týsdagur 16. februar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
MELDURIN
Sosialurin
Millum annað var hann
á fundi saman við ráðharr
unum í Norðurlandaráðnum.
Í april skal hann aftur um
boða Føroyar í Norðurlanda
ráðnum og í samráðingum
við EFTA.
Har førdi hann enn eina
ferð fram, at føroyingar
ynskja at fáa sjálvstøðugan
limaskap í ráðnum
– Eg førdi fram, at tað er
óvirðiligt at sita og tosa í
ráðharraráðnum uttan at
vera limur, uttan at hava
eina sjálvstøðuga atkvøðu
og uttan at gjalda nakað.
Tað sømir seg als ikki, sigur
landsstýrismaðurin.
Ísland stuðlar føroyskum
limaskapi og tað gera Grøn
land og Áland eisini. Hvørki
Áland ella Grønland siga seg
enn vera til reiðar til fullan
limaskap enn, men halda at
tað er gott, at Føroyar royna
at fáa limaskap.
Men tað er mótbrekka hjá
føroyingum.
Norðurlandaráðið er farið
undir eina nútímansgerð,
sum
verður
nevnd
Ny
Norden, men longu framm
anundan verður sagt, at
Helsingfors-avtalan neyvan
verður broytt.
– Og verður hon ikki tað,
so fáa vit kanska heldur
ikki sjálvstøðugan limaskap
í hesum umfarinum, sigur
Poul Michelsen, men norður
lendska samstarvið eigur og
má rúma fólksins vilja til
sjálvsavgerð.
Men í Føroyum kunnu
broytingar gerast:
– Vit fara at endurskoða
uttanríkispolitisku
heim
ildarlógina og taka tað málið
upp við donsku stjórnina. Tað
er givið, at avmarkingarnar
og forðingarnar, sum lógin
leggur fyri okkum, ikki eru
í samsvari við bæði altjóða
lóg og tann veruleika, sum
Føroyar longu virka í.
– Verður ikki gjørligt at
samráðast við danir um eina
loysn av málinum eiga vit at
leggja lógina fyri tingið og
avtaka lógina, sigur lands
stýrismaðurin.
–
Landsstýrið
kann
ikki ganga við til órímiligu
undanførslurnar hjá donsku
stjórnini. Tað er ikki einans
óhaldbært, men eisini mót
sigandi, tá danska stjórnin
sýtir fyri at viðurkenna, at
Føroyar eru altjóðarættarligt
evni, sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður.
Føroyskur limaskapur í
Norðurlandaráðnum fer at
kosta Føroyum 1,3 milljónir
krónur í limagjaldi.
Klistraði føroyskt
flagg á jakkan
Landsstýrismaðurin
var
herfyri á fundi um altjóða
mannarættindi í Geneve.
Eg kann ikki hava eina framløgu har eg
umboði Danmark. Tað gevur onga meining.
Eg umboðaði Føroyar og tað var um manna
rættindini í Føroyum eg skuldi tosa um.
Ikki nakað í Danmark
POUL MICHELSEN
Framhald á næstu síðu
– Tað er mótbrekka og eg kenni, at eg havi
fingið eina stafett, sum eg fari at senda víðari.
At vinna hesi rættindi krevur treysti og góðar
grundgevingar, sigur Poul Michelsen
Mynd: Álvur Haraldsen