upptraðka
fyri lítlari fjøld á eini kafé.
Hon hevur skrivað eina røðu
um at vera tann besta útgáv
an av sær sjálvum, og hesa
fer hon at bera fram fyri
áhoyrarunum.
Hóast hon fleiri ferðir
fyrr hevur upptraðkað fyri
føroyskum ítróttarliðum, er
hetta fyrsta veruliga stigið
á leiðini móti tí, hon droymir
um: At upptraðka kring
heimin fyri túsundtals av
fólkum.
birgith@sosialurin.fo
– Íblásturin kemur frá Gudi,
sigur Mona Breckmann
sum ger persónsmennandi
sjónbond til youtube
Mynd: Álvur Haraldsen