Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagfinn Olsen Um vikuskifti› vóru tvær framførslur av Aldarinnar Gongutúri – ein minnilig tónleikamynd. Tórshavnar B‡rá› var vi› í samstarvinum um at gera eitthvørt í samband vi› aldaskifti› og ár 2000. Ed- vard Nyholm Debess eigur hugskoti› og fór saman vi› Teiti Lassen undir veruligu ætlanina. Afturat sær valdu teir at hava úrmælingarnar Leiv Thomsen, guitar, og Trygva í Brekkunum, trummur. Henda kvartett kundi ikki anna› enn berg- taka og taka áhoyraran á bóli. Ta› vil siga, ta› kundu teir kanska. Um teir høvdu mæli› so miki› nógv í kvørnini, at løgini, sum eru fólkaogn, gjørdust ókenni- lig og fussiónsjazzur ella okkurt tílíkt, so er ikki víst, at øll høvdu hugna sær. Men ta› gjørdu teir ikki. Tónarnir – klassikararnir – hjá Simma og Teimum av Kamarinum vóru í yndislig- um, hugnaligum og vi›- hvørt skemtiligum búnum. Páll Danielsen, sjónleik- ari, hev›i leiklutin sum frá- søguma›ur. Hugleiddi um, hvussu ta› var, tá fyrsti báturin rendi stevni› ímóti Tinganesi. Sum sjálvandi ikki nevndist Tinganes tá. Framúr hugvekjandi hug- lei›ingar, i› tó høvdu skemt og hugna vi›. Ljó›upptøkur á ymsum stø›um kryddra›u og hvørt tær vóru púra spon- tanar ella lagdar tilrættis er ikki til at siga. Væl rigga›i í hvussu er, tá Páll t.d. rendi seg í fer›afólk, me›an hann stó› og hugleiddi á Tinga- nesi. Her er eisini upp á pláss at nevna framúr tøkn- ingin Jónas B. Danielsen, i › st‡rdi knøttunum. Sum heild var talan um eina minniliga tónleika- mynd, har hugni og skemt kom til sín rætt, samstundis sum evni› um okkara upp- runa ikki var gloymt. Hesir frálíku tónleikarar vóru sjálvir pallmynd. Ein kundi komi› út fyri, at øgiligt hóvasták var, vi› ljósmyndum úr Havn í dag og fyrr, umframt eftirger›ir av gomlum smáttum o.s.fr. Men hetta var júst tilætla›, at so skuldi ikki vera. Ta › var, og skuldi vera, ein upp- living, har lurtarin sjálvur kom í eitt umhvørvi, har hann sjálvur gjørdi sær sínar egnu myndir og hugsanir. Upprunagesturin Tónleikararnir loyvdu lurt- arum, ásko›arum, heilt inn í teirra tónlistakamar. Ein intim uppliving av tí hugna- liga slagnum. Tónleikarar og frásøgufólk bert ein met- ur frá áhoyrarunum. Og einki anna› var at hyggja at, enn júst ta›, sum gekk fyri seg. Og júst úr aldarinnar skattkømurum høvdu teir grivi› fram føroyskar sang- skattir. Vi› hegni framførdu teir Teir sigla, Hønan, Tá kvøldi› kemur, Flamman og mangt anna›. Óiva› fór eingin órørdur útaftur. Sera skemtiligt var t.d. útsetingin av Hønuni í Túni hjá Simma. Ísta›in fyri vanliga millumspæli›, kom byrjan til Sinatra-lagi› New York New York. Eisini sangurin um fyrstu flamm- una eydna›ist stak væl og skemtiliga í rættiligum bóndasciffle ella hvat ein kann kalla slíkt. Tá Teitur sang sangin um mammuna, hjá Teimum av Kamarinum, mundi okkurt tár banka uppá fyri at sleppa út at renna. Sera vakurt og hugtakandi. Sum heild eitt kvøld, har tónleikurin var fyri øll, eins og løgini altí› hava veri › ta›. Eingin mei›slan ella ney›tøka av gomlum klass- ikarum og føroyskari fólka- ogn. Heldur ein yndislig váttan frá frægastu tónleik- arum í Føroyum um, at her hava teir uppruna og hetta skal vi›rast. Onnur sí›a av søguni er so, at vi› slíkari saman- seting av tónleikarum kann ta› ikki ganga heilt gali›! Frammanundan var gjørt greitt, at ein upprunagestur kom á vitjan. Eingin visti tó, hvør hesin var. Men ta› má sigast at vera uppá sítt pláss, at ta› var Nicolina (av Kamarinum), i› trein á pall. Sjálvsagt var› hon væl fagna›. Og so sang hon m.a. Tá kvøldi› kemur. Hugtakandi og sera flott framførsla, i› Nicolina eigur rós fyri! At greina júrt fyri teim- um, i› ikki náddu at uppliva Aldarinnar Gongutúr, hvussu hesin var, letur seg neyvan gera. Sta›festast kann bert, at Simme og Tey av Kamarinum komu til sín rætt og fingu uppibornan hei›ur. Vit sluppu at kaga inn í gomul tónleikalig loynikømør. Vit fingu loyvi til at uppliva dagsins tón- leikaúrmælingar lata fólka- ogn í n‡ggjan búna og mugu sta›festa, at teir raktu kam- artónan!! Ummæli Teir raktu kamartónan! Um vikuskifti› gingu nøkur Aldarinnar Gongutúr, me›an onnur upplivdu hann í huganum á Meiarínum. Edvard N. Debess og Teitur Lassen stó›u á odda í tón- leikamyndini Aldarinnar Gongutúrur, i› var ein kærleiksváttan til Havnina, vi› tónleiki hjá Simma og Teimum av Kamarinum í ø›rvísi hami. Men teir raktu kamartónan og hugnin var í hásæti 8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 130 - 11. juli 2000 Nr. 130 - 11. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Or›: Edvard Joensen Myndir: Sofus Johannesen Í d‡rdarve›ri leygardagin var so nógv fólk, sum neyv- an nakrantí› hev›i veri› í Kallsoynni í senn, savna› til avdúking og vígslu av minnisvar›anum á Sy›ra- dali. Tveir eldri sy›radals- menn avdúka›u var›an. Biskupur vígdi hann, og vi›arei›isprestur vælsign- a›i hann. Arbeitt hevur veri› mi›- víst sí›an á mikkjalsmessu 1997 vi› at fáa minnisvar›- an á Sy›radali á Kallsoynni upp at standa. Nú, sløk tr‡ ár seinni, stendur ein pr‡›ilig- ur var›i nor›anvert bygd- ina. Minnisvar›an á Sy›radali hevur Árni Ziska av Strond- um gjørt. Sjálvur var›in er gjørdur úr føroyskum steini, sum komin er úr Kunoy. Øki› uttan um er eisini lagt vi› føroyskum gróti, sum alt er tiki› úr Nor›oyggjum, sigur ein av stigtakarunum, Poulina Eliasen. Á var›anum er manna›ur bátur á sí›uni, sum vendir móti sjónum. Hinumegin, ni›an móti fjallinum, er ein røktingarma›ur avmynda›- ur. Solei›is eru bæ›i tey, sum fallin eru á landi, og tey, sum farin eru á sjónum, umbo›a›. Lokalur íblástur Á var›anum stendur ørindi 15 úr Sálmi 50 í Gamla Testamenti: »Heit so á meg á ney›ar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!« Poulina Eliasen sigur, at júst hetta ørindi var telgt í træplátu, sum hekk uppi í lugarinum á eini gamlari sy›radalsslupp. Í hálvringi rundan um sjálvan minnisvar›an standa nøvnini á teimum, sum farin eru av vanlukku. Stø›- i› uttan um er lagt vi› mal- argróti, sum eisini er tiki› ymsa sta›ni úr Nor›oyggj- um. Ta› eru teir tríggir klaksvíkingarnir Esmar, Jó- annes og Orla, sum hava gjørt hetta arbei›i›. Gyr›ingina rundan um øki› hevur Mikkjal Joensen á Trøllanesi gjørt. Minnisvar›in kostar 400.000,- krónur, nú hann stendur li›ugur, sigur Pou- lina Eliasen. Og har er hvørt oyra goldi›, leggur hon aftrat. Peningurin er fingin til vega vi› tiltøkum, gáv- um, føstum stu›lum og frá ø›rum, sum lati› hava. Men tá prísur ver›ur sett- ur á, er ikki alt ta› sjálv- bodna arbei›i›, sum lagt er í minnisvar›an, tiki› vi›. Og ta› er ikki smávegis, sigur Poulina Eliasen. Slíkt ar- bei›i kann ikki metast nóg høgt, og tí eiga tey øll somul eina hjartaliga tøkk uppi- borna, sum tiki› hava hond í fyri at fáa hesa hugsan gjørda til verk. Poulina Eliasen sigur, at nú ætla tey at fáa ljós sett á øki›, har minnisvar›in stendur. Næsta taki› ver›ur so at fáa pening til vega, solei›is at ljósskipan kann gerast, sum sett ver›ur í samband vi› gøtuljósini í bygdini, sigur hon. Nógv fólk Poulina Eliasen sigur, at tey rokna vi›, at eini 700-800 fólk vóru á Sy›radali leyg- ardagin. Og ta› man vera eitt ta› mesta, sum yvirhøv- ur hevur veri› í oynni í senn, metir hon. Strandfer›slan gjørdi eitt gott arbei›i hendan dagin og syrgdi fyri, at allur flutn- ingur gekk upp á stás. Tern- an I var tvær fer›ir fullsett á Sy›radali, og Dúgvan var ein túr á Húsum. Eisini full av fólki. Solei›is eydna›ist at fáa øll, sum ætla›u sær, í Kallsoynna leygardagin. Umframt vóru so øll tey, sum komin vóru framm- anundan, og sjálvandi tey, sum búgva í oynni. Sjálvt hátí›arhaldi› byrj- a›i vi›, at Asbjørn Lóma- klett, sy›radalsma›ur í Klaksvík, bey› vælkomin. Sí›an var› sjófararsálm- urin: »Gu› signi vár fólk, har ta› siglir og rør« sungin. Tveir gamlir skiparar, Jógv- an Vilhelmsen og Símun Jo- ensen, sum ætta›ir eru av Sy›radali, avdúka›u sjálvan minnisvar›an. Hans Jacob Joensen, bis- kupur vígdi var›an, og fólk- i›, sum samankomi› var, sang yrkingina: »Hvør veit á morgni at siga« hjá Magn- usi Høgenni. Hendan yrk- ingin var› gjørd í samband vi› eina bátsvanlukku í 1963, sum kravdi tr‡ mannalív. Magnus Høgenni var tá lærari á Sy›radali. Sí›an sang Klaksvíkskór- i› undir lei›slu av Mein- hardi Bjartalí›, og Asbjørn Lómaklett helt rø›u. Eftir rø›una var› aftur sungi›. Hesafer›: »Eg sigla man yvir lívsins hav«. Tá sálm- urin var li›ugur leikti Alfred Reines Hals, sum er hálvur føroyingur búsitandi í No- reg, á fiól. Bjørn Kalsø, bygdarrá›s- forma›ur, helt sí›an rø›u, og Klaksvíkskóri› sang aft- ur. Sí›an tala›i Dorius Jo- hannesen, sum ætta›ur er av Sy›radali, og sálmurin: »Takk Gu› fyri alt, sum hendi« var› sungin. Eisini fólk uttan fyri sóknina eru vi› á minnis- var›anum. Í 1960 drukna›i ungur fuglfir›ingur fyri Kleivini á Blankskála. Hann bú›i í Klaksvík og var á útfer› í Kallsoynni. Systir hansara, Elsebeth Reines Hals, sum b‡r í Noreg, helt rø›u. Sí›an tala›i ein av fyrireikarunum, Poulina Eliasen. Vi›arei›isprestur, Mein- hard Bjartalí›, las Fa›irvár og vælsigna›i minnisvar›an á Sy›radali, á›renn Tjó›- sangurin at enda var› sung- in. Tá hátí›arhaldi› vi› minnisvar›an, sum vardi einar tveir tímar, var av, fór alt fólki› su›ur í bygdina, har allar dyr stó›u opnar. Solei›is sum lei› út á dagin, flutti Ternan I gest- irnar av aftur oynni til Klaksvíkar, ha›ani teir sí›- an aftur til hallar heim mundu venda, og hvør helt lei› at síni vrá. Teimum falnu til minnis Leygardagin avdúka›u sy›radalsfólk minnisvar›a yvir tey, sum farin eru av vanlukkum á sjógvi og landi Jógvan Vilhelmsen og Símun Joensen avdúka›u minnisvar›an Heilt nógv fólk var komi› til Sy›radals leygardagin BROYTING AV FERÐSLUNI Á KÁTA HORNINUM Føroya Banki Steinagøta Sverrisgøta Tinghúsvegur Niels Finsens gøta Glade Hjørn Posthúsbrekka Vaglið Ebeneser Sverrisgøta Føroya Sparikassi Gjørt verður kunnugt, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt, at broyta ferðs- luna á Káta Horninum, tvs. á vega- mótinum Sverrisgøta — Niels Finsens- gøta. Hetta førir við sær, at ferðslan sum kemur frá Steinagøtu kann ikki koyra oman til Vaglið, men skal snara til høgru oman eftir Sverrisgøtu. Harumframt skal ferðslan, sum kemur frá Tinghúsvegnum oman eftir Sverris- gøtu, snara til vinstru omaneftir Niels Finsensgøtu.Boðskelti eru uppsett á Niels Finsensgøtu og Sverrisgøtu. Sosialurin - 311820 Tekniska deild