týsdagur 16. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
DANIR HERÐA
TREYTIRNAR
SO FØROYAR
FÁA VERRI
RÆTTINDIR
Føroyar sleppa ikki at gera altjóða sáttmálar,
so leingi heimildarlógin er galdandi
Árni Gregersen
Uttanríkispolitiska heimild
arlógin er ein ring lóg fyri
Føroyar.
Hon forðar okkum í at
gera altjóða sáttmálar og hon
forðar okkum í at fáa fullan
limaskap í altjóða felags
skapum.
Poul Michelsen, Fram
sókn, hevur seinastu fimm
mánaðirnar sitið sum lands
stýrismaður við uttanríkis-
og vinnumálum.
Hetta tíðarskeið er hann
vorðin enn meira sannførdur
um, at heimildarlógin er ein
álvarsligur bági fyri menn
ingini av føroyska samfelag
num.
– Lógin forðar okkum í at
fáa fullan limaskap í Norður
landaráðnum og Efta til
dømis. Lógin ger, at alt sum
vit gera á uttanríkisøkinum
skal góðkennast av Dan
mark. Og tað ber ikki til,
sigur Poul Michelsen.
Hann hevur ein greiðan
varhuga av, at danir vilja
stramma lógina uppaftur
meira enn teir hava gjørt
higartil.
– Eg ivist í um vit einaferð
afturat høvdu kunnað gjørt
eina avtalur við Russland
uttan góðkenning úr Dan
mark, sigur hann og leggur
afturat:
Føroyar hava í egnum
navni gjørt heilsufrøðiliga
avtalu við Russland, men
nú klárt var at undirskriva
somu avtalu við Kina kravdi
forsætismalaráðið,
at
vit
skuldu undirskriva vegna
Danmark. Vísandi til av
taluna vit hava gjørt avtal
una við við Russland var
svarið: at tað var ein feilur.
Heilsufrøðiliga
avtalan
hevur
ómetaliga
stóran
týdning fyri okkara útflutn
ing til Kina. Vitandi at so var,
settu danir seg bara afturá
og bíðaðu til vit vóru moyrir
nokk til at skriva undir.
Hetta gjørdu vit so – havandi
í huga týdningin av heilsu
frøðiligu lógini fyri Føroyar.
Hetta boðar ikki frá góð
um, heldur landsstýrismað
urin.
– Heimildarlógin er ring
asta lógin fyri Føroyar. Hon
er verri enn heimastýris
lógin, sigur Poul Michelsen
Nógva at seta seg inn í
Landsstýrismaðurin hevur
havt nokk um oyruni, síðani
hann flutti inn í Tinganesi
fyri fimm mánaðum síðani.
At standa á odda fyri
uttanríkisráðnum og vinnu
málaráðnum er ikki bara sum
at siga tað, tí málsøkini eru
ómetaliga stór. Tey krevja, at
landsstýrismaðurin brúkar
tíð at seta seg inn í málsøkini.
– Ja, eg havi brúkt nógva
orku at lurta og lesa, men nú
haldi eg, at vit nærkast ein
um meira vanligum gerandis
degi, sigur Poul Michelsen.
Í ráðnum er tað soleiðis,
at
landsstýrismaðurin
í
veruleikanum hevur tvær
umsitingar. Eina sum tekur
sær av vinnumálum og eina
sum tekur sær av uttanríkis
málum.
– Krøvini til umsitingar
nar eru ymisk. Á uttanríkis
økinum verður arbeitt meira
fram í tíðina við politiskum
átøkum og trýsti á økjum,
sum vit vilja hava broytt.
Á vinnuøkinum er ferðin
hægri. Gerandisdagurin er
merktur av meira átrokandi
málum og skjótum loysnum.
Samstundis sum arbeiðast
má
langsikta.
Vinnuøkið
krevur eina umsiting, sum
arbeiðir skjótari, so hon kann
fylgja vinnuni, sigur Poul
Michelsen.
Fullan limaskap
Landsstýrismaðurin hevur
sambært ætlan verið uttan
lands í seinastuni og tikið lut
á fleiri fundum, umboðandi
Føroyar.
Poul Michelsen
Heimildarlógin
er ringasta lógin fyri
Føroyar. Hon er verri
enn heimastýrislógin